Skip to main content

Brúdleypstala

revise my paper 30 60 90 business plan best buyTú skalt í brúdleyp og ert biðin um at halda eina talu. Áðrenn tú skrivar taluna, skalt tú taka støðu til, um munur er á, um brúdleypið er millum tvey samkynd, tvey hinskynd, tvey tvíkynd, ella tvey tvørkynd. Brúdleypstalan er ein A4 síða við pkt 12 stavum, tað er á leið 2400 tekn við millumrúmi, og skal ikki verða longri enn 3 minuttir at bera fram. Nú skrivar tú taluna til brúdleypið og minst til, at tey, ið giftast, standa tær nær.

 

Uppgáva:


1. Grundað yvir, hví akkurát tú skalt halda hesa taluna.

2. Savna stikkorð til taluna.

3. Finn úr rúgvuni trý lyklaorð, sum í virðisgrundarlagi binda tykkum saman.

4. Skriva taluna út frá hesum trimum orðum.

5. Nevn dømi um felags ítøkiligar upplivingar, sum kanska hava sett tykkum í eina avbjóðandi støðu.

6. Tala eisini til kenslurnar hjá gestunum.

7. Lærarin velur minst ein í flokkinum at framføra brúdleypstaluna.