• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grímur á Miðalnesi

 

Grímur av Miðalnes

 

CCF 55 Ca

TSB E 111

 

Fyrsti táttur

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

meðan eg man kvøða,

bóndin fyrst í heimi bygdi,

harum vil eg røða.

 

2 Festi frú og flutti heim,

unnar sum sjálv síns lívi,

mangur reiðir flagdum boga,

kortar um ævi sína.

 

3 Bóndin festi konu ta,

fór ikki við so hátt,

Brandur hvarv úr sessi burt

hvørja jólanátt.

 

4 Tað er enn, sum ofta er,

køld er døgg í frosti,

bóndans kona eftir fjalli gongur,

leitar eftir ráðarkosti.

 

5 Bóndans kona eftir fjalli gongur

langa leið og drúgva,

eld sær hon í høgum fjalli,

stórar neistar flúgva.

 

6 Bóndans kona til orða tekur:

“Úti fari eg ikki at standa,

antin her búgva fólk ella trøll,

eg fari her inn at ganga.”

 

7 Bóndans kona í hellið gekk

eina morgunstund,

gívurin fram við brondum situr.

runnin var á hana blundur.

 

8 Hon sær frammi í helli hanga

spjótið og so svørðið,

børnini tvey á gólvi gingu,

leiktu við silvurkeri.

 

9 Hon sær frammi í helli hanga

svørðið og so spjótið,

gívurin fram við brondum situr,

nasarnar uppi í sóti.

 

10 Hon tók hennara bæði børn,

ræð í ketil kasta,

svørðið tók hon heim við sær,

slíkt var vert at lasta.

 

11 Hon tók hennara bæði børn,

ræð í ketil grýta,

svørðið tók hon heim við sær.

slíkt var vert at nýta.

 

12 Hundar tóku at goyggja,

gívur at garði dregur,

stígur so sterkt á stinnan legg,

hon jørð um kálvan veður.

 

13 Hundar tóku at goyggja,

gívur at garði dró,

stígur so sterkt á stinnan legg,

hon jørð um kálvan vóð.

 

14 Fýra favnar feta milli

er í hvørjum spori,

stígur á legg við sterkum alvi,

skundar at bóndans stovu.

 

15 Allir veggir svignaðu,

hvar hon kom í tún,

allar hurðar klovnaðu,

áðrenn hon fekk rúm.

 

16 Allir beinkir brotnaðu,

hvar hon gekk í sæti,

tí svaraði bóndans kona:

“Slíkt eru trøllalæti.”

 

17 “Tú tókst míni bæði børn,

ræð í ketil brytja,

tað visti tú, bóndans kona,

at eg mundi tín vitja.

 

18 Tú tókst míni bæði børn,

ræð í ketil kasta,

svørðið tókst tú heim við tær,

tú gat ikki verkið lasta.”

 

19 So var sagt, at bóndans kona

hon var ikki veik,

so fóru báðar á gólvið upp,

tær gjørdu ein snarpan leik.

 

20 Ryktust bæði hart og skarpt,

søgur ganga frá,

so fór teirra fundi at,

at gívurin komst á knæ.

 

21 Ryktust bæði hart og skarpt,

øllum tókti undur,

so fór teirra fundi at,

at gívurin komst undir.

 

22 Ryktust bæði hart og skarpt,

søgur ganga frá,

so fór teirra fundi at,

at bóndans kona komst á.

 

23 Hon gav henni so ónt eitt slag

av eini silvursylgju,

síggjast mundi livur og lunga

millum ryggs og rivja.

 

24 Bóndin kemur av skógnum heim,

sær tey merki stór:

“Hvør hevur her til hallar verið.

síðan eg heiman fór?”

 

25 Bóndin gekk í hallina inn

eina morgunstund,

hann sær frammi á hallargólvi,

hvar gívurin lá undir.

 

26 Bóndin stendur á hallargólvi,

sínum svørði brá,

hann kleyv hesa grimu gívur

sundur í lutir tvá.

 

27 “Hon gav mær so ónt eitt slag

av eini silvursylgju,

her skalt tú síggja livur og lunga

millum ryggs og rivja.”

 

28 “Hoyr tað, mín hin veldiga søta.

lætta angist og vanda,

brádliga vil eg grøða teg

her í hesum landi!”

 

29 “Hoyr tað, mín hin veldigi søti,

ber for onga trá,

tú ognast ei tey smyrslini,

ið grøða kann míni sár!

 

30 Jøkil býr á Ísans stræti,

tað havi eg frætt,

hagar skalt tú ráðum leita,

har veitst tú tín ætt.

 

31 Jarngerð eitur bóndans dóttir,

tað ynniliga vív,

hagar skalt tú ráðum leita,

saðla tín hest í líð.

 

32 Jarngerð eitur bóndans kona,

tað ynniliga sprund,

hagar skalt tú ráðum leita,

saðla tín hest í lund.”

 

33 Tað er enn, sum ofta var tá,

harmir vekja stórum,

bóndans kona bar barn í heim,

tá sløktir eldar vóru.

 

34 Bóndi stóð og sá uppá,

hans mundi frúgvin doy,

drostin gróv hann í djúpan heyg,

sum dreingir dalin hoy.

 

35 Bóndin ungan sonin ár,

tung man sorgin falla,

síðan læt hann presti bera,

Grím bað faðir kalla.

 

36 Jøkil búði á Ísans stræti,

tað hevði hann frætt,

hagar mundi hann ráðum leita,

har visti hann sín ætt.

 

37 Jarngerð eitur bóndans dóttir,

tað ynniliga sprund,

hagar mundi hann ráðum leita,

saðlaði hest í lund.

 

38 Jarngerð eitur bóndans dóttir,

tað ynniliga vív,

hagar mundi hann ráðum leita,

hann saðlaði hest í líð.

 

39 Gud náði hann, ið ungur móður missir,

honum er tað tungt og spekt,

Grím læt hon á skógvin koyra,

tí hann hevði lítla makt.

 

40 Gud náði hann, ið ungur móður missir,

honum er tað tungt í sinni,

Grím læt hon á skógvin koyra

bæði seint og snimma.

 

41 Gud náði hann, ið ungur móður missir,

honum er tað tungt og spekt,

Grím læt hon í árni reka

við so lítlari røkt.

 

42 Grímur kom á heyggin fram,

sum hans hvílir móðir í mold,

fátt var tá til ráða at taka,

kykur gekk hann á fold.

 

43 Innarlaga í heygnum

ringla gamlar tenn:

“Hvør er her á skógnum í dag

og vekir upp deyðar menn?”

 

44 “Hetta er Grímur, sonur tín,

navnið tú væl veit,

eg eri meg á skógv í dag,

eg goymi at faðirs míns geit.”

 

45 “Grímur, tú manst gjalda mín,

hvar ung eg lívið læt.”

Hon settist upp í heygnum,

hon um sín sonin græt.

 

46 “Grímur, tú manst gjalda mín,

hvar ung eg læt mítt lív.

“Hon settist upp í heygnum,

hon græt um sonin sín.

 

47 “Hoyr tú Grímur, mín sæli son,

tak her heilur við horni,

her hevur tú ervur tvær,

eina á hvørjum morgni!”

 

48 So ráddust tey hondum saman,

øllum tókti undur,

so fór teirra fundi at,

at Grímur hann komst undir.

 

49 “Hoyr tú Grímur, sonur mín,

tak her heilur við horni,

her hevur tú ervur tvær,

eina á hvørjum morgni!

 

50 Hoyr tú, Grímur, mín sæli son,

tak her heilur við horni,

ræðst ikki tína stjúpmóður,

tá tú kemur heim á morgni!

 

51 Hoyr tú, Grímur,

sæli sonur mín,

sjálvar ganga geitirnar

aftur til faðir tín!”

 

52 So ráddust tey hondum saman,

so er greint fyri mær,

so fór teirra fundi at,

at hann kom henni á knæ.

 

53 “Hoyr tú Grímur, mín sæli son,

tak her heilur við horni,

her hevur tú tær ervur tvær,

eina á hvørjum morgni!”

 

54 Síðan ráddust hondum saman,

slíkt var mikil undur,

so fór teirra fundi at,

at bóndans kona komst undir.

 

55 Triðju ferð av horni drakk,

so er greint ífrá,

so fór teirra fundi at,

at Grímur hann komst á.

 

56 Tí svaraði bóndans kona,

svør við sína trú:

“Hoyr tað, Grímur, mín sæli son,

duga man alvið nú!

 

57 Hann er eingin av tínum monnum,

tær roynist dyggur mann,

uttan Stallur Moyggjarlund,

Fráur og so Frans.

 

58 Uttan Stallur Moyggjarlund,

Fráur og so Frans,

og hann Losmar Ljósaræði,

men valla roynist hann.

 

59 Tá ið tú kemur til hallar heim.

tú skalt tín háttur njóta,

vil hon teg í hárið draga,

tú hendur í henni brót!”

 

60 Grímur er á skógnum burt,

kennir sær lítið til neyða,

bóndin er í døplum hug,

hann syrgir um sonar deyða.

 

61 Tað er Jarngerð, bóndans kona.

gekk fyri bóndan fram:

“Tú átti tær ein ungan son,

hann bleivst til ongra manna.”

 

62 Grímur kemur av skógnum heim.

móður og troyttur av alvi,

settist upp í hásætið,

so hallarborgin skalv.

 

63 Leggur hon hendur um Grím hin unga

fram úr sessi at draga,

ikki vikaðist kappin reysti,

heldur enn í bergi stæði.

 

64 Grímur so til orða tekur:

“Eg skuldi mín háttur notið,

hevði tú ikki verið mín faðirs kona,

eg skuldi tínar hendur brotið.”

 

65 Tí svaraði bóndans kona

bæði av ilsku og bræði:

“Fullvæl hevur tú dirvi fingið,

á skógnum tikið ræði.”

 

66 Bóndin so til orða tekur,

eg sigi tað rætt og satt:

“Eg vildi til givið hálvt mítt ríki,

at tú hevði brogðið í ætt!

 

67 Hoyr tú Grímur, mín sæli son,

gakk í loftið fram,

tú skalt hava tað góða svørð,

tín móðir av gívrini vann!

 

68 Eg veit eingi góð ráðini

fyri teg at leggja,

drep hann Ravn í Bersavík,

hartil vil eg tær eggja!

 

69 Hoyr tú, Grímur, mín sæli son,

her kanst tú einki gera,

far til Hórald á Miðalnesi,

hann góður man við teg vera!

 

70 Hóraldur á Miðalnesi

hagar skalt tú fara,

hann er tín so nærskyldur frændi,

so væl man við teg vera.”

 

 

Annar táttur

 

71 Tað var Grímur, bóndans son.

hann reið úr faðir síns veldi,

søkir heim á Miðalnes

síðla dags á kveldi.

 

72 Søkir heim á Miðalnes,

søgur ganga frá,

Hóraldur á leikvølli

sínum dreingjum er hjá.

 

73 Tá svaraði Hóraldur:

“Havum at tí vón,

eg kenni ikki handa mann,

hvørki á orð ei sjón.”

 

74 Svaraði Grímur, bóndans son,

hann smílist undir lín:

“Torbjørn var mín faðir

og Halga móðir mín.”

 

75 “Vælkomin, Grímur frændi mín,

út av hyggjurunni,

ofta hevur vaksið í ungum hvølpi

hvassar tenn í munni!

 

76 Vælkomin, Grímur, frændi mín,

ikki skal eg teg fjóna,

ofta hevur vaksið í ungum hvølpi

hvassar tenn í góma!”

 

77 Svaraði Grímur, bóndans son:

“Eg skal teg út av inna,

eg fari meg um landið út

frændur mínar at finna.”

 

78 Tá svaraði Hóraldur,

hann svarar bæði snjalt og hátt:

“Vit skulu fara, sum snarast er,

og sigla aftur brátt.”

 

79 Mánadagin í páskaviku

sigldu teir út í hav,

komu ikki fyrr til landanna

enn sankta Mortans dag.

 

80 Har gekk teirra knørrur í spón,

so teir dreingir mætu,

Hóraldur biður teir roysni royna,

vilja teir lívið gæta.

 

81 “Allar siga teir deyðar vera,

man tað vera so,

nú skal ríða á Miðalnes

at biðja Hóralds konu.”

 

82 Oddur ríður úr Laksavík

við sín búgvin brand,

eftir kom Stillur Moyggjalund,

hann kveikir ilskugrand.

 

83 Oddur ríður úr Laksavík

við sínar hjálmar reinar,

skarlaksskikkju yvir seg dró,

honum fylgdu væl fimtan sveinar.

 

84 Tað var Oddur í Laksavík

heim í garðin fór,

úti frúgvin Ingibjørg

fyri honum stóð.

 

85 “Vælkomin, Oddur í Laksavík,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

86 “Lítið er mær um mjøðin tín.

hálvu minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.”

 

87 Svaraði Oddur í Laksavík:

“Ilt er í ásti at kvøða,

til tess eri eg higar komin,

at eg vil tín biðja.”

 

88 “Nógvar eru í hesum ríki

konga døtur og jalla,

lovast tað, ið annar eigur,

tað man lukkast valla.”

 

89 Svaraði Oddur í Laksavík:

“Tað man eg ráða mest:

eg fari ikki av Miðalnesi,

fyrr enn Ingibjørg er fest.”

 

90 Síðla var um aftanin,

tung eru dømin slík,

førdu hana neyðugt

inn á Laksavík.

 

91 Ingibjørg av Miðalnesi,

tó hana bíður harm,

nú er hon í Laksavík,

hon svevur Oddi í arm.

 

92 Ingibjørg á Miðalnesi,

tá hana bíður trá,

nú er hon í Laksavík,

hon svevur Oddi hjá.

 

93 Alt lata teir frøðið gera,

sum tær havið frætt,

fiskimenn undir oynna komu,

sum Hóralds liðið var lagt.

 

94 Tógva menn á bergi sær,

sá ei frægari dreingir,

Hórald kendu allir á sjón,

men Grímin kendi eingin.

 

95 “Tær stígið inn á mína skútu

rætt sum álabitar!

Hvat er títt á Miðalnesi?

Tað er fyrst at vita.

 

96 Tær stígið inn á mína skútu

rætt sum álar byrja!

Hvat er títt á Miðalnesi?

Tað er fyrst at spyrja.”

 

97 Allir drýptu høvur niður,

eingin tordi svara

uttan Losmar Ljósaræði,

betur hevði tagað.

 

98 “Ingibjørg av Miðalnesi,

tó hana bíður harm,

nú er hon í Laksavík,

hon svevur Oddi á arm.

 

99 Ingibjørg á Miðalnesi,

tó hana bíður kvíðu,

nú er hon í Laksavík,

hon svevur Oddi á síðu.”

 

100 Tí svaraði Hóraldur,

væl kann hyggju skifta:

“Hvør var fyrstur í tí ráði

Ingibjørg at gifta?”

 

101 Svaraði Losmar Ljósaræði

bæði av ilsku og bræði:

“Tað var Ravnur í Bersavík,

fyrstur var í tí ráði.”

 

102 Niður settist Hóraldur

á so døkka fold,

tá hann hesi tíðindi hoyrdi,

hann sortnaði sum ein mold.

 

103 Upp steig Grímur á Miðalnesi.

talar til frænda sín:

“Sjálvur skuldi eg sømdir lokið,

hevði tað staðið til mín.”

 

104 Upp steig Grímur á Miðalnesi,

talar bæði snjalt og hátt:

“Sjálvur skuldi eg sømdir lokið,

hevði eg fljóðið átt.

 

105 Nú skal lata tingið seta,

ikki við so blíðum,

Oddi innan úr Laksavík

bið hann stevnu ríða!”

 

106 Oddur ríður úr Laksavík

við sínar hjálmar reinar,

skarlaksskikkju yvir seg dró.

honum fylgdu væl fimtan sveinar.

 

107 Svaraði Oddur í Laksavík,

hann sá fram yvir skógar:

“Hvør hevur hetta tingið sett

at gera várar gangarar móðar.”

 

108 Tí svaraði Hóraldur

fyrsta orðið tá:

“Hvat skyldi tær konu ta,

ið eg sjálvur ár?”

 

109 “Set teg niður, Hóraldur,

við so góðum greiða!

Hvat skyldi tær konu ta,

tú kundi ikki eiga?”

 

110 Niður settist Hóraldur

á so døkka fold,

tá hann hesi orðini hoyrdi,

hann sortnaði sum ein mold.

 

111 Niður settist Hóraldur,

tordi ikki tala orð,

upp steig Grímur á Miðalnesi,

hann styðjast við skjaldrarborð.

 

112 Upp steig Grímur á Miðalnesi,

talar til frænda sín:

“Sjálvur skuldi eg sømdir lokið,

hevði hon verið mín.”

 

113 Upp steig Grímur á Miðalnesi,

talar bæði snjalt og hátt:

“Sjálvur skuldi eg sømdir lokið,

hevði eg vívið átt.”

 

114 Svaraði Ravnur í Bersavík,

heldur á glavarspjóti:

“Hvaðan er handa mikla kempa,

os er øllum ímóti?”

 

115 Tað var Grímur á Miðalnesi,

sínum svørði brá,

hann kleyv Odd í Laksavík

sundur í lutir tvá.

 

116 Hann kleyv Odd í Laksavík

sundur í lutir tvá,

allar hansara sveinarnar

teir legði hann honum hjá.

 

117 Svaraði Ravnur í Bersavík,

talar snjalt og hátt:

“Hvør vá Odd í Laksavík?

Teir fella mál so lágt.”

 

118 “Hoyr tað, Ravnur í Bersavík,

eg sigi tær av sonnum,

sjálvur átti eg svørðið tað,

ið Oddi stóð í tonnum!”

 

119 Ravnur stendur á tinginum,

mist hevði gleði og gleim,

sorgarfullur ríður hann

til Bersavikar heim.

 

120 Sorgarfullur ríður hann

til Bersavíkar heim,

eftir honum Grímur,

hann vann honum mein.

 

121 Hann vá Ravn í Bersavík

alt yvir sín egin grund,

hann reið so aftur til Ljósifroyst,

tá var kyrt um stund.

 

122 Tað var Grímur á Miðalnesi

heim í garðin fór,

úti frúgvin Ingibjørg

fyri honum stóð.

 

123 “Vælkomin, Grímur bóndans son,

nú er títt ferðin rík!

Hvøssu ganga tær sakir av

innan Laksavík?”

 

124 “So ganga tær sakir av,

sum tær munnuð gruna,

seint man Ravnur í Bersavík

nú til bótar koma.

 

125 Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg,

eg sigi tær av sonnum,

sjálvur átti eg svørðið tað,

ið Oddi stóð í tonnum!

 

126 Hoyr tað, frúgvin Ingibjørg,

eg sigi tær satt ífrá,

deyður er Oddur í Laksavík,

sjálvur eg hann vá!”

 

127 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

stóð í kyrtil reyð:

“Lov ske faðir av himmiríki,

nú er lokin neyð!”

 

CCF 55 Ca

TSB E 111

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 22, s. 280.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 338.

2.Jóannis í Króki: Sandoyarbók I, 1968, Rikard Long legði til rættis, s. 152.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 13. bind, s. 152.

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Eriksen, Eiriks-Hanus  (1780-1861), Sandi, 1822. 

 

E 111 Grímur á Miðalnesi (Evil stepmother causes son to be sent from home to kinsman whose wife he saves from abductor)

Ein bóndakona verður særd í bardaga við trøllkonu. Hon eigur son og doyr. Drongurin verður kallaður Grímur.

Bóndin giftist uppaftur, og stjúkmóðirin er órein við Grím. Hann fer til grøvina hjá mammu síni. Mamma hansara fær hann at drekka ein gandadrykk, sum mennir hann, og veitir honum ráð. Tá ið hann kemur heim aftur, hóttir hann stjúkmóðrina, og pápi hansara sendir hann til skyldmannin Tórald á Miðalnesi.

Tóraldur og menn hansara fara langa sjóferð við Grími, men teir ganga burtur, og bert Tóraldur og Grímur sleppa á land á einari óbygdari oyggj. Teir noyðast at dvølja har allan veturin, og mett verður, at teir eru deyðir.

Ein maður biður konu Tóralds giftast við sær og noyðir hana at koma við sær. Grímur og Tóraldur koma heim aftur og krevja konu Tóralds aftur. Grímur drepur burturflytaran og sigur fyri konuni, at rætti maður hennara er á lívi.

á føroyskum: CCF 55 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019