Skip to main content

Elsebeth Vestergaard (1900-1988)

Hon er fødd 12/9-1900 á Økrum. Tá barnaskúlaárini vóru løgd afturum, fór hon á Føroya Læraraskúla, har hon tók prógv í 1920. Hon starvaðist í Porkeri 1921-22, í Vági 1922-26, í Trongisvági 1926-58 og so við skúlan á Tvøroyri frá 1958, til hon í 1967 legði frá sær vegna aldur og við eftirløn.

Sum lærarinna hevði hon serligt hegni til byrjanarundirvísing, serliga lesifrálæru. Í 1958 læt hon úr hondum 1. part av »Pisubókini«, annar partur kom í 1963.

Í 1976 gav hon út bókina »Feðgarnir Miðgerðar Pól og Pól Jóhannes«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).