
1
At falda við eitt kann ikki ganga galið
Tí úrslitið verður jú altíð sama tali
Tú kanst falda tú kanst deila alla verðina við eitt
Umaftur og umaftur tó onki verður broytt
2
At falda tvey tað kann ikki vera trupult
Tvey verður fýra og talið bara dupult
Tað er so nógv í lívinum vit læra um vit vilja
At nakað verður tvífalt er einfalt at skilja
3
Um tríggjar ferðir seks eru seks ferðir trý
Eru færri tøl at minnast, at rokna minni stríð
Og tríggjar ferðir sjey er altíð ein og tjúgu
Sum sjey stoltir pápar við barni og frúu
Um átta hundarhvølpar høvdu runnið og bart
Ótu fýrutjúgu pylsur so vóru tríggjar í part
Og fekk ein ketta níggjulingar úti í Skúvi
Um hon leggur tríggir ferðir tað verða sjey og tjúgu
4
Fýra naknir frensar tóku fótabað
sekstan reinir labbar eftir langan dag
Og fýra grindalokkar hugdu eftir teim
Hygg 8 – 16 – 24 - 32 bein
5
Fingrar fimm á hondini og vit hava tvær
Og tey flestu hava eisini 10 fittar tær
Nokk tjúgu tilsamans á hondum og beinum
Men tað verða fjøruti á skúlabørnum tveimum
6
Sekstøl hava búk hesi rundu og snedigu
Og seks ferðir seks tað er seks og tredivu
Í seks heilar vikur eg málaði á løriftið
Seks ferðir sjey, tað er ringt at minnast
nei, seks ferðir sjey er 42
Tað runnu seks torvatrøll marathon á Sandi
48 bein vunnu fram í góðum standi
Og við gongubreytina sat ein gomul fluga
Seks bein afturat tá 54 vit fáa
Níggju ferðir seks er 54 og átta ferðir sjey er 56
7
Sjey eiturkoppar lótu seg í skógvar
56 tilsamans tað vóru føtur nógvar
Og trøllini sjey við níggju høvdum sótu
So 63 munnar av trøllasúpan ótu
8 - 9
Vit læra eina rímu hvønn týsdag níggju vers
Eftir átta viku vit duga 72
Á jólum og um summarið skúlin heldur frí
Tilsamans níggju vikur ella dagar sekstitrý
Níggju tað er hægsta talið sum øll mugu duga
Og falda vit tvey níggju tøl tá 81 vit fáa
10
Og roknar tú við 10 ei úrslitið kann undra
Set tú bert eitt null afturat og 10 verður 100
At læra seg tabellina er næstan sum at ríma
Tað gongur av sær sjálvum um vit bara tíma
Kular Røtur (Orð og lag: Steintór Rasmussen)