Skip to main content

Óluva Skaale (1940-)

Hon er fødd suðuri í Vági 13/12-1940. Hon tók realskúlaprógv í heimbygdini 1956, fór so til Havnar, tók studentsprógv í 1960 og læraraprógv 1964. Aftan á lokna lærarapróvtøku arbeiddi hon eitt skifti á skrivstovu, varð so í 1965 sett í starv á Spesialskúlanum, sum hann tá varð nevndur - nú Skúlin á Trøðni, og har arbeiðir hon enn (1983).

Saman við Marius Johannesen legði hon til rættis bókina »Matur og matgerð« 1974, -sum tey fingu *heiðursløn M.A. Jacobsens fyri í 1976 -  og hon hevur týtt barnabøkurnar »Barnadagar Bjarna«, 1974, eftir Bjarne Slapgard og »Frida Tummasina fær eina lítlasystur«, 1978, eftir May Bylock.

Í fleiri ár hevur hon skipað fyri barnasendingum í Útvarpi Føroya.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Dagført í 1983).