Huldufólk
Tey eru stór av vøksti, klæðini eru øll grá, hárið svart; bústaður teirra er í heygum: tey kallast eisini “álvar”; ein “álvheyggjur” er í Norðstreymoy sunnan fyri Vík (Haldórsvík). Tey liva sum onnur fólk, rógva út, hava seyð og neyt, sum ganga ímillum onnur neyt í haganum.
Huldufólkini kunnu gera seg sjálv og tað, ið tey eiga, ósjónligt fyri menneskjum, og tí sigist ofta um nakað, ið onkur sóknast eftir, at “hulda hevur fjalt tað”. Tey vilja fegin fáa smá-børn, sum ódoypt eru, úr vøgguni og leggja síni aftur í hana, men hesi verða tá býttlingar millum manna.
Ofta hvørva smá børn, sum úti ganga einsumøll, og tá er tað huldufólk, sum eru farin við teimum; tey finnast stundum aftur langar vegir burtur frá bygdum og hava tá sagt frá, at stórur maður hevur borið teimum mat, meðan tey hava verið burtur.
how to create 3d ground elevation in autocad autodesk design review 3d autodesk max buy autodesk navisworks review 2010 cheap autodesk inventor professional 2008 do pobrania corel draw graphics suite x4 sp2Huldugenturnar fáa ofta hug at kristnum dreingjum og royna tí at freista teir og draga teir til sín; ganga teir burtur í haga og eru tystir og móðir, opnast heyggjurin, og genta kemur út at bjóða teimum drekka, øl ella mjólk; blása teir tá ikki froðuna omanav, drekka teir sær óminni, tí í henni liggur gandurin, og har við tøla tær teir, fáa vald yvir teimum og hava teir við sær inn í álvheyggin.
V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891