Georg Lindenskov Samuelsen (1910-1997)
Georg Lindenskov Samuelsen er føddur í Havn í 1910. Bara 26 ára gamal gjørdist hann í 1936 blaðstjóri á Dimmalætting -eitt starv hann røkti fram til 1/7-1981. Frá 1945 var hann føroyskur tíðindamaður hjá Berlingske Tidende.
Sjónleikur hevur havt hansara stóra áhuga; umframt at hava leikt við í fleiri leikum hevur hann týtt sjónleikir og útvarpsleikir.
Á ungum árum gav hann út yrkingasavnið »Sól og sirm«, 1930.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.