• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Regin smiður

 

CCF 1G [I] 

TSB E 51

 

1 Vilja tit lýða á og ljóðið geva,

so er sagt fyrr frá,

Buðlin konga og Gunnar kong,

eg kvøði um báðar tá.

 

2 Sigmund nevni eg

tann jalsins son,

tað var unga Hjørdis,

hon var hans kona.

 

3 So glaðiliga drekka

teir síni jól,

so tíðliga sótu teir

í sín faðirs stól.

 

4 Ófriður gekk á

tað heila helli,

so manniliga vardu teir

tann Buðlin kongins fjøll.

 

5 Ófriður gekk tá

norður við strand,

so manniliga vardu teir

tann ríka kongins land.

 

6 Riðu teir í bardøgum,

lótu tá sítt lív,

eftir livir Hjørdis

Sigmundar vív.

 

7 Hjørdis akslar

kápan blá,

so gár hon á heyggin fram,

sum Sigmundur lá.

 

8 “Liggur tú her, Sigmundur,

søti mín,

eru tey nakað grøðandi,

sárini tín?”

 

9 “Seint manst tú, Hjørdis,

fáa tey ráð,

geva tað smyrslið,

sum grøða kann míni sár.

 

10 Tað sum mest mær skaðan voldi,

tað av eitur var

í svørðinum, teir bóru

ímóti mær.

 

11 Seint manst tú, Hjørdis,

fá tað til ráð,

geva tað smyrslið,

sum grøða kann míni sár.

 

12 Tá ið eg tað fyrsta

sárið fekk,

sundur mítt svørðið

í tógva lutir gekk.

 

13 Tá ið eg fekk tað

annað sár,

inni lá í hjartanum,

hyggi at tú gár.

 

14 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

lat tú tað til smiðju bera,

til ungan son tú fár.

 

15 Tað, ið tú hevur í vónunum,

tað er sveinsbarn,

føð tað væl við alva upp,

gev tí Sjúrðar navn!

 

16 Tað er eiturormurin,

á Glitraheyggi liggur,

Regin hann er góður smiður,

men fáum er hann dyggur.

 

17 Gakk tú teg at fossinum

og kasta stein í á,

tak tú tann av hestunum,

sum ikki víkur frá!

 

18 Tak tær ein av hestunum,

sum ikki víkur frá,

soleiðis verði hann kallaður,

hann eitur Grani grá.”

 

19 Grátandis fór Hjørdis

Sigmundi frá,

allar hennara hirðkonur

stóðu henni hjá.

 

20 Hjørdis fall

í óvit niður,

allar hennara hirðkonur

tær stóðu henni við.

 

21 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundir leið,

hon føddi ein son so fríðan.

 

22 Frúgvin seg við barni gongur

níggju mánar taldar,

til at hennara stundir leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

23 Tað var tá, sum ofta er,

duld er dupul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

24 Tað var tá, sum ofta er,

duld er dupul huga,

frúgvin var gingin í høgaloft,

hon føðir ein son so prúðan.

 

25 Sveipar hon hann í klæðini rein,

tá ið hon bar hann í heim,

Sjúrða beyð hon kalla hann,

tann geviliga svein.

 

26 Sveipar hon hann í klæðini rein,

væl skal ríkan falla,

síðan bleiv hann prestinum borin,

Sjúrða bað hann kallast.

 

27 Barnið bleiv borið frá kirkju heim

aftur til móður sína,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

28 Barnið bleiv borið frá kirkju heim,

sett á móðurs knæ,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

29 Barnið bleiv borið frá kirkju heim,

sett á móðurs fang,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í land.

 

30 Hann vóks upp hjá sínari móður,

Gud gav honum vøkst,

meiri vóks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

31 Hann vóks upp hjá sínari móður,

bæði gevur og bold,

meiri vóks hann í ein mánað

enn onnur børn í tólv.

 

32 Hann vóks upp í ríkinum,

tann geviligi mann,

Hjalprekur kongurin

fostraði hann.

 

33 Hann vóks upp í ríkinum,

sýntist ikki longur,

til hann gjørdist í høggum tung

at berjast við kongins dreingir.

 

34 Hann var seg á leikvøllinum

burtur blant aðrar dreingir,

hvønn tann tíð, teir reiðir vóru,

stóð hans stríð í meingi.

 

35 Hann var seg á leikvøllinum

burtur blant aðrar sveinar,

hvønn tann tíð, teir reiðir vóru,

stóð hans stríð alt meira.

 

36 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær faðir at hevna

enn berjast við os so stórum.”

 

37 Niður settust sveinarnir,

reiðir vóru báðir:

“Líkari var tær faðir at hevna

enn berjast við os so sára.”

 

38 Sveinurin kastar síni eygun

niður á døkka fold,

tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyð,

hann sortnaði sum ein mold.

 

39 Kastar hann svørð og herklæði,

honum lystir ei longur at leika,

hann gár inn for sín sæla móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

40 “Hoyr tú, sæla móðir mín,

sig mær satt ífrá:

hvat var hann á navni nevndur,

sum mín faðir vá?

 

41 Hvat var hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá?

Fall hann fyri hvassa svørð

ella doyði á strá?”

 

42 “Eg kann ikki sannari

siga tær nú frá,

tað vóru teir Hundsins synir,

ið tín faðir vá.

 

43 Tað vóru teir Hundsins synir,

ið tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú livir,

tú sømdir av teim fár.”

 

44 Sjúrður svaraði sínari móður,

alt hvat sum hann kann:

“Oftum hevur vaksið ungur rakki

við hvøssum tonnum í rann.”

 

45 Sjúrður svaraði sínari móður,

alt hvat sum hann kundi:

“Oftum hevur vaksið ungur rakki

við hvøssum tonnum í munni.”

 

46 Hon veik seg at kistuni,

sum nógv var gullið inni:

“Her skalt tú síggja tey merki stór

til tín faðir at vinna.”

 

47 Hon gekk seg at kistuni,

sum nógv var gull og fæ,

hon tók upp hans faðirs skjúrtu,

kastar honum á knæ.

 

48 “Gakk tú teg at fossinum,

kasta stein í á,

soleiðis verði hann kallaður,

hann eitur Grani grá.

 

49 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

eitt annað javngott svørð

út av teim at slá!

 

50 Regin smiður býr sær

handan fyri á,

honum skalt tú bera hesar

svørðslutir tvá.

 

51 Tað er eiturormurin,

á Glitraheyggi liggur,

Regin hann er góður smiður,

men fáum er hann dyggur.”

 

52 Hann gekk sær at fossinum,

kastar stein í á,

hann tók hann av hestunum,

sum ikki víkti frá.

 

53 Hann tók tann av hestunum,

sum ikki víkti frá,

soleiðis er hann kallaður,

hann eitur Grani grá.

 

54 Sjúrður ríður

fyri dyrnar fram,

Regin kastar alla smíði,

tekur svørð í hond.

 

55 Hoyr tú, ungi Sjúrður,

tú mást vera mær kærur,

dvølst tú nakað í ríkinum,

og ver í nátt hjá mær!”

 

56 “Eg kann ikki, Regin smiður,

dvøljast hjá tær,

Hjalprekur saknar meg

úr hásæti hjá sær.

 

57 Smíða skalt tú mær svørðið

virðiliga og væl,

bæði skal eg vega við tí

jarnið sum stál.

 

58 Smíða skalt tú mær svørðið

skært og so reint,

bæði skal eg vega við tí

jarnið sum stein.”

 

59 Regin gongur á stóran stiðja

bæði við jarn og eld,

tíggju mánarnar

hevði hann tað í gerð.

 

60 Tíggju mánarnar

hevði hann tað í gerð,

tað var hin snari Sjúrður,

hann ríður aðru ferð.

 

61 “Vert vælkomin, Sjúrður,

smíðað havi eg svørðið,

bilar tað hvørki stein ella jarn,

tú vert til stríðið førur.

 

62 Smíðað havi eg svørðið

skært og so reint,

bæði skalt tú vega við tí

jarnið sum stein.

 

63 Smíðað havi eg svørðið

virðiliga og væl,

bæði skalt tú vega við tí

jarnið sum stál.”

 

64 Sjúrður gongur at stórum stiðja,

høggur alt við fart,

sundur hans svørðið

í tógva lutir brast.

 

65 “Deyðan ert tú, Regin smiður,

av mær verd,

fyri tú vildi svíkja meg

í tínari váknagerð.

 

66 Smíða skalt tú mær annað,

verður tað so,

vita tað, reysti Regin smiður,

lív skalt tú ikki fá!”

 

67 “Smíði eg tær annað,

verður tað ikki so,

hjartað úr orminum

tað leggi eg treytir á.”

 

68 Sjúrður gongur at stóran stiðja,

høggur alt við fart,

hvørki mátti røkka ei støkka,

tá var svørðið hart.

 

69 Sjúrður gekk at stórum stiðja,

tað var mikið undur,

hann kleyv blokkin og stiðjan

miðja helvtina sundur.

 

70 “Fyrst skal eg í royndir

teir Hundsins synir at finna,

so skal eg á Glitrarheyg,

tað fýsir mær minni.”

 

71 Tað var Sjúrður Sigmundarsonur,

kostar hann eyð,

so reið hann í royndum,

hann hevndi sín faðirs deyð.

 

72 Tað var Sjúrður Sigmundarsonur,

reisti yvir skóg,

møtir honum ein gamal maður,

settist niður í ló.

 

73 Har kom ein maður á víðan vøll fram

eingin hann kendi,

eitt eyga hann í heysi hevði

og svenskan boga í hendi.

 

74 “Hoyr, tú ungi Sjúrður,

tú ert so raskur ein mann,

hvar stendur ferðin tín,

og hvar ríður tú fram?”

 

75 “Eg var meg í royndir við,

teir Hundsins synir at finna,

nú skal eg á Glitrarheyggj

roysnisverk at vinna.”

 

76 “Hvør hevur biðið teg

Sjúrða gera tað?

Bráðan deyðan hevur sami maður

ætlað tær.

 

77 Drep tú Regin smið,

spar ei sjálvan meg,

hann er tann versti skálkurin,

og svíkja vil hann teg.

 

78 Hann er tann versti skálkurin,

svíkja vil hann teg,

hann hevur svikið faðir tín

í sínari váknagerð.

 

79 Hann hevur svikið faðir tín

í sínari váknagerð,

hoyr tú, ungi Sjúrður,

samlíkt ger hann við teg.

 

80 Grav tú ta triðju,

grav hana burtur frá,

ein mun av eitrinum

lívir hann tær tá.

 

81 Grav tú teg fýra,

grav harí tvá,

síðan skalt tú, Sjúrður,

á jørðini stá.”

 

82 Tríati alin er fossurin,

ið ormurin undir liggur,

høvur og sporl á jørðini liggur,

bukt á homrum liggur.

 

83 Uppi standa breiðu bøksl,

og búkur á homrum lær:

“Hvør er so hugadjarvur

og vega torir tað?”

 

84 “Sjúrða skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

tað var hin unga Hjørdis,

hon var hans kona.

 

85 Sjúrða skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

tað var hin unga Hjørdis,

hon bar meg í heim.”

 

86 “Hoyr tú, ungi Sjúrður,

spyrja vil eg teg:

hvør vísti tær vegin

higar heim til meg?”

 

87 “Regin, tín bróður,

hann vísti mær veg,

hann verður við mær

í hesari ferð.”

 

88 “Regin, mín bróðir,

vísti hann tær veg,

hann er tann versti skálkurin,

og deyða vil hann teg.”

 

89 Ormurin skreið av gullinum,

hann gjørdi so langt eitt skrið,

Sjúrður situr á Grana baki,

ger seg sjálvan til.

 

90 Ormurin skreið av gullinum,

so man frættast víða,

Sjúrður situr á Grana baki,

býst nú til at stríða.

 

91 Sjúrður gav so stórt eitt høgg

av so miklum móð,

hann kundi ikki á jørðina stíga

fyri eitur og ormablóð.

 

92 Sjúrður gav so stórt eitt høgg,

øllum tyktist undur,

tá skalv bæði leyv og lund,

hann kleyv hann um miðju sundur.

 

93 Sjúrður stakk til hjartað,

og vegurin var trongur,

tríati alin

var teinurin langur.

 

94 Sjúrður varð so heitt á hendi,

hann brá sær uppi yvir,

fuglar og so villini djúr

øll spáaðu honum yvir.

 

95 Tað søgdu honum villini fuglar

uppi sótu í eik:

“Sjálvur mást tú, Sjúrður,

eta av tíni steik.”

 

96 Sjúrður stokti hjartað,

av teininum dró,

Regin legst at drekka

ormins blóð.

 

97 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

sínum svørði brá,

hann kleyv reysta Regin smið

sundur í stykki tvá.

 

98 Tað søgdu honum krákurnar,

uppi sótu í eik:

“Sjálvur mást tú, Sjúrður,

smakka somu steik.”

 

99 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

bindur upp á Grana bak

gullkistur tólv.

 

100 Tólv gullkistur

hvørju megin tá,

síðani settist Sjúrður

at ríða omaná.

 

101 Síðan settist Sjúrður

at ríða omaná,

Grani sprakk yvir lund og áir,

vreiður var hann tá.

 

102 Sjúrður reið á skógin fram,

ei hans móðir av visti,

eingin veit á morgni at siga,

hvar hann á kvøldi gisti.

 

103 Hesturin vendi á hagan,

honum var leiðin kunnug,

Sjúrður svav á teirri nátt

undir einum køldum runni.

 

104 Sjúrður svav á teirri nátt

undir einum køldum runni,

tað vil eg for sannheit siga,

hann gat á aldrinum.

 

105 Sjúrður saðlar gangara sín

eina morgun stinna,

hon fylgdi honum so langt á leið,

hann gat á aldrinum.

 

106 Líka gongur Grani

á gróti sum á vøll,

mætari kemur eingin heim

á Buðla kongins høll.

 

107 Líka gongur Grani

á grót sum hvítan sand,

frægari kemur eingin heim

á Buðla kongins land.

 

CCF 1G [I]

TSB E 51

 

Handrit: Handrit Reventlows Ny kgl. Saml. 1928, fol. No. 6, s. 31.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 169.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 3. bind, s. 18

 

Heimild: Savn Reventlows

 

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

Sigmundur brýtur svørð sítt og verður deyðiliga særdur í bardaga ímóti Hundings sonum. Áðrenn hann doyr, sigur hann konu síni, Hjørdis, at hon fer at fáa son, og at hon skal geva honum Sjúrðar navn. Hann fer at hevna deyða faðir sín. Sigmundur gevur henni brotna svørð sítt. Regin smiður skal evna nýtt svørð burtur úr pettunum.

Sjúrður veksur til evnaligan ungan mann, og tá ið hann fer ov ógvisliga við vinmonnunum, biðja teir hann heldur fara og hevna deyða faðir sín. Sjúrður fer til móður sína og fær at vita, hvussu drápsmaður pápans eitur. Hann fær brotna svørðið, velur hestin Grana til sín sjálvs og fer til Regin smið. Regin noyðist at smíða svørðið Gram.

Sjúrður ríður í bardaga og ger av við Hundings synir. Saman við Regini fer hann av stað at drepa ormin Fávnir, egna beiggja Regins. Ein gamalur, einoygdur maður (frábr.: A, D, F: Nornagestur) ávarar Sjúrð ímóti Regini. Sjúrður vegur ormin og etur hjarta hansara, og soleiðis verður hann førur fyri at skilja fuglamál. Eisini fuglarnir ávara hann ímóti svikagerðunum, sum Regin hevur í huga, og síðani drepur Sjúrður Regin. Hann fermir allar dýrgripir ormsins á Grana bak og fer heim aftur.

á føroyskum: CCF 1 A: I, Ba-b: I, C ør. 1-100, D: I, E: I, F, G ør. 1-107 (bert á føroyskum). Fyrsti táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019