Skip to main content

Luis Zachariassen (1890-1960)

Louis Zachariassen varð borin í heim í 1890 á Kirkju í Fugloy. Hann vaks upp í einum mentaðum skúlaheimi og gjørdist gjøgnum faðirin, ið var íðin føringafelagslimur, kendur við og hugtikin av Tjóðskaparrørsluni.

Í 1908 fór hann á Føroya Læraraskúla og tók prógv haðani í 1911.

Í 1913 varð hann settur í lærarastarv í Kirkjubø, men luttøka hansara í málstríðnum, sum júst í hesum døgum var í hæddini, gjørdi, at hann fór úr starvi.

Í 1915 leitaði hann sær á háskúlaskeið í Danmark, fór í 1917 á studentaskúlaskeið, tók studentsprógv í 1918 og tók so upp lestur á Polyteknisk Læreanstalt, haðan hann tók verkfrøðingsprógv í elektronikki 1923.

Í 1925 kom hann í starv á Telefonverki Føroya Løgtings, í 1936 gjørdist hann stjóri og røkti hetta starv til 1952.

Louis var samfelagshugaður maður; hann luttók í politikki sum blaðstjóri á Tingakrossi 1943 — 48, sum tingmaður umboðandi Sjálvstýrisflokkin 1940-43 og 1946 — 50 og sum landsstýrismaður 1948 — 50.

Um tað mundið, Havnar Ungmannafelag sovnaði og stóð upp í ungmannafelagnum »Varðanum«, var Louis nýklaktur lærari, og skrivandi maður, sum hann var, læt hann Smáskriftum Varðans tilfar. Søga hansara »Sóttin svarta« er prentað í smáskriftahefti nr. 8, 1916 og nr. 9, 1917.

Hann skrivaði eisini aðrar *stuttsøgur, sjónleikin »Páll fangi«, bygdur á søgnina um Mikladalsdreingin, sum í 1657 verður dømdur fyri gandakynstur og sendur niður á Bremerhólm at arbeiða í jarni, og hann skrivaði eisini *skaldsøguna »Abbastova«. Skaldsøgan kom ikki út samlað fyrr enn í 1978, mong ár eftir deyða høvundans, men hevði staðið í fimm brotum í Jólablaðnum »Følv« árini frá 1955 til 1959.

Louis var eisini yrkjari, ið bæði yrkti føðilandssangir, minnisyrkingar og sálmar. Eftir hann er eitt yrkingasavn »Á leiðini« (1951).

Louis Zachariassen doyði í 1960.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Bókmentafelagið "Varðin"

chemistry help dimensional analysis my teacher ate my homework thesis statement in a research paper paper writing service cheapSíðsta nummar av handskrivaða felagsblaði »Havnar ungmannafelags« er dagfest 27. mars 1912, men longu tríggjar vikur aftaná, 18. apríl verður nýtt ungmannafelag stovnsett í høvuðsstaðnum. Tað fær navnið »Varðin« — sama navn fær handskrivaða blað nýggja felagsins.

Endamál felagsins var orðað í fýra greinum:

  1. at fáa Føroya mál til æru, so tað má koma at njóta fullan rætt á tingi, í rætti, í skúla og kirkju og yvirhøvur í øllum almennum viðurskiftum,
  2. at fremja upplýsing á føroyskum botni,
  3. at styðja føroyska mentan,
  4. í samvirkan við øðrum tílíkum
    feløgum í Føroyum at starva fyri
    at vekja hug hjá Føroya ungdómi
    til samhalds og samarbeiði fyri
    fosturland og fólk.


Tað vóru teir báðir Jákup Dahl og Kristin í Geil, ið buðu inn til stovningarfundin.

Í fyrstu felagsnevndini sótu Jákup Dahl, Símun av Skarði og Poul Isaksen, fyrstnevndi sum formaður.

Annars bíta vit merki í, at allir høvuðsstuðlar Havnar ungmannafelags, M. A. Winther, Nyholm Debess og Petur Alberg,  taka lut í fundarhaldi nýggja felagsins og lata tilfar til blaðið.

Av nýggjum nøvnum, sum í samband við hetta felag stíga fram, kunnu vit nevna Rikard Long, M. A. Jacobsen og Louis Zachariassen.

Fyrstu trý árini verður blað felagsins skrivað í einum eintaki við hond. Í 1915 fara tey undir at prenta »Smáskriftir« uppá 32 síður hvørt. Frá 1915 til 1919 verða givin út tilsamans 18 hefti, ið tilsamans fylla um 400 síður.

Frá 1921 gevur felagið út bókmentatíðarritið »Varðan«, sum kemur út enn í dag.