Árant
Ein tiltikin seyðatjóvur var í Svínoy á sinni, sum æt Árant. Hann sat úti á Bø einsamallur í húsi og hevði gróthús at goyma tjóvafolan í. Mest stjól hann úr hjøllum. Eitt hol er fyri handan Hálsar norðuri á Hjalla, sum rópast Árantsholið, um ein fjórðing frá bygdini; tað er hálvan fjórðing inn undir jørðina, men so myrkt og trongt, at eingin maður hevur gingið allan vegin inn í tað. Har innií fletti Árant tann seyð, hann tók, og bar heim í gróthúsið so hvørt, sum honum tørvaði á. Svínoyingar høvdu illgruna á, at hann stjól, ansaðu eftir honum og raktu við hann, men tordu ikki at taka hann, tí hann lovaði teimum ilt, og teir hildu hann duga gand.
Í kirkjugarðin gekk hann at ræna tey deyðu og taka líkverju og hár av teimum. - Ein støða var inni undir Eiggjarshellu, hálvan fjórðing í landnyrðing frá húsunum. Har vóru svínoyingar at byrgja fyri við stórum klettum, tí at Árant tók seyðin tann, sum søkti sær ból har innií um veturin.
Einaferð hevði øll fjallskipanin verið á fjalli fyri handan Hálsar til at taka seyð. Tá ið teir høvdu tikið tað, teir vildu, og fóru heim, kom Árant gangandi við einum torvleypi. Hann setti hann frá sær, gjørdi seg inn á seyðin, ið sleptur var úr rættini, tók tvey lomb úr gonguni og bant tey niður. Jógvan, húskallur heima í Stovu, vendi sær við og sá Árant taka. Hetta vardi Árant, tók annan veg enn húskallurin, og so kvikur var hann á føti, at hann møtti húskallinum fyri durunum hjá bóndanum í Smørgeil, sum átti hesi bæði lomb, ið Árant hevði tikið. Árant spurdi húskallin, hvar hann fór nú, men hann svaraði: “Til Stóra beiggja at læna mær ein knív at raka skinn við; tí hann hevur so hvassar knívar.” (Stóri beiggi var Símun bóndi í Gulaksstovu). Tá var Árant so kvikur avstað, loysti lombini upp aftur og slepti teimum. - Allir í Svínoy høvdu fingið nakað frá sær, segði Árant seinnameiri, uttan hin langi slúrurin í Gulaksstovu: honum kundi hann einki gera, tí hann var fríggjadagsbarn, føtt fyri middag.
Oftum vóru svínoyingar á tinginum inni í Bø (norðuri í Vági) og kærdu seg um Árant, men alt til einkis. Eina ferð mannaðu teir seg upp, tóku hann og settu tveir menn til at ansa eftir honum, men hann smeyg sær burtur frá teimum. Eina aðra ferð raktu teir við hann úti í haganum, sum hann fór berandi eina stóra ær á nakkanum, og gingu eftir honum fram við bakkanum so hart, at hann varð at sleppa ærini útfyri á Svínoyarnesi. So leyp hann frá teimum. Men ærin kom rekandi inn á Borðoyarvík, og hálsklútur Árants, sum bundin var um føturnar á ærini, varð kendur. So varð hann uppaftur tikin, førdur til Havnar og dømdur at vera útlagin úr Svínoy. Hann fór til Sandoyar at vera og livdi siðuliga har. Ikki tordu svínoyingar at taka hann inn í bátin á lendingini, tá ið teir førdu hann úr oynni, tí teir ræddust gandin, og so tóku teir hann inn á Ommukletti (niðri undir húsunum úti á Bø). Høvdu teir tikið seg inn á lendingini, skuldi hann gjørt teimum tað, segði Árant við teir, at teir fingu ikki máltíð av sjónum í trý ár: men nú fekk hann einki gjørt teimum.
Hav Árants liggur uppi á torvheiðunum slappan fjórðing frá húsunum í Svínoy. Veikir menn kunnu ikki lyfta tí.
Kelda: Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.