Andrias Ziska (1883-1960)
Hann var føddur í Tórshavn 30/7-1883 og vaks sostatt upp í føroyingafelagstíðini, sum hann var stórliga merktur av. Hann var alla sína tíð íðin innan føroyskt politiskt lív - seinast í tjúgunum stovnseti hann saman við Sverra Paturssyni bólkin av sjálvstýrissosialistum »Móti loysing«, og undir seinna heimsbardaga stjórnaði hann blaðnum »Fríu Føroyar«, ið var fjúrtandadagsblað, sum kom út í tíðarskeiðnum 25/4-1942-31/12-1945.
Dagliga starv hansara fall innan før-oyskan handilsskap, m.a. var hann íðin talsmaður fyri stovnsetan Skipafelags Føroya.
Føðibýi sínum var Andrias trúgvur sonur. Í 1940 og 1941 kom ritgerð hansara »Havnin í Tórshavn« á prenti í tveimum bindum, og í 1959 kom »Tórshavn, lív og vøkstur«.
Andrias Ziska doyði 19/11-1960.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.