Skip to main content

Søgan um hitt slagið

“Hitt slagið” hava samkynd ofta verið kallað í føroyskum bókum, miðlum og túnatosi.
human services term paper dissertation on predestination and graceKringvarpið hevur í 2015 havt tvær sendingar við hesum heiti:

Av hinum slagnum – útlegdin

Av hinum slagnum – glíðibreytin

 

Í eini útvarpssending í 2016 eru ein politikari og ein sálarfrøðingur sett saman at tosa um tey børn, sum vaksa upp í samkyndum parlagi.

Í eini sjónvarpssending í 2015 verður staðfest við dømi, at samkynd ikki flyta heim, so leingi tey ikki kunnu giftast borgarliga. 

 

Uppgávur:

1. Hvat liggur í besta og í ringast føri í vendingini “hitt slagið”?

2. Hvat liggur í heitinum “glíðibreytin”?

3. Verða samkynd sett undir óneyðuga hart trýst, tá Kringvarpið tosar við serfrøðingar um børn, sum vaksa upp í samkyndum parlagi? Eru samkynd betri ella verri foreldur enn onnur?

4. Verða samkynd brúk sum pressión, trýst, at fáa politikarar at akta og gera, sum tey siga, tá umræður at kunna giftast borgarliga?