Skip to main content

Hórald bóndi

Um Hórald bónda, sum búði frammi í Langoyru í Saksunardali, eru mangar heilt ymiskar sagnir. At har hevur verið búsetur, er skilligt. Sjálv húsagrundin er gjørd til eina rætt, og hon kallast nú fyri Hóralds toftarætt; úthúsgrundir hava verið, men grótið av teimum er tikið til kráir, rættargarð og annað. Teigalendið sæst skilliga.

Nær Hóraldur hevur búð har, kann ikki sigast nakað álítandi um, tí sagnirnar um hetta eru sum nevnt ymiskar, men sum eg kann ætla eftir teimum, skuldi tað verið í minsta lagi eini 300 - 400 ár síðani.

Søgnin sigur, at hann við øllum sínum heimi skruddi burtur, og at hetta skuldi henda í toybil. Hetta sýnist eisini at vera tað mest trúliga.

Tað kann eisini hava verið av vatnskriðu, so mikið hevur hent har síðani. Nú eitt summarið skruddi ein partur av rættini burtur, og tað, ið eftir stóð, fyltist við sandi, mold og gróti.

Bóndin skuldi eiga eitt barn, sum, tá vanlukkan hendi, ikki skuldi vera størri, enn at tað lá í vøggu. Øll líkini skuldu vera illa farin, uttan tað av pápa bóndans.

Hvalvíksbóndin og ein saksunarbóndi skuldu vera burtur í haga sama dagin sum van-lukkan hendi, og raktu teir tá við skaðatilburðin. Saksunarbóndin fór alt fyri eitt niðanaftur til Saksunar fyri at gera seg til at fara til Havnar at melda skaðan. Men hvalvíksbóndin varð fyrr. Tá ið hann var komin heim aftur úr haganum, fekk hann mannað bátin hjá sær til havnarferð. Garðurin bleiv tá festur av hvalvíksbóndanum.

Søgnin er, at ein vestmannabóndi var tann triði, ið ætlaði sær at fáa tað sokallaða frammídalafesti, men bleiv ov seinur eins og saksunarbóndin.

Tað er mangt, sum týðar uppá, at Hóraldur var útflytari úr Saksun. Millum annað kann nevnast, at Svartáar bøndur enn taka triðingin av bygdarinnar lunnindum (reka o. ø.) og av fuglabjørgum. Hagaparturin á Kvíggjarhamri er til 11 merkur. Dúvugarðahagapartur er eisini til 11 merkur, teir báðir Svartáar bøndurnir hava 4 merkur hvør, 8 merkur tilsamans; tað man tí vera eyðsæð, at Hóralds festi (frammídalafestið) er frábýtt svartáartriðinginum.

Seyðamaður Joen Jacobsen í Hvalvík (Jógvan uppi í Geil) kom fyri nakað síðani við torvskurð frammi í Dal (frammi á løkini) niður á eina grøv, sum kundi verið frá tí tíðini, tá ið Hóraldur skruddi burtur við heimi sínum.

Nakað hevur verið niðurgrivið har. Av tí at henda grøv er grivin niður í mógv, er vatn, sum hevur sett niður í hana, ikki sloppið burtur frá - grøvin stóð full av runuvatni.

Á botninum lógu nakrir langir, klænir steinar (dánaðir sum brýnir) tvørtur um undir nakað av rotnum viði, sum mest sum var komið til mold. Runuvatnið var blandað við nakað, ið líktist feitti, og í hesu feitevju vóru nakrir smærri at kalla fastir, ljósir feittklumpar, og oman á øllum hesum, undir tí føstu moldini, sum var um grøvina, lá ein flatur steinur; honum var tíverri nakað brotið burturav.

Tvørtur yvir grøvina var væl av mold uppkastað, so tað líktist einum lítlum gravheyggi.
Teir klænu steinarnir vóru ikki tiknir har nærindis, tí har eru eingir slíkir at finna, men meira enn ein hálvan fjórðing upp frá hesum staði, móti fjallinum, kallað: í Kinninum, finnast steinar av hesum slagi, so teir vóru ivaleyst tiknir haðani.

autocad license autodesk alias 2010 for mac pdm works and autocad electrical buy cheap software autocad civil 3d 2010 32 and 64 bitHesin grevstur er o. u. 200 m niður frammi frá Hóralds toftarætt.

Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938