Skip to main content

Stovan

Einaferð ein av embætismonnunum var komin til Húsa, vildi hann fegin fara inn at vitja Húsa-Pætur, sum hann hevði hoyrt so nógv um. Øll ráddu honum frá at fara, av tí at hús Pæturs bert var ein roykstova, har alt lá í órøkisskapi, bæði skitið og tvitið.

bouabdallah phd thesis writing a critical essay ways to motivate myself to do homework easy essay makerEmbætismaðurin læt seg tó ikki tosa frá og fór inn at vitja Pætur. Pætur hevði áðrenn fingið snevilin av, hvat hann hevði í huga, og hann hevði so við fúkandi ferð gjørt alt tað, hann var mentur, fyri at gera reint 0g hugnaligt inni, so embætismaðurin aftaná av røttum kundi siga, at hann enn ongatíð hevði sæð eina so fína og fjálga roykstovu sum Pæturs.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933