Ritan
bmw autocad symbols autodesk for sale download software autodesk autocad raster design 2009 autodesk maya 2013Ein tiltikin gandakelling, eyknevnd Ritan, var í Sandoy á sinni. Hon var slektað úr Túni í Dali og arbeiðskona á Sondum (náðinsgarðinum) hjá harra Peri, ið tá var hjálparprestur hjá faðir sínum, harra Klæmint. Eina ferð sum gandakallurin Jóanis í Porkeri var norðuri at vitja harra Per, fóru teir undir at royna hvør annan til at vita, hvør ið ramari var í gandinum. Meðan lá Ritan alla tíðina í einum skoti og lurtaði. Sum teir kapprøddu, segði Jóanis, at kraftin gekk frá honum: her var fólk inni; men prestur segði nei. Aðra ferð segði Jóanis, at her var fólk inni, og tá segði prestur, at, um so var, so visti tað alt. Á henda hátt var tað, at Ritan lærdi gandin. Síðan, tá ið tað var víst, at hon hevði lurtað, kastaði harra Per hatur á hana og hon aftur á hann. So rýmdi hon frá honum og fór til dóttrina at búgva, ið gift var í Trøðum.
Á prædikastólinum var einasta stað, hvar ið prestur náddi ikki at verja seg fyri Rituni. Eina ferð, sum hann stóð og prædikaði, sást hon at ganga fyri kirkjuvindeygað og kasta tríggjar svartar steinar upp um takið, men fyri hvønn steinin, hon kastaði, fall ein blóðsdropi úr nøsini á prestinum. Tá segði hann: “På dette hellige sted kommer jeg ikke mere; sé, hvor den heks går og hekser der udenfor!” og vendi so prædikuni alt fyri eitt til skilnaðarprædiku.
Ritan doyði út hjá dóttrini í Trøðum. Harra Mikkjal, ið prestur var eftir harra Per, forðaði henni kristna jørð at koma í. Men so tók sonur hennara, Túnamaðurin kallaður, og bar hana eina náttina í einum posa á kirkjugarðin. Tung hevði hon verið honum í lívinum, men tyngri var hon í deyðanum, segði hann. Ikki varð hon uppafturgrivin síðani.
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.