Hungursárini 1808-09
Um ta stóru hungursneyðina í Føroyum 1808—09 skrivaði skansakommandanturin, amtmaður Løbner, (tann fyrsti í Føroyum) til rentukamarið í Keypmannahavn. Eg skal, áðrenn eg lati hansara bræv tosa, bert flyta fram nakað lítið um hetta, soleiðis sum eg havi hoyrt tað frá fólki.
Søgnin sigur, og eg havi hoyrt tað frá ymsum hornum, at standurin var so ringur eitt mundi, at gamlir kíkar og homlubond vóru bloytt, kókað og etin; við tarabløðum í munninum lá fólk deytt her og har niðri í fjøruni.
Júst meðan neyðin var størst, kom skiparin Svarrer við farmi til tann kgl. Handilin. Menn vistu, at hann var væntandi higar; men nú var longu so langt síðani, tað frættist, at hann var farin úr Keypmannahavn, at fryktandi var fyri, at hann ikki fór at koma fram.
Stór var frøin um allar Føroyar, tá tað frættist, at nú var Svarrer komin.
autocad lt 2010 32 and 64 bit autocad 2000 free down load buy autocad 14 lynda.com autocad 2011 new features oem autodesk vault mysql autodesk inventor 11 professional mcneill and associates autocad training seattle washingtonÍ yngri árum varð sagt mær av mongum, sum høvdu tað eftir teimum, sum livdu í hungursárunum, at dagin fyri sum Svarrer kom, sat ein hálvbýttur drongur í Havn uppi á einum steini og ruggaði og kvað: „Fyrst kemur hindin, og so kemur grindin!" Skipið kom og grind kom stutt eftir.
Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933