Frida Zachariassen (1912-1992)
Hon er fødd í Klaksvík 24/9-1912. Ellivu ára gomul fór hon til Havnar at ganga í skúla og tók millumskúlaprógv har. Hon fór so niður til Danmarkar, var í húsplássi í seks ár, tók handilsskúlaprógv og gekk eisini á skeið í málningalist.
Í sjey mánaðir var hon í Newcastle og lærdi seg enskt mál, var so í eitt ár í húsplássi í London, kom heim aftur stutt undan krígnum og fór so at arbeiða á skrivstovu í Klaksvík. Hon hevur gjørt vart við seg sum listakvinna bæði innan myndandi list og bókmentir.
Í 1978 læt hon úr hondum barnbókina »Tá ið Jón vaks upp 20-30 árin«, í samband við altjóða barnaárið 1979 gav hon út »Barnaár 1979«, sama ár kom »Brún og brá«, og í sambandi við Norðurlendska málárið 1980-81 gav hon undir heitinum »Strev í málrøkt« út greinasavn við viðmerkingum til føroyskt mál, mállæru og málrøkt.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).