Skip to main content

The End of the West

Amerikanska tíðindakvinnan, Anne Applebaum, heldur at vit heilt skjótt kunnu uppliva so stórar broytingar í vesturheiminum, at tað verður the End of the West. Tað sigur hon í hesum klippinum, sum er úr donsku tíðindasendingini DR Deadline 25. mai í 2016.

Frammanundan hevur Anne Applebaum skrivað eitt lesarabræv, merkt opinion, í amerikansku avísini Washington Post. Yvirskriftin er: Is this the end of the West as we know it?

Í lesarabrævinum nevnir skrivarin trý vandamál, sum lættliga kunnu henda í USA, Bretlandi og Fraklandi. Hon sigur, at eftir einum ári kunnu hesi vandamál forkoma okkara fatan av vesturheiminum.

 

 

Uppgávur:

1. Hvør er Anne Applebaum? Er nakað, sum ger hana til eina trúverdiga keldu, sum vit eiga at lurta eftir?

2. Hvørji trý vandamál, sum kunnu broyta Vesturheiminum, vísir Anna Applebaum á í tíðindasendingini hjá DR Deadline og í lesarabrævinum í Washington Post?

3. Hvat varð úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bretlandi um limaskap í ES 23. juni í 2016? Hvat segði bretski forsætisráðharrin, David Cameron, tá úrslitið varð greitt?

4. Kringvarpið hevði egið frásøgufólk í bretska høvuðsstaðnum, tá fólkaatkvøðan um limaskap í ES varð hildin. Hvør er munurin at hava egið frásøgufólk á staðnum, heldur enn at endurgeva tað, sum onnur siga?

5. Avísin Washington Post bleiv kend í 1970’unum, tá tveir journalistar avdúkaðu nakað, sum bleiv til bæði eina bók og ein film við heitinum All The President’s Men. Hvat var tað, sum bleiv avdúkað? Hvør varð avleiðingin fyri amerikanska forsetan í 1974?

6. Hyggið í føroysku bløðini í eina viku og hefti tykkum við lesarabrøv og tíðargreinar. Hvør er munurin á einum lesarabrævi og eini tíðargrein? Hvør skrivar lesarabrøv og tíðargreinar?

7. Hava tit nakrantíð skrivað eitt lesarabræv?

8. Hvat kann úrslitið verða av einum vælskrivaðum lesarabrævi? 

 

Farvæl, Evropa!

Undir yvirskriftini Farvæl, Evropa!skrivar Heini í Skorini í Dimmalætting 15. juli í 2016 um sama evni, sum Anne Appellbaum omanfyri. Lesið greinina og loysið hesar uppgávur við støði í tekstinum:

 

Uppgávur:

1. Hvør er Heini í Skorini?

2. Hvønn tosar Heini við í greinini Farvæl, Evropa, og hvussu fer samrøðan fram?

3. Hesin verður nevndur "superevropeari". Hvat er tað?

4. Hvat er Róm-sáttmálin í 1957?

5. Hvat kann henda við ES-samstarvinum, um Bretland fer úr ES og kortini fær góðar avtalur?

6. Hvønn búskaparligan týdning hevur Bretland í ES og í heiminum?

7. Í 2008 atkvøddu grønlendingar fyri at fara úr ES. Í 2016 atkvøddu bretar fyri at fara úr ES. Er tað hent fyrr, at ein sjálvstøðug tjóð er farin úr ES-samstarvinum?

8. Hvat kann henda innanríkis í Bretlandi, tá hugsað verður um Skotland og Norðurírland?

9. Hvørji tvey lond eru mest avgerandi í Evropa?

10. Hvørji eru tey fýra frælsini í innara marknaðinum í ES, og hvønn týdning hava tey?

11. Hvussu verður gongdin í fólktalinum í Afrika næstu 30 árini, sammett við Evropa í dag?

12. Higartil hava evropeisk landamørk í stóran mun verið opin. Hvussu metir "superevropearin" framtíðarútlitini hesum viðvíkjandi í endanum á greinini?