Skip to main content

Havið

Enn liggur eitt hav (stórur steinur) heiman fyri Lítluhælá niðan fyri gøtuna í Hvalvík, sum Sigmundur Egholm, abbabeiggi Tummas bónda, bar á bakinum oman av Hælatoppi og legði hann til løgarstein í Lítluhælá. Hann bar steinin minst eina snørislongd, og tá í tíðini var torført at ganga har oman við ánni.

Sigmundur var, tá ið hann gjørdi hetta roysnið, 18 ára gamal. Stutt eftir fór hann til Danmarkar at læra til kleinsmið. Hann doyði har.

Steinurin, ið Sigmundur bar, er minst 12 tummar høgur, 20 breiður og 25 langur. Sigmundur skuldi vera í rotuskóm og tuflum, tá ið hann bar hann.

Fyrst tók hann steinin upp í kneppið úr ánni og setti hann niður á ein annan stein. Ein maður, ið var hjástaddur, styðjaði steininum, meðan Sigmundur tók hann upp á bakið á sær.

cv writing service us teachers best power point presentationsTá í tíðini vóru tuflurnar ikki fittligar at ganga í. Tey brúktu tá tvær homlubondsreimar, skornar av síðuni á bøksli. Ikki var ljóst latið at teimum tuflunum, tí tær skuldu vera so ringar fyri fótablaðið. Um somu tíð brúkti fólk tó eisini tufluleður av barkaðum kíkum og karðaleðri.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933