• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Kjartans tættir

 

CCF 23 D

TSB E 103

 

1 Vuksu upp í Hjarðarholt

raskar kempur tvær,

fyrstur reið Bolli Tollaksson,

tí Kjartan var ikki har.

 

2 Vuksu upp í Hjarðarholt

raskar kempur tvá,

fyrstur reið Bolli Tollaksson,

tí Kjartan var ei hjá.

 

3 Kjartan gekk við Guðruna at tala,

tað skuldi eingin hoyra,

hann sigur frúnni ætlan sína,

hon rodnar sum ein droyri.

 

4 Kjartan gongur for faðir sín,

hann leitar við hann ráð:

“Tað er hon Guðrun, Jósis dóttir,

eg vil ta jomfrú fá.”

 

5 Svaraði Ólavur faðir hans,

ið lært hevði tukt og sinni:

“Líkari var í Noregi

tín veldiga harra at finna.”

 

6 Tað var Ólavur faðir hans,

hann sló tað í ein gleim:

“Ólavur kongur av Noregi,

tú gloym ikki harran tann!”

 

7 Svaraði Kjartan Ólavsson

av so góðum treysti:

“Eg skal gista mín veldiga harra

á hesum sama heysti.”

 

8 Svaraði Kjartan Ólavsson,

kinnir ber hann so fríðar:

“Eg skal gista mín veldiga harra,

áðrenn tað tekur at líða.”

 

9 Kjartan gekk við Guðrun at tala,

tað skuldi eingin hoyra,

hann sigur frúnni ætlan sína,

hon rodnaði sum ein droyri.

 

10 Svaraði Guðrun, Jósis dóttir,

hyggur niður for sær:

“Fert tú tær til Noregi,

tú kemur ei aftur her.”

 

11 Svaraði Kjartan Ólavsson,

kinnar ber hann so fríðar:

Ísland skal eg á sumri hava,

áðrenn tað tekur at líða.”

 

12 Svaraði Kjartan Ólavsson

av so góðum treysti:

Ísland skal eg á sumri hava,

áðrenn tað líður at heysti.”

 

13 So letur Kjartan Ólavsson

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

14 So letur Kjartan Ólavsson

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

15 Summir bóru ‘vant’ í skip,

summir bóru 'vox',

teir vóru so snart til ferðar búnir

á teirri somu nátt.

 

16 Teir vóru so snart til ferðar búnir

á teirri somu nátt,

teir sigldu út av Hjarðarholt,

tað var alt so brátt.

 

17 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokkur,

stavnur og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

18 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

barir toppar av reyðargulli,

har skein sólm á.

 

19 Bræddir vóru brandar, 

borðini vóru ný,

barir toppar av reyðargulli,

har skínur sólin í.

 

20 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ísland.

 

21 Vindur hann upp síni silkisegl,

gul við vovin blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Tróndheims vág.

 

22 Tar ið hansara snekkjan,

hon kendi fagurt land,

letur hann síni ankar falla

á so hvítan sand.

 

23 Letur hann síni ankar falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land.

 

24 Fyrstur steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land,

og hann Bolli Tollaksson

undir hans høgru hand.

 

25 Og hann Bolli Tollaksson

upp undir hans høgru hand,

dreingir lótu tjaldur slá

skamt frá sjóvarstrand.

 

26 Grímur kemur inn árla morgun,

letur ei reiði renna:

“Hugstórir eru íslendingar,

oss vilja inni brenna.”

 

27 Tað var Kjartan Ólavsson,

hann sær á handa mann:

“Bolli, far á sundið út,

royn tú roysni við hann!”

 

28 Tað var Bolli Tollaksson,

hann sær á henda mann:

“Eg fari ikki á sundið út

at royna roysni við hann.”

 

29 “Eg skal mær á sundið út

at fremja list og gleim,

men, Bolli, far til Íslanda,

tú heilsa fólki heim!”

 

30 Leika teir á sundinum,

so er greint for mær,

Grímur maður var frægari í tøkum,

hann helt honum leingi í kav.

 

31 Leika teir á sundinum,

slíkt er mikið undur,

Grímur maður var frægur í tøkum,

hann helt honum leingi undir.

 

32 Grímur maður var frægari í tøkum,

hann helt honun í kav,

leikir hesar kundu á sundi spæla

báðir raskir dreingir.

 

33 Leikir teir á sundinum

so fóru millum seggja,

Kjartan kendi møði við sær,

hann letur at landi leggja.

 

34 Kjartan letur at landi leggja,

sóu tað mangir menn,

Grímur maður á sundi spælir

í hvørjari veglund enn.

 

35 Kongurin kemur inn árla norgun,

allur í gulli skín:

“Hoyr tað, Kjartan Ólavsson,

eg gevi tær systur mín.”

 

36 Svaraði Kjartan Ólavsson,

kongurin illa tókti:

“Eg havi ikki tína systur,

tað spyr ei Jósis dóttir.”

 

37 Kongurin so til orða tekur,

mælir so fyri sær:

“Hvat vil tú í hesum landi

til mentir kjósa tær?”

 

38 Svaraði Kjartan Ólavsson,

væl kann orðum skilja:

“Gjarna vil eg til roysnisverk,

tær kundi verið til vilja.”

 

39 Kongurin so til orða tekur,

hann mælir so fyri sær:

“Álvur býr her norðanfyri,

hann ræður for londum vár.”

 

40 Kjartan kemur út árla morgun,

so er greint ífrá,

so gongur hann til strandar oman,

sum Bolli fyri lá.

 

41 “Hoyr tað, Bolli Tollaksson,

tú kanst mítt mál væl skilja,

kongurin hevur boðið mær

í útreið sær at fylgja.

 

42 Eg verði mær í Noregi

at fremja list og gleim,

men, Bolli, far til Íslanda,

tú heilsa fólki heim!

 

43 Tú heilsa bæði faðir og móður,

so henni Guðrun fríðu,

bið hana liva heila og sæla,

væl skal hon mín bíða!

 

44 Tú heilsa henni Guðrunu, Jósis dóttur,

hon letur ei hugin resta,

Ísland skal eg á sumri hava,

áðrenn tað líður at heysta!”

 

45 Summir bóru ‘vandt’ í skipið,

summir bóru 'voie'

teir vóru snarir til ferðar búnir

á teirri somu nátt.

 

46 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ísland.

 

47 Tar ið hansara snekkjan

hon kendi fagurt land,

letur hann síni ankar falla

á so hvítan sand.

 

48 Letur hann síni ankar falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Bolli Tollaksson

sínum fótum á land.

 

49 Fyrstur steig Bolli Tollaksson

sínum fótum á land,

tá var Guðrun, Jósis dóttir,

riðin niður til strand.

 

50 Tá var Guðrun, Jósis dóttir,

riðin niður til strand:

“Krist signi hann Kjartan Ólavsson,

hann stígur ei fyrstur á land.”

 

51 “Tú tarvt ikki, Jósis dóttir,

eftir honum fregna,

hann er sær í Noregi,

so fróur við kongins tegnar.

 

52 Kjartan er sær í Noregi,

fáir finnast slíkir,

hann hevur fest eina norska frú,

hon er ikki tygara líki.”

 

53 Tað var Guðrun, Jósis dóttir,

rodnar sum eitt blóð:

“Vant er slíkum røkkum at trúgva,”

tár á kinni stóð.

 

54 Tað var Guðrun, Jósis dóttir,

sveipar at sær skinn:

“Vant er slíkum røkkum at trúgva,”

tað stóð tár á kinn.

 

55 Bolli gekk við Guðruna at tala,

mongum illa tókti,

snarliga runnu ástir saman

við Guðrunu, Jósis dóttur.

 

56 Øllum læt Bolli Tollaksson

í sítt brúdleyp bjóða

uttan Ólavi, Kjartans faðir,

væl kann randir *rjóða.

 

57 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin,

sum tann fuglur á viði situr,

verður á ljósum degi.

           

58 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Bolli og hans vív.

 

59 Vilja tit nú lýða á,

ljóð geva mær,

eg kvøði um Kjartan Ólavsson,

í Noregi hann var.

 

60 Kjartan sigldi av Noregi,

fáir finnast slíkir,

átjan tók hann herskipini

út av Garðaríki.

 

61 Átjan tók hann herskipini,

legði á Tróndheims vág,

bæði við gulli og brent silvur,

við silki og seglin blá.

 

62 Tar ið hansara snekkjan

hon kendi fagurt land,

letur hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

63 Letur hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land.

 

64 Fyrstur steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land,

tá var Kristin, kongins systir,

riðin niður til strand.

 

65 Tá var Kristin, kongins systir,

riðin niður til strand:

“Krist signi hann Kjartan Ólavsson,

hann stígur her fyrstur á land!”

 

66 Leiddi hon hann í hallina inn,

man meg rætt um minna,

eingin visti, ið hvat tey søgdu,

eina vóru tey inni.

 

67 Tað var Kristin, kongins systir,

øll í gulli glæsti,

hon gekk at teirri kistuni,

hon upp við mentir læsti.

 

68 Hon læsti upp ta kistuna,

Kjartani mentir gav,

sylgja var av dýrum steini,

gripur av gulli var.

 

69 Hon læsti upp ta kistuna,

ið full var innan við skrúður,

gav bon Kjartani møttulin,

so sámilig var brúður.

 

70 Gav hon Kjartani møttulin,

høvurgullini tvey:

“Mangur fær tað, øðrum er ætlað,

eingin tað øðrum er eyð[ið].”

 

71 Hon gav Kjartani møttulin,

høvurgullini bæði:

“Mangur fær tað, ið øðrum er ætlað,

eingin tað, øðrum er lagað.”

 

72 Hon gav Kjartani møttulin,

gullstein í at binda:

“Hann fær ei í víggi sár,

ið ber mín brand við lindi.”

 

73 Tað var Kristin, kongins systir,

reyðargull bar á hand,

fylgdi hon Kjartan Ólavsson

niður til sjóvarstrand.

 

74 “Sig tú tínari grannkonu,

tú kemur til Ísland heim,

tann teg elskti í Noregi,

var ikki av trælagrein!

 

75 Sig tú tínari grannkonu,

tú kemur til Íslands aftur,

tann teg elskti í Noregi,

var ikki av trælaætt!”

 

76 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ikki á bunkan niður

fyrr enn við Ísland.

 

77 Kjartan sigldi av Noregi,

tað fell so væl í lag,

hann kom sær til landanna

tann fyrsta brúdleypsdag.

 

78 Kjartan sigldi av Noregi,

frá man frættast víða,

tá lá Álvur innanfyri

Kjartans systur at bíða.

 

79 Tar ið hansara snekkjan

hon kendi fagurt land,

letur hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

80 Letur hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land.

 

81 Fyrstur steig Kjartan Ólavsson

sínum fótum á land,

tá var Revna, systir Álvs,

riðin niður til strand.

 

82 Tá var Revna, systir Álvs,

riðin niður til strand:

“Krist signi hann Kjartan Ólavsson,

hann stígur her fyrstur á land!”

 

83 Revna situr undir faldinum,

væl sømir henni klæði:

“Møttulin og høvurgull

tað vil eg hava bæði.”

 

84 Svaraði Ólavur, hennara bróðir,

frá man frættast víða:

“Møttulin og høvurgull

tað sømir tær ei at biðja.”

 

85 Svaraði Ólavur, hennara bróðir,

mælir so fyri sær:

“Tað gav hon Kristin, kongins systir,

tá hann í Noregi var.”

 

86 Hann gav henni møttulin,

høvurgullini tvey,

mangur fær tað, øðrum er ætlað,

eingin tað, ið øðrum er eyð[ið].

 

87 Hann gav henni møttulin,

høvurgullini bæði,

mangur fær tað, ið øðrum er ætlað,

men eingin tað, ið øðrum er lagað.

 

88 Tað var Revna, systir Álvs,

søgur ganga av,

sýndi hon Guðrunu møttulin,

ið Kjartan henni gav.

 

89 Guðrun gongur í hallina inn

ímillum stáls og veggja:

“Bolli, væri tú ikki til,

so leingi eg Kjartan síggi.”

 

90 Guðrun gongur í hallina inn,

mælir so fyri sær:

“Bolli, væri tú ikki til,

so leingi Kjartan sær.”

 

91 Kjartan gongur for faðir sín,

leitar við hann ráð:

“Tað er hon Revna, systir Álvs,

eg vil ta jomfrú fá.”

 

92 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin,

sum tann fuglur, á viði situr,

verður á ljósum degi.

           

93 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Kjartan og hans vív.

 

94 Drukkið varð teirra brúdleypið,

við so mikið meingi,

kom so mangur hovmann til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

95 Guðrun gongur í hallina inn,

mælir so fyri sær:

“Hoyr tað, Bolli Tollaksson,

nú hevur tú skammir tvær!”

 

96 Svaraði Bolli Tollaksson,

væl kundi hann tað tala:

“Sendir eru Haralds rekkar

tann brandin burtur at stjala.”

 

97 Tað var Kjartan Ólavsson,

ið teir vildu feigan,

stjólu burtur hans góða svørð

burtur av lodnum skeiðum.

 

98 Stjólu burtur hans góða svørð,

ið Kjartan mundi eiga,

stungu aftur í lodnar skeiðir

‘ey’ tann brandin deiga.

 

99 Kjartan kemur inn árla morgun,

roðar fyri sól:

“Her er stuldur at lýsa á,

burtur er dømin stór.”

 

100 Leita bæði úti og inni,

uppi í hvørji vrá,

horvnir vóru komnir menn,

Bitlusynir báðir.

 

101 Leita bæði úti og inni,

skóg sum slættum sandi,

tað var ikki at finna tann brand,

sum burtur var fluttur av landi.

 

102 Leita bæði úti og inni,

undir hvørs mans merki,

fingu ein mann at leita har,

hann eitur Óli sterki.

 

103 Kjartan kemur í hallina inn,

sólin skínur so víða:

“Eg havi so lítin ørindi

burtur á skógvin at ríða.”

 

104 “Riður tú á skógvin burtur,”

Knútur mælir av bræði,

“var teg, Kjartan Ólavsson,

tú stendur for Leygarmonnum!”

 

106 Hann reið seg á skógvin burtur,

sum skógvurin fullur var,

níggju reisur á hvørjum degi

seg út úr herum skar.

 

107 Hann reið sær á skógvin burtur,

sum skógvurin fullur kreyp,

níggju reisur á hvørjum degi

seg út úr herum breyt.

 

108 Guðrun gongur í hallina inn,

frá man frættast víða:

“Tit sita heima, Leygarmenn,

meðan Kjartan á skógvin ríður.”

 

109 Guðrun gongur í hallina inn

ímillum stáls og veggja:

“Bolli, væri tú ikki til,

so leingi eg Kjartan síggi.”

 

110 Sá hvønn mannin, ið Kjartan vá,

oddurin tók at bogna,

tá kom Bolli ríðandi,

meðan Kjartan væntar sær dugnað.

 

111 Enn vá hann hundrað herklæddar menn,

hann rennur í randarsveiti:

“Hví stendur tú, Bolli frændi,

ongan dugnað veitir?”

 

112 Enn vá hann hundrað herklæddar menn,

hann steig á brandin deiga,

skjótt er einum av at máa,

heljarmenn at oyða.

 

113 Upp leyp Bolli Tollaksson,

skjótur mundi hann vera,

stakk hann Kjartan Ólavsson

ímillum buls og herða.

 

114 Tað var Kjartan Ólavsson,

tá ið hann fell á knæ:

“Hetta hevur tú, Bolli frændi,

í forðum ætlað mær.”

 

115 Svaraði Kjartan Ólavsson

av so tungum stríði:

“Tit skulu ikki Bolla skóna,

so leingi hann er á lívi!”

 

116 Svaraði Bolli Tollaksson:

“Meg man einki bága,

eg man ikki gera so ónt,

at meg man nakar skaða.”

 

117 Tá var grátur í Hjarðarholt

bæði av konum og kvendum,

Bitlusynir skútu fingu,

inn fyri Hvammsfjørð rendu.

 

118 Tað var Ólavur, faðir hans,

læt kasta egg í borg,

alla sína ævina

tað livdi hann har við sorg.

 

CCF 23 D

TSB E 103

 

Handrit: Sumbiarbók. FLB Nr. 4.

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 491.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 7. bind, s. 156.

 

Heimild: Úr Suðuroy. Joen Jacob Johannesen, Jógvan í Andrasargarði (1828-1873), Sumba, um 1850.

 

E 103 Kjartans tættir (Woman is deceived into deserting her lover and later causes his death in desperation)

Kjartan fær tokka til Guðruna og vil giftast við henni. Pápi hansara mælir honum til at vera eina tíð við norska hovið fyrst. Kjartan lovar Guðruni, at hann fer at vera henni trúgvur, og síðani fer hann til Noregs saman við vininum Bolla.

Nakað seinni kemur Bolli einsamallur aftur til Íslands, meðan Kjartan verður verandi. Fyri Guðruni letst Bolli, sum Kjartan hevur funnið aðra unnustu í Noregi, og Guðrun giftist Bolla.

Tá ið Kjartan kemur heim, giftist hann aðrari gentu í staðin fyri. Guðrun kennir seg lumpaða og sigur við Bolla, at hon er ikki før fyri at elska hann, so leingi Kjartan er á lívi. So drepur Bolli Kjartan. Áðrenn hann doyr, biður Kjartan um ikki at verða hevndur.

á føroyskum: CCF 23 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019