Oddmar á Steig (1936-)
Oddmar á Steig er føddur 29/9-1936 í Sandavági. Aftan á at hava gingið í barnaskúla, arbeiddi hann heima í tvey ár, var eitt ár til skips, fór so í preliminerskúla og tók prógv í 1955. Eitt ár arbeiddi hann aftur heima, fór so á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1960. Hann var lærari við realskúlan í Havn 1960-61, við Sørvágs skúla 1961- 65, við Tórshavnar Kommunuskúla 1966-69 og frá 1969 við Venjingarskúlan.
Fyri Føroya Lærarafelag greiddi hann til prentingar »Sig mær eina søgu I og II« og »Sáttmálin mikli I og II«, fyri KFUM legði hann til rættis »Av Stórugrynnu til Jorsalir« og 40-ára minningarrit fyri KFUM-arbeiðið í Tórshavn, og hann var limur av arbeiðsbólkinum, ið evnaði til føroysku lesibókarøð fólkaskúlans. Sjálvur hevur hann skrivað barnabókina »Stina og Bogi og Torkil«, 1977.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).