Jógvan við Ánna (1906-1972)
Hann varð føddur 28/9-1906 í Sandavági. Unglingaárini tókst hann við fyrifallandi arbeiði, fór í 1929 á Føroya Læraraskúla og tók prógv har í 1932. Fyrsta árið var hann vikarur í Leynum og á Válinum, frá 1933 og í fyrstu atløgu til 1939 lærari í Hvalvík; hetta árið fór hann niður á danska læraraháskúlan í Keypmannahavn. Hann var sostatt staddur í Danmark, tá heimsbardagin brast á, og slapp ikki heim aftur til Føroya fyrr enn eftir loknan bardaga. Árini nýtti hann til háskúlaskeið av ymsum slag, og hann arbeiddi eisini sum lærari. Í 1945 kom hann aftur í starvið í Hvalvík, og her sat hann burtursæð frá stuttum fríloyvum til 1957, tá ið hann varð settur í starv við millum- og realskúlan í Havn.
Jógvan legði lærarastarvið frá sær í 1971 og legði tá alla arbeiðsmegi í at greiða til prentingar seinasta partin av orðabókaverkinum »Føroysk málspilla og málrøkt«, sum hann hevði tikist við alla ævi sína.
Hetta er eitt risaverk og eitt dygdarverk í fýra bindum. 1. bind kom út í 1961, 2. bind í 1966, 3. bind í 1971 og 4. bind í 1977. Verkið telur tilsamans 1742 síður.
Jógvan við Ánna doyði 1/6-1972.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.