MYNDAVEIÐA og aðrar stuttligar uppgávur. Hvønn dag kl. 11-16.
GER TÍNA EGNU VATNLITAMYND...
...saman við vatnlitamálaranum Jógvani Biskopstø. Tiltakið er hvønn dag kl. 11.30-12.30 og kl. 13.30-14.30. Pláss er fyri 10 børnum í senn og tilmelding er við kassan.
TANN STÓRA RULLANDI FELAGSTEKNINGIN
Kom og ver við til at tekna eina stóra felagstekning um VATN. Vit rulla eitt stórt pappír út so fleiri kunnu tekna í senn. Hvønn dag kl. 11-16. Endaliga tekningin verður løgd út á heimasíðuna www.art.fo.
TÓNLEIKUR VIÐ ANNIKU MALUNARDÓTTUR OG JÓNASI GAARD
Tvey ung talent úr 7.b. í Kommunuskúlanum. Tey spæla nøkur løg í part og eisini okkurt saman. Annika framførir egin løg og Jónas tulkar sangir hjá ymiskum kendum singer/songwriters. Fríggjadagin 18. okt. kl. 15-16.
Mánadag 14. okt – fríggjadag 18. okt
Kl. 11 – 16
Ókeypis atgongd.