Skip to main content

3 X John í USA

Her stendur Keith Urban við eitt amerikanskt skelti, sum við vegjaðaran sigur John Cougar, John Deere, John 3:16. Hetta er ein sangur, sum er fyrsta staklag á Ripcord (2015). Yrkjarar eru Shane McAnally, Ross Copperman og Josh Osborne. Shane Drake hevur gjørt videofilmin til sangin.

 

Uppgávur:

1. Hvør er Keith Urban? Hvaðani er hann og hvørjum er hann giftur við?

2. Hvat merkja tey trý John nøvnini í heitinum á sanginum?

3. Fleiri nøvn á lutum, støðum og persónum verða nevnd í sanginum. Kennir tú nakað navn? Hvat eru tað fyri nøvn?

4. Hvat symbolisera vegurin, jarnbreytin og bilarnir í sanginum?

5. Kundi tú hugsað tær at ferðast í USA, tá tú hevur sæð filmin og hoyrt sangin? Greið frá hví.

6. Í sanginum verður sagt meir enn einaferð: “I’m a child of a backseat freedom”. Hvussu fatar tú tað?

7. Síggjast nøkur kirkjulig symbol í sanginum?

8. Frá 2:08 til 2:22 verður sungið: “I spent a lot of years running from believing, looking for another way to save my soul/The longer I live, the more I see it: there's only one way home”. Skrivað upp, hvørjar myndir síggjast afturvið hesum 14 sekundum.

9. Lesið hesa grein í Billboardog takið støðu til, um sangarar altíð vita, hvat tað er, teir syngja!

10. Her skrivar Wikipedia um sangin. Hvussu hava 3 ummælarar tikið ímóti sanginum?

 

Sangur við filmi

Sangur við teksti