Trøll Pæturs
Um søgan er sonn, veit eg ikki, eg skal ið hvussu er siga hana, sum hon er søgd fyri mær. Pætur, ið hoyrdi trøllið, minnist eg ikki, tað eru um 30-40 ár, síðan hann doyði, men trøll Pæturs havi eg hoyrt tiltikið alla mína tíð.
Pætur var ættaður av Viðareiði; hann búði á Stræti á Kirkju. Í sínum ungu árum var hann húskallur inni í Stovu í Hattarvík. Eitt summarið seinnapartin ein leygardag vóru góð líkindi at fara inn í Vík (Skarðsvík) at fleyga dimmilunda. Leygarkvøld vóru menn annars aldri vanir at fara burtur at fleyga, men sum sagt, fleygalíkindini vóru góð, og Pætur mátti av stað.
Hann tók stong og lundasnøri og fór so til gongu. Á vegnum hitti hann Mikkjal, ið var burturi í torvi. Mikkjal spyr Pætur, hvar hann ætlar sær. “Inn í Vík at fleyga dimmilunda”, svarar Pætur. Mikkjal minnir hann á, at tað er leygarkvøld, og heldur, tað er beinast, hann ikki fer burtur at fleyga í kvøld; men hesum lurtaði Pætur einki eftir og fór aftur til gongu.
Hann gekk dúgliga, og skjótt var hann í Tjúkkurð. Hann bindur sær stongina í og setir seg í sessin fyri uttan Klovastein, ið er besti fleygasessur í Tjúkkurð. Tað var, sum Pætur væntaði, áðrenn hann fór frá húsum: nógvur lundi var at, og væl teir flugu; hann fór at fleyga alt fyri eitt, sum hann var setstur.
Tá ið hann hevði fleygað nakrar, hoyrir hann ógvuligan gang í vøllinum uppi uttan fyri sessin, men har var einki at síggja. Eisini lundarnir hoyrdu hetta óljóðið; tað sást á ringinum, ið fleyg tvørtur við. Tað kom so knappur støkkur í ringin, hvørja ferð hetta óljóðið var at hoyra.
Alt varð hetta tramanskapið at nærkast Pæturi, og tá ið ein løta var liðin, ljóðaði tað dygst við sessin. Pætur var trekur at rýma, tí nógvur var lundin, men helt hetta trøllið so við at leika í, mátti hann rýma.
Verri og verri leikaði trøllið í, sum tað nærkaðist Pæturi, tað ljóðaði stundum sum hundagleps, og stundum var tað meira líkt fólkamáli. Øgiligt tókti Pæturi nú vera at sita; tað var fyri honum, sum jørðin skalv, sum hetta trøllið leikaði, og tí helt hann vera ráðiligast at rýma.
Hann tók lundarnar, hann hevði fingið - um tjúgu í tali – bant teir upp í lundasnørið og fór so til gongu, men trøllið fylgdi honum, tað vil siga, undir honum, har hann gekk, leikaði tað við sama lag. Pætur royndi at ganga skjótt fyri at sleppa undan hesum tramanskapinum, men einki batti; trøllið leikaði í vøllinum undir honum langt heim um Tjúkkurð, heim undir Neytadalshamrar, og verri og verri leikaði tað í. Pætur væntaði hvørja løtu, at hetta trøllið, sum hann ikki ivaðist í var sjálvur hin argasti, fór at lata seg til sjóndar, men so var ikki. Tað seinasta glepsið, hann hoyrdi til trøllið heimi undir Neytadalshomrum, var tað øgiligasta, men so hoyrdi hann tað ikki aftur, og glaður var Pætur.
Hann rann, tað hann var mentur, at húsum. Mikkjal, ið enn var burturi í torvi, sá Pætur koma og spyr, hví hann er so skjótur heimaftur. Pætur svaraði ikki, men rann líka til hús.
Síðani hevur trøll Pæturs altíð verið tiltikið.
Hans Mikael Jacobsen, “Jól í Føroyum”, 1933.