Skip to main content

Jógvan Skýlindal (1902-1977)

Hann er føddur á Eiði 12/4-1902. Aftan á loknan barnaskúla fór hann í 1917 at arbeiða innan telefonverkið, og her gjørdist hann drúgvur og trúgvur tænari - í heili 53 ár var hann í telefonverksstarvi, til hann í 1970 legði frá sær.

Í 1925 flutti hann suður til Havnar at búgva, og nøkulunda um somu tíð kom hann at hoyra til Brøðrasamkomuna í høvuðsstaðnum.

Skrivligu verk hansara eru sprottin úr áhuga hansara fyri átrúnaðarmálum og skriftini. Í 1965 læt hann úr hondum bókina »Mangan og á mangan hátt«, í 1973 kom »Bíbliuorðabók. Nøvnini og týdningur teirra« og í 1981 onnur økt útgáva av hesi bók: »Bíbliuhondbók«.

Jógvan doyði 11/1-1977.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.