Skip to main content

Politikararnir eru eisini í samkomum

 

homework help cost accounting answers for math homework college essay nursingÍ triðju viðgerð av hjúnabandslógini staðfesti Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum á tingsins røðarapalli, at málið um broytingar í hjúnabandslógini var ein trúarspurningur fyri hvønn einstakan løgtingslim. Harumframt er hetta ikki eitt samgongumál, og er ti heldur ikki nevnt í samgonguskjalinum.

Vit hava frælsi at skipa okkum í flokkar, feløg og samkomur.

Átrúnaður er ítøkiligur hjá mongum, og Kringvarpið hevur hvønn dag átrúnaðarligt tilfar, sum nógv lurta eftir. Tí hevði tað ikki verið í tráð við fólkaræði at avmarka tað samband, sum nógvir politikarar ofta hava við samkomur.

Í hesum báðum sjónvarpssendingunum niðanfyri sæst løgtingskvinnan Hanna Jensen saman við tveimum mannligum politikarum, Jenisi av Rana og Jógvani á Lakjuni. Tey ganga øll trý í hvør sínari samkomu.

Hanna og Jenis

Hanna og Jógvan

Á egna Facebookvanganum skrivar Heini í Skorini, PhD lesandi og freelance journalistur á donsku Weekendavísini, m.a. soleiðis:

- Í Trivnaðarnevndini hevur ein samkomuleiðari fyri og annar eftir greitt løgtingslimum frá, hvat gud heldur um samkyndleika. Eg havi einki ímóti slíkum hoyringum, men uttan mun til, hvussu nógv tær fýra, sum eiga uppskotið, hava roynt at stýra uttan um átrúnað, so insistera ávísir løgtingslimir uppá, at hetta er ein spurningur um gudfrøði. Hetta er ein spurningur um, hvat gud heldur um samkyndleika. Samstundis bedýra partar av ja-síðuni, at vit sgu eisini eru kristin, og so fer ein tulkingarkampur í gongd. Ein kampur um, hvør umboðar tann “sanna” kristindómin. Eg skilji væl hendan tørvin, tá summi átaka sær leiklutin sum talsfólk í guds kosmisku ætlan, og tað tænir allarhelst einum positivum endamáli, at fleiri konkurrerandi versjónir av kristindóminum verða bornar fram á torg, so fólk hava nakrar valmøguleikar. Men eg undrist samstundis á, at fleiri politikarar ikki greitt og týðiliga vraka hesa premissuna fyri kjakinum. At fleiri politikarar ikki greitt og týðiliga siga, at tað kann væl vera, at Paulus fordømdi samkyndleika í sínum brævi til samkomuna í Róm ella Korint, ella at gudurin í Gamla Testamenti ikki brýggjar seg um samkynd, men tað er nú ikki vist, at Bíblian er ein væl egnaður politiskur manualur í øllum lívsins spurningum. Tað er nú ikki vist, at ráðandi normar í oyðimørkini í Miðeystri í bronsu- og jarnøldini skulu diktera føroyskt lógarsmíð anno 2016.

 

Uppgávur:

1. Greið frá, á hvønn hátt Hanna og Jenis verða lýst í fyrru sendingini.

2. Hvat hava tey bæði í felag?

3. Hvør er leikluturin hjá sjónvarpsvertinum í seinnu sendingini, har Hanna og Jógvan eru saman og kjakast?

4. Hvør er munurin á kjaksendingum sum hesari og fyrra slagnum av sending, har vit uttan kjak fáa innlit í gerandislív hjá politikarum? Met um, hvør sending stendur sterkari í tínum huga.

5. Hvussu eydnast uppgávan hjá vertinum? Tak støðu til, um munur er á monnum og kvinnum, tá tey í hesum føri tosa fyri seg. Hvussu er kropsburðurin hjá Jógvani samanborin við kropsburðin hjá Honnu, meðan tey kjakast í seinnu sendingini?

6. Hvat meinar Heini við, tá hann á Facebookvanganum umtalar Bíbliuna sum ein manual?

7. Hvat eftirlýsir Heini í kjakinum um samkyndleika og átrúnað?

8. Ber saman brotið um lobbyismu her á temasíðuni og tak støðu til, um knýtið hjá politikarum við samkomur, á nakran hátt kann gerast lobbyisma.

9. Nær eru lobbyistar góðir, og nær eru teir ringir?

10. Kunnu politikarar sjálvir átaka sær leiklutin sum lobbyistar á tingsins røðarapalli?