Skip to main content

Harra Klæmint

english homework help app capstone research paperUm harra Klæmint, sum prestur var í Sandoy á sinni, eru nógvar frásagnir. Meira hugsaði hann um vinningin enn um prædikuna. Fátækur var hann, tá ið hann kom til Føroya, og átti ikki meira, enn hvat ið kundi vera í einum klæðsekki; men so væl dugdi hann at kradda undir seg, at, tá ið hann var á gamals aldri, var hann ein ríkiskroppur og átti 60 ognarmerkur. Ikki tók hann pening sum gjald frá nøkrum manni, men bert jørð.

Hungursár vóru í Sandoy í harra Klæmints tíð, og fólk heittu tí ofta á prestin í neyð teirra. Ein maður kom hungursvøltur til hansara í Todnes prestagarð og bað hann leska seg eitt lítið av mati. Klæmint gav honum ein válgara uppá tey kor, at maðurin læt honum tað jarðarstykki afturfyri, sum enn á døgum kallast “Válgarateigar”. Tað eru tríggir teigar uttan fyri Todneshús sum eitt skarð burtur úr einum áttatiáli, ein teig fyri hvørt riv í válgaranum.

“Biskupsjarðir”, tvær merkur undir Fjalli burtur av Klettagarði, fekk harra Klæmint eftir Sakansson (son Sakans í Dímun). Prestur og Sakanssonur áttu báðir Norðbingaskor í felagi. Eina ferð, sum Sakanssonur var farin at draga lírar í skorini, fall hann, og tað var hansara bani. Prestur helt fram, at hann hevði farið óreiðiliga at, tí at hann hevði drigið fyri seg einsamallan, tó at báðir áttu skorina, og tók so báðar tvær merkurnar til sín, men læt einkjuna hava eina áttatiál eftir innangarðs (Guddurygg). Tvær merkur og fýra gyllin (áttatiál) átti Sakanssonur.

Andras undir Brekkuni átti eina hálvmørk, sum Klæmint lúrdi eftir at fáa. Í deyðstund Andrasar kom prestur at avloysa hann og vildi fáa jalov upp á jørðina afturfyri; men ikki vildi Andras lata meira enn eina áttatiál fyri avloysing sína, og harvið varð prestur at lata sær eftirlíka.

“Bænadiktsmerkur” eita tvær merkur av Klettagarði. Ein einkja við tveimum døtrum átti tær. Klæmint lokkaði festibrævið frá henni og fekk henni tað ikki aftur, men fór til fútan við tí og vildi hava hann til at festa einum sonarsoni sínum merkurnar. Báðar døtur einkjuna vóru býttar, segði hann. Fútin spurdi genturnar, um tær vóru trúlovaðar, ella um tær ongar fríggjarar vistu sær. Tær søgdu nei til bæði, og so festi fútin sonarsoni Klæmints, Klæminti á Klettum,  merkurnar.

Ein maður uttan fyri Á, eyknevndur Skrummarin, stóð og velti niðri á Krossi eitt várið. Harra Klæmint gekk til hansara ímillumat og beyð honum bæði kjøt og annað fyri at fáa hann til at lata sær tað jarðarstykki, ið kallast “á Skrummarsfløtti” undir Reynatúgvu. Prestur átti Høgubrekku, tætt út til Skrummaransfløtt, sum hann vildi so fegin hava afturat. Ein dagin, sum prestur hitti Skrummaran úti á bønum og gav seg í holt við hann, komu teir til ilnar, og vóru báðir reystmæltir. Prestur sló Skrummaran og eggjaði honum til at sláa seg aftur - ætlan Klæmints var at fáa hin til at fyrigera ogn sínari. Skrummarin tók til at lemja prestin, men prestur gjørdi ikki vandari enn, at hann tveitti seg niður og rópaði neyðarróp. Fólk komu til, men Skrummarin kundi taka vitni uppá, at prestur hevði sligið fyrri, so Klæmint fekk onga sekt við honum ta ferð. Men eftir hetta hugsaði Klæmint altíð um, hvussu hann skuldi sæta honum, og seinnu ferðina vignaðist betur.

Ein tjóvur var heima á Sandi, sum kallaðist Runti. Einaferð hevði hann stolið eina kúgv og grivið hana niður í eina grøv uttan fyri Á, kallað Runtagryvja, og takt útyvir. Sum fólk leitaðu, hoyrdu tey kúnna belja niðriundir og fingu hana so aftur. Í Runtaurð undir rókunum uppi í haganum í Húsavík hevði Runti sær skjól. Eitt glopp er har, sum nevnist Runtahol, ímillum tveir óførar steinar. Har varð hann funnin av einum seyðamanni, Magnus, sum var burturi í haga og sá royk koma uppúr, tí Runti hevði fingið sær eld og pott til matgerðar. So varð hann fingin og dømdur til at heingjast uppi á Gálga úti í Nesi. Prestur skundaði undir at fáa Runta dømdan, tí hann kvíðaði fyri, at tað kundi annars koma niður yvir hansara egnu synir. Klæmintssynirnir vóru ikki dælir og høvdu ringt orð á sær; fólk søgdu, at teir høvdu verið uppií við Runta. Siður var tá í tíðini, at tjóvum, ið heingjast skuldu, loyvdist at royna treyt. Kundu teir taka seg tríggjar ferðir upp um gálgatræið, so vóru teir slopnir. Runtin tók seg tvær reisur uppum og var um at taka seg upp triðju ferð; tá rópaði Skrummarin: “Lova mær!”, leyp til og sló Runtan dygt á skøvningin við einum stavi. Søgn er, at prestur elvdi Skrummaranum til at gera Runtanum bága til tess at fáa sak við honum. Tað gekk presti eftir vild: Skrummarin hevði óløgligan atburð í tí, at hann forðaði Runta, og forgjørdi so ogn sínari; men prestur tók við jørðini, ið hann hevði átt. Frá Runta er enn at siga, at hann varð hongdur kortini, og tá kom ikki ein fiskamurtur inn á Bogatanga á Sandi í trý ár. Tað, søgdu fólk, var av tí, at Runti var vorðin hongdur óløgliga.

Ikki gignaðist Klæminti so væl á hvørjum sinni tað, hann hevðist at. Tað gav at bíta við útistovubóndanum í Skúgvoy. Sonur útistovubóndans hevði verið hjá Klæminti presti og lært. So eitt árið, sum útistovubóndin hevði verið í Havn og var á veginum heimaftur til Skúvoyar, fór hann í Todnes at gista hjá presti. Í tvær nætur var hann í prestagarðinum, áðrenn tað viðraði til Skúv-oyar, og fekk vánaligan kost, tóktist honum: blámaðan válgara, turran fisk, tálg og føroyskan drýl. Bóndin spurdi, hvussu mikið prestur skuldi hava afturfyri. Tvær gyllin í jørð, svaraði Klæmint; eina fyri hvørja náttina. Har var einki við at gera: útistovubóndin varð at lata tað, sum prestur kravdi. Eina tíð eftir hetta fór prestur um gjaldið og kom til Skúvoyar. Meðan hann var har, kom illveður á, so hann kom til at liggja veðurfastur og noyddist at taka innivist. Tá vóru bara tvey bóndahús í Skúgvoy: í Stórustovu og »úti í Stovu«. Stórustovubóndin hevði einki húshald, og harafturat vóru prestur og hann óvinir, so Klæmint noyddist at halda til hjá útistovubóndanum. Útistovubóndin gav presti turran fisk, sperðil og føroyskan drýl til mats. Prestur gramdi seg um, at nú var illa vorðið: við øllum tí, sum hann átti, mátti hann nú líða hungur og hall her í Skúgvoy. Tá ið veðrið blíðkaði og farandi var um fjørðin, spurdi prestur bóndan, hvat hann skuldi hava fyri tað, at hann hevði hýst sær. Tvær gyllin í jørð, var svarið. Soleiðis fekk útistovubóndin jørðina aftur, sum prestur hevði fingið av honum.

Klæmint hevði tríggjar høvuðsmenninar í Skálavík í drykkjulag hjá sær: Antinis í Dalsgarði, Jógvan í Skála og ríkasta óðalsmannin í bygdini: Hanus undir Hagabrekku, nevndur »Frænd-Hanus«. Tá ið ein tíð var umlopin, skrivaði Klæmint rokning upp á jørð til allar tríggjar konurnar. Kona Antinisar var eitt gódlív sum hann sjálvur og svaraði einki til; men kona Frænd-Hanusar svaraði, at vildi hann hava nøkur stokkaleggøld, skuldi hann fáa tey: annað fekk hann einki. Kona Jógvans spurdi, um tað var sámiligt fyri ein prest at hava brennivínshandil; hon ræddist ikki søksmál, segði hon.

Tá læt prestur sakina falla. Hanus og Antinis báðir góvu uppat við at drekka. Hanus kom at vera av raskastu monnum í Føroyum til at rudda jørð og leggja inn traðir; men Jógvan vildi ikki lata av við sínari brennivínsdrekking, og varð tað hansara deyði.

Synir Klæmints vóru yvirgangskroppar og rammir til at stjala frá pápanum sum frá øðrum. Lomb stjólu teir frá pápanum úr Høvdahaga og lugu so fyri honum, at tað vóru traðamenn, sum stjólu, Klæmint trúði tilskilan teirra og ætlaði at bannseta tjóvirnar frá prædikastólinum, tó at Jógvan Mortansson, bóndi í Trøðum, bað hann varnast og segði við hann, at tað vóru hansara egnu synir, ið stolið høvdu. Sunnudagin, sum prestur skuldi lýsa bannið, fór Jógvan bóndi í kirkjuna - hann var deknur og av tí kallaður Prest-Jógvan. Á veginum møtti hann einum neyðar konufólki, sum kom úr Todnesi við svintuni fullari av seyðakjøti, Jógvan spurdi, hvat hon hevði í svintuni. Hon segði honum frá og vælsignaði prestasynirnar, sum høvdu givið sær kjøtið (átta stykkir hevði hon fingið og huppin við). Jógvan bað hana lata seg fáa kjøtið at beina fyri, at tað skuldi ikki vera henni at skaða; tí tað var stolið. Hon skuldi fáa eitt heilt krov afturfyri, segði hann. So flýddi hon Jógvani kjøtið; hann fór beinan vegin og tveitti tað í Ervaker (í ánni niðan fyri træbrúnna, ið nú er) og fór so í kirkjuna. Fýra ljós vóru tendrað og brendu á altarinum, meðan prestur lýsti bannið. Tá ið liðugt var, tók Jógvan og kastaði ljósini, hvørt í sítt hornið av kórinum. “Nú er bannsett,” segði hann, og bað so ansa væl eftir fólkinum, tá ið tey fóru úr kirkjuni. Prestabøn skuldi fata, og fata gjørdi hon her. Tá ið fólk fór úr kirkju, var ein sonur Klæmints farin blindur upp í uttastu brík; hann viltist, tí hann var blindaður, og fann ikki út aftur. Tríggir synir Klæmints sótu um pottin heima og kókaðu sær kjøt; men í sama bili sum bannið var lýst, sprakk potturin. Ein kolaðist illa, og hinir báðir merktust. Prestur settist á hestin og reið  heimeftir, men tá ið hann kom at Hviná, datt hann av og breyt beinið. Síðan var hann lamin og varð kallaður Halti Klæmint.

Klæmint og sonurin Pætur (kallaður “harra Per”) vildu altíð vera hvør ímóti øðrum. Símun við Á í Húsavík var vorðin djevulsettur. Harra Klæmint royndi at reka tann ónda andan út úr honum, men ikki batti - Símun var alt at versna. So fór harra Per, sum var hjálparprestur hjá pápanum og hevði garðin á Sondum, til Símunar. Tá ið hann kom, hevði Símun alt hurl um burl inni hjá sær, seingjarklæðini upp undir loftið. Prestur var kvikur, hevði hendurnar millum herðarnar á honum og segði: “Gå ud, du urene ånd, og giv den hellige ånd rum!« Tá flugu tríggir svartir ravnar út ígjøgnum vindeygað, og Símun batnaði. “Denne regle har jeg studeret dybere end min fader!” segði harra Per. Men tá ið eitt ár var umlopið, var Símun óður aftur, verri enn nakrantíð, og leypst á sjógvin. Líkið rak upp aftur á sandin og var grivið á Tossismýri.

Eitt árið vildu synir Klæmints hava tað til roysnis at gera alt hoyggið, ið pápin átti, saman í eina des, og ikki var tað eiti av hoyggi. Í hoygarðinum í Todnesi gjørdu teir hesa óføru des. Tríggir vóru uppi á hoynum; býtti Símun var ein teirra. Høgt kom upp og væl leið; tá rópaði ein: “Nú síggi eg Koltur!” Men tá ið tað leið fram undir, at kjalast skuldi, tá skeytst hoyggið, tí leysliga var gjørt; tað fall, og fallið var stórt. Teir tveir doyðu, men býtti Símun slapp.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.