Katrin í Toftum
Katrin í Toftum í Hósvík var ættað undan Garðsenda, og sum genta gekk hon til neyta har. Tá var hon trúlovað við elsta bóndasoninum Frammi í Stovu í Toftum.
Einaferð Garðsenda-neytakonur vóru hjá neytum, fann Katrin uppi undir Váli eitt silkiband; hon tók tað upp og brúkti tað.
Um heystið, tá ið neytini vóru innkomin, fór Katrin inn í fjósið at mjólka. Tá ið hon ikki kundi finna haftið, rópti hon fyri seg sjálva: “Hvar er haftið?”
Ein mansrødd svarar tá: “Haftið er her.”
Tað var tá ein huldudrongur, ið flýddi henni tað. - Og eftir hetta slapp hon ikki frá honum, meðan hon var hjá neytum.
Tá ið annað heystið kom, vildi huldudrongurin hava Katrina til konu. Hetta vildi hon ikki. Men hann gjørdist meira og meira naskur.
Faðir Katrinar og frammistovudrongurin fingu tá kjalnesprest at hjálpa henni frá huldudreinginum. Væl eydnaðist. Men prestur legði henni eina við, at hon mátti ikki orða fyri nøkrum um, hvat hann hevði lært hana fyri at fáa huldudreingin burtur. Annars fór hann aftur at ganga til hennara.
Í eldri døgum bleiv eitt ár frammanundan, at tvey ætlaðu sær at giftast, drukkið festarøl og dansað. So varð eisini hjá Katrini. Men um kvøldið sá hon huldudreingin ganga uttan fyri dansistovuna.
Veturin eftir fingu fólk Katrina at siga, hvat prestur hevði lært hana, og so skjótt sum hon hevði gjørt hetta, kom huldudrongurin aftur at ganga til hennara; hann var nú enn meira naskur enn fyrr. So hon var komin sær í stóra neyð. Hon tordi ongantíð at fara einsamøll oman í fjós ella út um kvøldið.
Roynt var at fáa hana at fara aftur til prestin, men hon segði seg ikki at tora, tí hon ikki hevði hildið lyftið, hon hevði givið presti.
Men so funnu tey upp á ráð. Hon skuldi fara til Havnar, søgdu tey. Soleiðis fingu teir hana í bát. Og so beinanvegin til Kollafjarðar.
Á vegnum sá hon huldudreingin sita frammi á rong klæddur í reyð klæði. Jákup, bóndin í Frammistovu undir Garðsenda (faðir Katrinar) sá hann eisini.
Prestur, sum áður visti, at gentan skuldi koma, órdi, hvat tað mundi vera, tá ið hann sá bátin, og tá ið báturin legði at landi á rivinum, stóð hann fyri honum.
Jákup bóndi fór fram at taka ímóti. Tá sigur prestur:
“Hevði tú nú vitað, hvør ið situr frammi á rong, so hevði tú ikki farið fram.”
“Jú”, svarar Jákup, “eg havi sæð, hvør ið hevur sitið á rong allan vegin suðureftir.”
Prestur fór so til hús við Katrini, læt seg í kjólan, tosaði nakað við hana, og skrivaði so fyrsta versið av Kingo-sálminum “Paa Gud alene, jeg haver sat min Lid” o. s. fr., upp á ein pappírslepa; hann bað hana balla silkiturriklæði sítt uttan um pappírið. Tá ið so huldudrongurin kom henni so nær, at hon var ivaleys í at raka hann, skuldi hon tveita hetta á hann.
Katrin gjørdi, sum prestur hevði sagt, og tá bleiv huldudrongurin burtur með alla. Men áðrenn hann fór, segði hann: “Eydna tín skal ikki vera stór”. Hon hevði ofta tungar dagar. Og skjótt kom ein onnur ætt á garðin.
Katrin átti tríggjar døtur og átta synir; hann, ið bleiv bóndi, nevndist Stóri Hanus. Hanus átti tvær døtur, sum giftust burtur haðani, og ein son, Jógvan Henrik, ið doyði skjótt eftir, at hann var giftur. Hann átti einki barn. Einkja hansara giftist við Hanusi úr Tjørnuvík, sum er abbi núlivandi bóndan á frammistovugarðinum.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933