Niels Andersen (1849-1919)
Niels Andersen var føddur 13. aug.1849 í Ribe í Danmark. Hann gjørdist studentur í 1867 og tók løgfrøðisligt embætisprógv í 1873. Í 1890 fær hann sorinskrivaraembætið í Føroyum.
Hann luttekur dúgliga í kjakinum um føroyskar samfelagsspurningar, meðan hann er her, og í 1895, sama ár sum hann leitar aftur til Danmarkar í embæti í Jútlandi, kemur bók hansara út um viðurskiftini í Føroyum 1600-1709.
Hann doyði í 1919.
Færøerne 1600-1709
Í stuttum inngangi sigur høvundur-in, at ætlan hans við bókini fyrst og fremst er at lýsa handilsviðurskiftini í tíðarskeiðnum 1600-1709, tí handilin hevði so avbera stóran týdning fyri føroyingar, men hann tekur eisini onnur viðurskifti uppí. Hetta síggja vit, um vit kanna teir einstøku partarnar: 1. kap. er um handilin og er í rúgvu stívur triðingur av bókini. — 2. kap. er um rættarmál. — 3. kap. er um fíggindar og fremmandar fiskimenn. — 4. kap. er um skansarnar. — 5. kap er um høvuðsstaðin Tórshavn. — 6. kap er um skúlan og 7. kap. um Argjahospitalið. — 8. kap. er um jarðarviðurskifti. — 9.kap er um átrúnaðarviðurskifti. Hann býtir oyggjarnar upp í prestagjøld og viðger hvørt sær. Hetta er næst-longsti partur í bókini og fyllir um leið ein sætting. — At enda er 10. kap. um siðir, skikkir og yvirtrúgv. Bókin kom út í 1895.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.