Skip to main content

Nixon á filmi

 

Nixon á filmi

Nýggjasti biograffilmur við einum amerikanskum forseta er Elvis & Nixon (2016), sum tekur støði í svørt-hvítu fotomyndini omanfyri. Hon er tikin í Hvítu Húsunum á jólum í 1970.

Nýggjasti sjónvarpsfilmur við einum amerikanskum forseta er All The Way (2016), har Breaking Bad-stjørnan, Bryan Cranston, spælir Lyndon B. Johnson.

Í USA er Hollywood, har nógvir spælifilmar verða gjørdir at vísa í biografi, 600-700 um árið. Hóast tvífalt so nógvir filmar verða gjørdir í Bollywood í Mumbai og í restini av India, síggja vit nógv flestar amerikanskar filmar í biografum, sjónvarpi og Netflix. Fremsta filmsland í Evropa er Frakland har um 200 filmar verða gjørdir hvørt ár.

Av amerikansku forsetunum er John F. Kennedy helst tann, sum flestu filmar eru gjørdir um. Tað er ivaleyst tí at hann varð myrdur á opnari gøtu. Drápsmaðurin varð eisini myrdur, og tí eru nógvar søgur, um hann var einsamallur, ella um samansvørjingar vóru millum eystur og vestur, sum eisini høvdu loynilig sambond til Kuba. Abraham Lincoln varð eisini myrdur, og um hann eru eisini nógvar søgur og filmar. Á Wikipedia er ein listi við filmum um amerikanskar forsetar

Richard Nixon var ein forseti, sum livdi eitt lutfalsliga vanligt lív. Hann kom ikki úr múgvandi korum, men tó eru nógvar søgur og filmar um Nixon. 

Nixon var orsøkin til høvuðsevnið í journalistafilminum All The President’s Men í 1976. Nixon varð lýstur sum persónur í filminum Nixon, sum Oliver Stone gjørdi í 1995. Sami leikstjóri hevur gjørt film um tríggjar amerikanskar forsetar. Í 2008 gjørdi Ron Howard filmin Frost/Nixon, sum er um tær samrøður, ið bretski sjónvarpsmaðurin David Frost gjørdi við amerikanska forsetan í 1977. Nýggjasti filmur, har Nixon er við, er Elvis & Nixon (2016). Liza Johnson gjørdi henda filmin við støði í mest umbidnu fotomyndini í amerikanska tjóðsavninum. Fotomyndin, ið sæst omanfyri, er av Nixon og Elvis, sum møttust í Hvítu Húsunum uttan at nakar annar var til staðar.

Filmurin Frost/Nixon fæst til láns á Býarbókasavninum í Havn.

 

Uppgávur:

1. Hyggið eftir treylaranum Elvis & Nixon, sum sæst ovast til høgru. Sagt verður í byrjanini, at filmurin byggir á eina kenda fotomynd, har Elvis og Nixon møttust. Hvørja trygd hava vit fyri, at søgan er sonn, tá eingin annar var til staðar? Ella er tað líkamikið, tá persónarnir eru so kendir?

2. Hvønn týdning hevur tað fyri okkum sjálvi, at hyggja eftir søgum um tey kendu, tað verið seg politikarar, sangarar, fótbóltsspælarar ella aðrar stjørnur og kongalig?

3. Hyggið eftir filminum Frost/Nixon, sum fæst til láns á Býarbókasvninum. Aftur her er galdandi, at bara tveir persónar eru til staðar, at siga okkum sonnu søguna um, hvussu tær kendu samrøðurnar við forsetan komu í lag og fóru fram. Hvussu verður journalisturin lýstur? Finnið lyndiseyðkenni. Hvussu verður forsetin lýstur? Finnið lyndiseyðkenni. Er munur á prefessionella forsetanum og privata persóninum? Eru frásøgusnildi brúkt í filminum, sum vísa okkum eina menniskjansliga mynd av forsetanum? Stendur Nixon forseti sterkari ella veikari í tínum huga, eftir at hava sæð henda filmin?

Elvis & Nixon

All The President’s Men

Nixon

Frost/Nixon