Skip to main content

Tveir felagsskapir

 

“Ja til hjúnabandið” er felagskapur, sum hevur verið sjónligur í sambandi við ætlanina at broyta hjúnabandslógina. Snar hevur spurt talsmannin, Arna Zachariassen, hvør felagsskapurin er, hvat hann stendur fyri, og hví tey eru farin undir hetta átak beint nú. Í føvninginum hevur Arni sonin Hákun.

LGBT er felagsskapur, sum hevur verið sjónligur í kjaki og tiltøkum, millum annað undan ólavsøku. Snar hevur spurt talsmannin, Eiler Fagraklett, hvør felagsskapurin er, hvussu er hann skipaður, um útlendsk sambond og hvat endamálið er.

 

Uppgávur:

1. Berið báðar felagsskapirnar saman. Hvørjir eru málbólkarnir? Hvør er søgan hjá felagsskapunum? Eru orð, sjónarmið og vendingar, ið víkja frá og kundu bent á, at felagsskapirnir greitt venda sær til ymsar bólkar í samfelagnum? Skrivið orðini og vendingarnar niður og gerið eina endaliga sammeting.

2. Lurtið eftir Hallberu Fríðu West tá hon greiðir frá um lobbyismu. Takið støðu til, um báðir felagsskapirnir, Ja til hjúnabandið og LGBT, eru lobbyistar.

3. Nær eru lobbyistar góðir, og nær eru teir ringir?

4. Kunnu politikarar sjálvir átaka sær leiklutin sum lobbyistar á tingsins røðarapalli?