• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tróndur Jógvansson

 

CCF 100 Ba 

TSB E 93 

 

1 Hákun hann krevur  

sín fosturson,  

líkari var í døminum  

at biðja sær konu. 

 

2 "Hoyr tað, mín hin fosturfaðir, 

sig mær satt ífrá, 

hvar veitst tú so væna jomfrú, 

mær er sámi at fá?" 

 

3 Magnus kongur dóttur eigur,  

hava hana menn við orði,  

henni er stólur av gulli gjørdur  

framman for kongins borði. 

 

4 Magnus kongur dóttur eigur, 

væna og so vísa, 

kanst tú hana til ektar fá, 

hon kann títt lívið prísa. 

 

5 Magnus kongur dóttur eigur, 

føgur er hon sum sól, 

so er at líta á jomfrúkinn, 

sum droyrin drýpur á snjó." 

 

6 "Er hon so von og tekkilig, 

sum tú sigur frá, 

hagar skal eg streingja 

míni bønarorðini á. 

 

7 Hagar skal eg streingja míni  

bønarorðini á,  

biðja dóttur Magnus kong,  

tað stendst hvat av ið má." 

 

8 Út varð loystur gangarin,  

Sjúrður skuldi á ríða,  

prýddur var hann við skarlak  

niður á miðal síðu. 

 

9 Prýddur var hann við skarlak  

niður á miðal síðu,  

forgyltur var saðilin,  

Sjúrður skuldi á ríða. 

 

10 Sjúrður leyp í saðilin upp 

yvir leysan loga, 

studdist hvørki við skjold ei svørð, 

ei við saðilboga. 

 

11 So reið ungi Sjúrður,  

lystiliga fram,  

forgyltir leika ringarnir,  

hans góði gangari rann. 

 

12 Mítt í miðjum grasagarði 

akslar síni skinn, 

og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn. 

 

13 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn, 

sum Magnus kongur við borðið sat 

við monnum hundrað fimm. 

 

14 Sjúrður gekk í hallina inn,  

í forðum var tann siður,  

hevur nú alt í einum orði,  

heilsar og hann biður. 

 

15 Sjúrður stendur á hallargólvi, 

ber upp kvøðju sína: 

"Sit væl, reystur Magnus kongur, 

gev mær dóttur tína!" 

 

16 Leingi sat hann Magnus kongur, 

hugsaði um tey ráð, 

hvøssu hann skuldi Sjúrði 

eitt hániligt andsvar fá. 

 

17 "Leingi havi eg fyri Nøríki rátt, 

nátt sum ljósan dag, 

skal eg tær mína dóttur geva, 

tú eigur einki fæ? 

 

18 Leingi havi eg fyri Nøríki rátt, 

yvir tí riddara vali, 

skal eg tær mína dóttur geva, 

einum stakkali?" 

 

19 Sjúrður snúðist av durum út,  

bæði ríkur og reiður,  

møtir sínum fosturfaðir  

mitt á síni leið. 

 

20 "Ver vælkomin, Sjúrður, 

higar nú til mín, 

hvøssu tók hann Magnus kongur 

við bønarorðum tín?" 

 

21 "Leingi sat hann Magnus kongur, 

hugsaði um tey ráð, 

hvøssu ið hann skuldi mær 

eitt hániligt andsvar fá. 

 

22 Leingi hevði hann fyri Nøríki rátt,  

nátt sum ljósan dag,  

skal eg tær mína dóttur geva,  

eg átti einki fæ. 

 

23 Leingi hevði hann fyri Nøríki rátt, 

yvir tí riddara vali, 

skuldi hann mær sína dóttur geva, 

mær einum stakkali." 

 

24 "Hoyr tú, ungi Sjúrður, 

ver nú ei so bráður,  

gangið okkum í moynnarsal  

at lýða á frúnnar mál!" 

 

25 Hákun er gingin 

fyri moyggjarsalin at stá: 

"Marita, um enn tú vakir, 

lat mær lokur frá!" 

 

26 Við sínar hvítu hendur,  

við sínar fingrar smá,  

listiliga letur hon  

tær lokurnar frá. 

 

27 Tað er frúgvin Marita,  

reiðir í høgind blá:  

"Ver vælkomin, Sjúrður,  

hvíl her omaná! 

 

28 Ver vælkomin, Hákun, 

higar nú til mín, 

drekk nú hvat tær betur líkar, 

mjøðin ella vín!" 

 

29 "Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálvvæl minni um vín,  

onnur havi eg ørindini  

higar í dag til tín. 

 

30 Nú man koma ein annar mann, 

man tað vera so, 

halt teg við hann Sjúrð trúgv, 

brót ikki tykkara orð! 

 

31 Nú man koma ein annar mann, 

man tað vera svá, 

halt teg við hann Sjúrð trúgv, 

brót ikki tykkara ráð! 

 

32 Nú man koma ein annar mann, 

gull ber seg á hand, 

nevndur er Tróndur Jógvansson, 

eystan kemur av land." 

 

33 Tróndur situr í hásæti,  

talar við sínar dreingir:  

"Hvar vita tit mín javnlíka,  

tað havi eg hugsað leingi?" 

 

34 Sveinar svara sínum harra: 

"Hví spyrjið tær svá? 

Best manst tú vita við sjálvum tær, 

hvar tín stár hugur á. 

 

35 Best manst tú vita við sjálvum tær, 

hvar tín stár hugur á, 

hoyrt havi eg gitið Magnus kong, 

so væna dóttur ár. 

 

36 Magnus kongur dóttur eigur,  

hava hana menn við orði,  

henni er stólur av gulli gjørdur,  

framman av kongins borði. 

 

37 Magnus kongur dóttur eigur, 

væna og so vísa, 

kan 

st tú hana til ektar fá, 

hon kann títt lív væl prísa." 

 

38 "Er hon so von og tekkilig, 

sum tú sigur frá, 

hagar skal eg streingja, 

míni bønarorðini á. 

 

39 Hagar skal eg streingja míni  

bønarorðini á,  

biðja dóttur Magnus kong,  

tað stendst hvat av ið má." 

 

40 So letur Tróndur Jógvansson 

síni skipini gera, 

allar letur hann streingirnar 

av reyðargulli vera. 

 

41 Bræddir vóru brandar,  

skorin var hvør stokk,  

stavn og stýri av reyðargulli,  

so var segl í topp. 

 

42 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin brand,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Nøríkis land. 

 

43 Higar ið tann snekkjan 

kendi fagurt land, 

læt hann síni ankør falla 

á so hvítan sand. 

 

44 Læt hann síni ankør falla  

á so hvítan sand,  

fyrstur stígur Tróndur  

sínum fótum á land. 

 

45 Gingu teir frá strondum niðan, 

ríkir menn og reystir, 

lunnar brustu [og] jørðin skalv, 

teir settu sín knørr í neystið. 

 

46 Mítt í miðjum grasagarði 

akslar síni skinn, 

og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn. 

 

47 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn, 

sum Magnus kongur við borðið sat 

við monnum hundrað fimm. 

 

48 Tróndur gekk í hallina inn,  

í forðum var tann siður,  

hevur alt í einum orði,  

heilsar og hann biður. 

 

49 Tróndur stendur á hallargólvi, 

ber upp kvøðju sína: 

"Sit væl, reystur Magnus kongur, 

gev mær dóttur tína!" 

 

50 Kongurin tók hans kvøðju væl, 

gav honum gangin høgst, 

so tók hann í Trónd Jógvanssons hand, 

hann fylgdi honum í mark. 

 

51 Kongurin er gingin  

fyri moyggjasalin at stá:  

"Marita, um enn tú vakir,  

tú lat mær lokur frá!" 

 

52 Við sínar hvítu hendur, 

við sínar fingrar smá, 

listiliga letur hon 

sín faðir lokur frá. 

 

53 Tað er frúgvin Marita,  

reiðir upp høgind blá:  

"Ver vælkomin, Hákun,  

hvíl her omaná! 

 

54 Ver vælkomin, mín sæli faðir,  

higar nú til mín,  

drekk nú hvat tær betur líkar,  

mjøðin ella vín!" 

 

55 "Lítið er mær um mjøðin tín,  

hálvur minni um vín,  

onnur havi eg ørindini  

higar í dag til tín." 

 

56 "So er mær av Sjúrði 

hjartað vorðin kær, 

aldri man hann Tróndur ungi 

nakað játtast her. 

 

57 So er mær av Sjúrði, 

hjartað vorðin kær, 

aldri man hann Tróndur ungi 

nakað játtast mær." 

 

58 "Tit skulu tykkum á markir út, 

samla tykkum her, 

hvør av tykkum skal frúnna njóta, 

sigur av øðrum ber. 

 

59 Tit skulu tykkum á markir út 

at samla tykkum fæ, 

hvør av tykkum skal frúnna njóta, 

sigur av øðrum fær." 

 

60 Vilja tit nú lýða á,  

meðan eg flyti fram,  

Sjúrður reið í markir út  

við sín triðja mann. 

 

61 Vilja tit nú lýða á,  

meðan eg flyti fram,  

Tróndur reið í markir út,  

við sín sjeynda mann. 

 

62 Tað var ungi Sjúrður, 

sínum svørði brá, 

hann kleyv Trónda Jógvansson 

sundur í lutir tvá. 

 

63 Hann kleyv Trónda Jógvansson 

sundur í lutir tvá, 

allar hansara sveinarnar 

legði hann honum hjá. 

 

64 Hetta frætti Jógvan kongur 

eystur í síni lond, 

deyður er í ríkinum 

sín onkarson. 

 

65 Hetta frætti Jógvan kongur 

suður í sítt land, 

deyður er í ríkinum. 

sítt onkarbarn. 

 

66 Hann læt sær tað liðið samla, 

valdra manna tjóð, 

ongan tann á Blálondum 

eftir átti fljóð. 

 

67 Hann læt sær tað liðið samla, 

valdra manna son, 

ongan tann á Blálondum, 

ið eftir átti konu. 

 

68 So letur hann Jógvan kongur 

síni skipini gera, 

allar læt hann streingirnar 

av reyðargulli vera. 

 

69 Bræddir vóru brandar,  

skorin var hvør stokk,  

stavn og stýri av reyðargulli,  

so var segl í topp. 

 

70 Vundu upp síni silkisegl,  

gull við vovin brand,  

strykar ei á bunkan niður  

fyrr enn við Nøríkis land. 

 

71 Smaludrongur í líðum  

goymir at smalu, geit,  

hann sær skip av havi koma,  

havnir vilja leita. 

 

72 Smaludrongur geitum rekur  

út á grønan vøll,  

síðan akslar kápu blá,  

hann gár í kongins høll. 

 

73 Síðan akslar kápu blá,  

hann gár í kongins høll: 

"Eg eri meg á einum luti,  

vísari, enn tit eruð øll. 

 

74 "Sært tú skip av havi koma, 

seglini hvít sum lín, 

tað man vera Jógvan kongur 

at hevna sonin sín." 

 

75 Higar ið tann snekkjan 

kendi fagurt land, 

læt hann síni ankør falla 

á so hvítan sand. 

 

76 Læt hann síni ankør falla 

á so hvítan sand, 

fyrstur stígur Jógvan kongur 

sínum fótum á land. 

 

77 Fyrstur stígur Jógvan kongur 

sínum fótum á land, 

gingu fult eitt átjan hundrað 

á tann hvíta sand. 

 

78 "Nú man snart tann herur koma,  

sum tær havið frætt,  

tað kunnu ikki fjøllini síggjast,  

ei himmal, ei nakra ætt. 

 

79 Tá eg fór av Eysturríki,  

búddist eg ei við frið,  

Sjúrður, kom av hallini út,  

brynja út alt títt lið!" 

 

80 Svaraði frúgvin Marita,  

har hon studdist við:  

"Eg skal meg í bardagan  

at veita tær frá liði. 

 

81 "Nei, frú mín," segði Sjúrður, 

"ikki for gullð reyða, 

ei skalt tú í víggi standa 

síggja upp á mín deyða. 

 

82 Nei, frú mín," segði Sjúrður,  

"ikki for gullið bjarta,  

ei skalt tú í víggi standa,  

sígga upp á mítt hjarta." 

 

83 Árla var um morgunin,  

sólin roðar í fjøll,  

løgdu sínar bardagar  

skamt frá kongins høll. 

 

84 Tað er frúgvin Marita,  

snarliga hon sær vendi,  

so reið hon í hernaðin út  

og mangan sveitan rendi. 

 

85 Mangir hana sóu, 

eingin hana kendi, 

uttan ungi Sjúrður, 

ið reyðargull bar á hendi. 

 

86 Uttan ungi Sjúrður,  

reyðargull bar á hendi:  

"Krist signi tíni eygun tvá,  

so gjølla eg teg kendi." 

 

87 So ríður hann Sjúrður  

víðan vegin fram,  

klývur hvønn um tvøra,  

móti honum rann. 

 

88 Klývur hvønn um tvøra, 

móti honum rann, 

eftir stóð tá Jógvan kongur 

við sín triðja mann. 

 

89 Tað var reystur Jógvan kongur, 

kreyp undir borgarlið: 

"Mín kæri Sjúrður, 

gev mær grið!" 

 

90 "Tú kom her við miklum liði, 

hugdi tær frama, 

ei skal eg úr víggi ríða, 

fyrr enn eg havi sætt tín bana. 

 

91 Tú kom her við miklum liði, 

hugdi tær til eyð, 

eg ríði ikki úr víggi í dag, 

fyrr enn eg havi sætt tín deyð." 

 

92 Tað var ungi Sjúrður, 

sínum svørði brá, 

hann kleyv sjálvan Jógvan kong 

sundur í lutir tvá. 

 

93 Hann kleyv sjálvan Jógvan kong 

sundur í lutir tvá, 

báðar hansara sveinarnar 

legði hann honum hjá. 

 

94 So ríður hann Sjúrður  

gjøgnum grøna lund,  

hvørki gól tá eftir honum  

heykur ei 'ninnan' hund. 

 

95 "Eg havi staðið í stríð í dag, 

har havi eg meg møtt, 

skal eg nú festa tað væna vív, 

so dýrt havi eg hana keypt." 

 

96 "Tað var ungi Sjúrður, 

tók sær frúvu at festa, 

snarliga læt til brúdleyps ætla, 

læt ei longur fresta. 

 

97 Drukkið varð teirra brúdleypið, 

hirðin var so fegin, 

sum tann fuglur, á viði situr, 

væri á ljósum degi. 

 

98 Drukkið varð teirra brúidleypið, 

kátt var teirra lív, 

gingu bæði í eina song, 

Sjúrður og hans vív. 

 

99 Hon varð sett á beinkir, 

hann á kallbekk, 

so mangur ríkur riddari 

millum teirra gekk. 

 

100 Hon varð sett á beinkir,  

hann ímillum dreingir,  

nú man endast frøðið tað,  

ið gitið man verða leingi. 

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 3, s. 17 

 

Útgávur:  

 

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók I, 1968, s. 10. Samskipað útgávuna hevur Rikard long 

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 297. 

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 23. bind, s. 14. 

 

Heimild: Úr Sandoy: Ole Clemensen, Óli í Króki  (1782-1858), Sandi, 1821.  

 

 

 

E 93 Tróndur Jógvansson (Suitor kills rival and rival’s revenging father)

Sjúrður biður kong um dóttur hansara Margretu, men kongur heldur hann ikki vera nóg góðan.

Sjúrður tosar við Margretu sjálva, og hon vil hava hann. Ímeðan kemur annar biðil, Tróndur Jógvansson, og kongur tekur við honum, men Margreta skoytir ikki um hann. Kongur skjýtur upp, at sambiðlarnir skulu berjast, og Sjúrður drepur Trónd.

Pápi Trónd, Jógvan, kemur at hevna sonin. Bæði Sjúrður og Margreta berjast við hann, og at enda drepur Sjúrður hann, hóast hann biður um miskunn. Sjúrður og Margreta giftast, og Sjúrður verður kongur, eftir at Jógvan er fallin.

á føroyskum: CCF 100 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019