Skip to main content

Jóannes av Skarði (1911-1999)

Hann er føddur í Tórshavn 7/4-1911. Aftan á at hava lokið. barnaskúlan var hann veturin 1925-26 á Føroya Fólkaháskúla og síðani í handverkaralæru til 1929; veturin 1929-30 var hann á háskúlaskeiði á Voss í Noregi, fór so til Danmarkar, tók preliminerprógv í 1932 og studentsprógv í 1934. Hann las síðan við lærda háskúlan í Keypmannahavn 1934-38, kom so aftur til Føroya og var, til hann í 1976 legði frá sær vegna aldur og við eftirløn, lærari á Føroya Fólkaháskúla, stjóri tíðarskeiðið 1942-53.

Jóhannes hevur dúgliga fingist við orðabókaarbeiði. Umframt at evna til ymsar orðalistar hevur hann greitt til prentingar bókina »Donsk-føroysk orðabók« 1967 og handritið »Ensk-føroysk orðabók«, ið arbeitt verður við í løtuni.

Hann hevur skrivað fleiri greinir um gamalt føroyskt arbeiðslag og gamla føroyska amboðsmentan, og umframt hevur hann lagt úr hondum stórt týðingarverk: Carl Larsson i By: »Verja og vaka og aðrar søgur«, 1952, og Albert Camus: »Fremmandamaðurin«, 1968, Arne Garborg: »Av ringum slag«, 1958, W. Sommerset Maugham: »Nátt í Firenze« 1957-58, og R.L. Stevenson: »Dr. Jekyll og Mr. Hyde« 1955-56. Hesar tríggjar seinast nevndu eru ikki komnar í bók, men prentaðar sum framhaldssøgur í »Glugganum«. Umframt hevur hann týtt handritið hjá R.K. Rasmussen: »Gomul føroysk heimaráð« 1959.

Saman við Rasmusi Rasmussen legði hann í 1949 til rættis fimti ára minningarrit Føroya Fólkaháskúla.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).