Skálabáturin
Tað er fram ímóti 100 árum síðani, Jóhannes Jóhannesson, bóndin á Ytraskála, ein morgunin tíðliga fór til útróðrar sjálvur fjórði. Sama morgunin (nakað seint) fór ein toftabátur til Havnar. Hann róði suður nakað eystan fyri Flesjarnar, og hann kom tá so tætt til skálabátin, har menn sótu við snøri longur eysturi, at toftamenn kundu kenna mann-ingina á hinum bátinum.
Veðrið var gott, og toftamenninir róðu sína beinu kós til Havnar uttan at hugsa meira um skálabátin. Men tá ið teir komu longur suður, sóu teir eitt skip koma siglandi inn ímóti Eystnesi.
Eingin bátur kom heim aftur til Skála um kvøldið, og skálafólk gjørdust bangin. Morgunin eftir fóru fleiri bátar út at leita, men einki úrslit.
Í tí burturkomna bátinum var umframt Jóhannes bónda ein, sum nevndist Jógvan í Jógvansstovu í Sjóvartúni. Grundin til hesi húsini skal kunna síggjast enn niðri á bakkanum. Hvørjir hinir tveir vóru, havi eg ikki frætt.
Jóhannes átti ein son, sum æt Hans Petur; hann vaks upp úti á Regni á Toftum og bleiv bóndi á Ytraskála. Hann var pápi til Poul Johannesen, sum er á “Tjaldur” apotekinum í Havn. Einkjan eftir Jóhannes, Anna Suffía, giftist uppaftur við Pætur úr Grógv á Skála; tey fingu saman fimm børn.
Eingin ivaðist í, at skipið, toftamenn høvdu sæð hin morgun, var farið avstað við skálamonnunum. Theodor Weihe á Skála, ein í allar mátar ansmikil maður, hevur sagt mær, at hann hevur hoyrt, at Jóhannes tvær ferðir seinni skuldi vera kendur sum skipsmaður á fremmandum skipi, sum gist hevur Føroyar.
Um somu tíð sum skálabáturin hvarv, mundi ein syðrugøtubátur verið tikin. Teir vóru sunnanfyri við snøri. Mjørki var, og sum menninir sótu og fiskaðu, sóu teir skip koma tætt til teir.
Teir grunaðu ilt og tóku beinanvegin til at rógva inn ímóti Mjóvanesi. Frá skipinum bleiv ein bátur settur út; nógvir mans vóru til róðrar, og teir nærkaðust skjótt gøtubátinum.
Tá ið gøtubáturin kom inn fyri Sekkjatanga, ein kilometur innan fyri Mjóvanes, var skipsbáturin komin gøtubátinum so nær, at gøtumenn eingi onnur ráð vistu sær enn at leggja út frá landi og yvir á tað sterka suðurrákið, sum er hart og kemur nær landinum, og sum styrknar, jú nærri ein kemur Gøtuboðunum.
Nú skipsmenninir sóu hetta, hildu eisini teir frá og róðu so skjótt, at báðir bátarnir nærum í senn komu yvir á tað harða suðurrák.
Skjótt vendu gøtumenn aftur inn av rákinum við teirra lítla báti. Verri gekk skipsmonnunum at sleppa við teirra stóra báti burtur úr tí, so teir máttu fara reiðuliga langt suður eftir rákinum. Nú høvdu gøtumenn góðan fyrimun, og skipsmenninir vendu út aftur til skip teirra.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933