Skip to main content

Nógv umrødda § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini

an essay about a journey agriculture essay english paper hssc federal boardSnar spyr Torkil V. Rasmussen, løgfrøðing og undirvísara á Fróðskaparsetri Føroya, um týdningin av nógv umrøddu § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini, ið viðvíkur signing av borgarligum hjúnabandi.

Torkil leggur afturat samrøðuni, at tað er ein spurningur, nær ein prestur hevur skyldu at víga, tí atlit skulu takast at átrúnaðarfrælsinum hjá einstaka prestinum.

- Viðvíkjandi mannagongdini, nú uppskotið er samtykt, er málið tó ikki loyst eftir einum degi, tí talan er um tríggjar broytingarlógir, sigur Torkil og vísur til, at tvær teirra skulu setast í gildi av avvarðandi danska ráðharranum, og tann eina skal leggjast fyri Fólkatingið. Tær tríggjar broytingarlógirnar eru Lov for Færøerne om rettens pleje, Lov om ægteskabets retsvirkninger og Lov om ægteskabets indgåelse og opløsning, eisini kallað hjúnabandslógin.

- Tær báðar síðstnevndu broytingarlógirnar kunnu setast í gildi við kongligari fyriskipan, sum er eitt slag av kunngerð, ið avvarðandi danski ráðharri kann seta í gildi fyri Føroyar, tí at danska heimildarlógin ásetir: "Loven, bortset fra § 3, kan ved kongelig anordning helt eller delvis sættes i kraft for Færøerne og Grønland med de ændringer, som de færøske og grønlandske forhold tilsiger."

Fyrstnevndu lógina skal Fólkatingið seta í gildi við broyting í Lov for Færøerne, tí tað er ikki heimild fyri at seta hana í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan eins og í hinum báðum førum.

Tó ásetir samtykta broytingaruppskotið hjá Løgtingsins trivnaðarnevnd, at hjúnabandslógin ikki kemur í gildi, fyrr enn grein 14, stk. 2 er strikað ella umorðað:

“Anordningen træder i kraft, når § 14, stk. 2 i anordning om ægteskabs indgåelse og opløsning er ophævet eller omformuleret således, at den ikke giver ret til velsignelse af borgerligt indgået ægteskab mellem to personer af samme køn.”

- Sostatt skal løgtingið helst samtykkja enn eitt ríkislógartilmæli um, antin at strika ella orða grein 14, stk. 2 av nýggjum, sum síðan aftur skal latast avvarðandi danska ráðharranum, sum - treytað av, at allir heimildarspurningar eru í lagi - kann seta ta seinnu broytingarfyriskipanina í gildi fyri Føroyar. Tá kemur tann fyrra fyriskipanin í gildi, og ikki fyrr enn tá kunnu samkynd giftast borgarliga í Føroyum, sigur Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur.

Oliari móti Italia

Tann 21. juli í 2015 dømdi evropeiski mannarættindadómstólurin í Strassbourg (EMD) Italia fyri at hava brotið artikul 8 í evropeiska mannarrætindasáttmálanum (EMRS), ið verjir rættin til familjulív.

- Málið varð ikki lagt fyri Stórkamarið hjá EMD, og tískil gjørdist dómurin hjá fyrsta instansi endaligur tann 21. okt. 2015, tí mann hevur vanliga eina tríggjar mánaða freist at skjóta dómin fyri Stórkamarið, sigur Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur.

- Málið snúði seg í stuttum um trý pør av samkyndum monnum, sum stevndu Italia fyri ikki at heimila samkyndum at giftast, ella at ganga í okkurt slag av skrásettum parlagi, ið eru dømi um skipanir, ið tryggja samkyndum pørum grundleggjandi borgarlig rættindi til eitt nú at arva hvønn annan og at uppihalda hvørjum øðrum, sum vanligar avtalur ikki kunnu tryggja á nøktandi hátt.

Sambært EMD hevði ein meiriluti av teimum londum, sum hava tikið undir við EMRS, tryggjað samkyndum hesi rættindini við lóggávu, ið heimilar samkyndum hjúnabandi, skrásettum parlagi ella líknandi. EMD kom til ta niðurstøðu, at Italia hevði sostatt brotið sínar skyldur sambært EMRS grein 8 við ikki at tryggja samkyndum parløgum hesi rættindi og skyldur, sigur Torkil V. Rasmussen.

- Føroyar innlimaðu EMRS í sína lóggávu tann 1. mai í 2000. EMRS er sum rættarkelda á hægri støði enn vanlig lóg, og áleggur Føroyum skyldur at tryggja og virða grundleggjandi politisk og borgarlig rættindi. Sostatt hava Føroyar eisini skyldu at fylgja venjuni hjá EMD, tá ið EMRS verður tulkað.

- Áðrenn hjúnabandslógin kemur í gildi, eru Føroyar og Italia, mær vitandi, tey einastu londini í Vesturevropa, ið ikki tryggja samkyndum pørum nøkur grundleggjandi borgarlig rættindi til familjulív, samsvarandi EMRS grein 8, sigur Torkil V. Rasmussen at enda.

 

Uppgávur:

1. Hví sigur løgfrøðingurin, at tað ikki er neyðugt at lóggeva um signing av hjúnabandi?

2. Metir løgfrøðingurin, at tað er neyðugt at strika ella at broyta § 14, stk. 2, um vit vilja nokta samkyndum kirkjuliga signing?

3. Í hvønn mun metir løgfrøðingurin, at prestar í fólkakirkjuni hava eina skyldu at signa eitt borgarligt hjúnaband?

4. Nær kunnu samkynd væntandi giftast borgarliga í Føroyum?

5. Nær innlimaðu Føroyar EMRS í sína lóggávu?

6. Hvat merkir dómurin Oliari móti Italia fyri skylduna hjá Føroyum í mun til EMRS grein 8?