Skip to main content

Steinn Steinarr (1908-1958)

Steinn Steinarr er skaldanavn fyri Aðalsteinn Kristmundsson. Hann var føddur í Nauteyrarhreppi á Norðurlandinum í Íslandi í 1908, men flutti ungur til Reykjavíkar. Steinn Steinarr var ein undangongumaður innan modernistiska yrking í Íslandi. Hansara yrkingar eru kenslubornar og stílreinar, einfaldar, men stundum eisini myndaríkar. Steinn Steinarr verður taldur millum fremstu íslendsku yrkjararnar í 20. øld.

Wikipedia