Skip to main content

Jákup Jóansson

term papers on non profit organizations should animals be used for research argumentative essayJákup Jóansson, kongsbóndi í Dalsgarði í Skálavík og sýslumaður í Sandoy, var sonur løgmannin Jógvan Pálsson á Oyri og tók við løgmansembætinum í Føroyum eftir pápan. Um hann er ein frásøgn, hvussu hann giftist og kom til Dalsgarðs.

Jákup fór í fríggjaraferð eitt árið til Sandoyar, og Klæmint prestur loftaði honum beinanvegin, tí hann vildi so fegin hava hann giftan við Kristinu, dóttur sínari. Jákup gjørdi seg út í Todnes í sín besta búnað — prúður og menniligur var hann — hitti prest og fekk góða mótitøku. Hann tosaði við harra Klæmint um, hvat ið hann hevði í kvitta, bar eyga við Kristina og fekk hug á henni. Væl dugir prestur á at skyna, at honum dámar hana, men ikki henni hann. Prestur biður dóttrina vísa honum húsini, tí hann nær ikki sjálvur, sigur hann. Meðan tey so ganga og tosa, ber Jákup upp bønarorð, men fær krakk. Kristinu dámar hann ikki; hon heldur hann vera so misháttan. Hann kærar sína neyð fyri presti, men prestur sigur, at hann hevur ikki farið væl at. “Eg skal fáa tað í lag ímillum tykkara, kom tú aftur seinni. Næsta sunnudag ætli eg mær at hava veitslu, tí tá er føðingardagur mín, og tá ber væl til hjá tær at koma. Meðani skal eg tosa við hana.” Jákup kemur aftur sunnudagin eftir um ta tíð, at prestur er í kirkju. Hann fer tó ikki beint í Todnes, men í kirkjuna. Øll prestafólkini eru í kirkju uttan Kristin; hon stákast eftir í húsinum. Prestur og Jákup fylgjast heim í Todnes og finna Kristina móða av strevi. Prestur letst ikki um vón, men sigur við dóttrina: “Tú hevur ikki biðið gestinum góðan dag.” Hon sigur nei. “Nógv hevur tú at starvast við í dag; far og gev honum hondina kortini.” Hon rættir Jákupi hondina; hann heldur fast, prestur loypur til, leggur hondina á og lýsir signing sína niður yvir tey. So vóru tey trúlovað. Men Kristin var fúkandi óð og vildi ikki koma nær festarmanni sínum. Klæmint helt tó, at hon mundi fara at gevast í endanum, og kom á samt við Jákup um at fáa Antinis, son Unga Jógvans, burtur úr Dalsgarði, sum Jákup tráaði eftir. Antinis var eitt gódlív og ógvuliga ólíkur brøðrunum Símuni og Hanusi. Klæmint kendi honum um, at hann duldi við brøðrunum í ránum teirra og drápum, og náddi at fáa hann koyrdan heim á Klettagarð. So kom Jákup at vera bóndi í Dalsgarði, men ikki batnaði ímillum hjúnini. Hon stongdi seg inni á loftinum, so hann slapp henni ikki nær. Megnarmaður var hann, men varð tó at lúta fyri henni. Eina ferð breyt hann inn á loftið til hennara, men hon tók so ímóti, at hann mátti tvíbuktaður útaftur. Ikki batti at fara fram við óhógv, og hann skifti tí atburð, var týður og blíður og royndi at sýna henni kærleika, men hon var altíð køld. Hvør røktaði sítt, hann sum bóndi og hon sum matmóðir. So stóð við eina tíð. Ein dagin fóru skálavíkingar allir til útróðrar, dalsgarðsbóndin við. Tá ið nakað leið á dagin, brast hann á við ódnarveðri. Ótti kom á heimafólkið um bátarnar, og øll tyrptust út úr húsunum oman á mølina og undir kirkjugarðin til at hyggja. Kristin Klæmintsdóttir var har eisini, ógvuliga tunnliga klødd, tó at ovurveður var. Illa heitin var hon. Bátarnir komu aftur, ein fyri og annar eftir, men einki sást til Dalsgarðsbátin. Alt var veðrið til at herða meira og meira uppá. Kristin varð standandi í ringum skørum og nøkur fólk við henni. Tá rópar ein: “Nú kemur Dalsgarðsbáturin inn ímóti høvdanum!” Hon stóð, til báturin var komin inn á víkina, og fór so heim at húsum.

Níggju mánaðir eftir hetta doyptist í Sands kirkju fyrsta barn Jákups og Kristinar.

-

Jákup Jóansson var tvær reisur niðri, aðra ferð upp á landsins besta. Í teirri fyrru ferðini vardi hann pápa sín fyri ein rangan dóm, sum hann skuldi hava felt yvir norðoyasýslumann. Ì teirri seinnu ferðini skuldi hann royna at fáa Klettagarð lagdan aftur at Dalsgarði, men kom ikki aftur til Føroya og spurdist ongantíð uppaftur. Eingin visti at siga, hvussu hann var komin av døgum. Skrín hansara kom tó aftur til Føroya, og harí var norska lóg og ein altartalva við innskriftini »Jacob Jonsen og Kristen Klemments-Datter.« Altartalvan hongur enn í Skálavíkar kirkju.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.