• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Snæúlvs ríma

 

Snæúlvs ríma

 

CCF 92 C 

TSB E 99 

 

[Fyrsti táttur] 

 

1 Ein býr kongur í Jorsalandi,  

gott er at taka til evna,  

tógva eigur hann synir sær,  

báðar kann eg væl nevna. 

 

Orlov biðjum vær!  

Ærligir menn,  

dans skulum vær fremja,  

er ikki dagur enn.  

Orlov biðjum vær! 

 

2 Tógva eigur hann synir av sær,  

báðar kann eg væl nevna,  

Magnus og hann Grimmar illi  

teir kunnu væl dreingjum stevna. 

 

3 Grimmar var sá eldri bróðir,  

illur var hann at venda,  

hann gav ikki olmussu,  

um enn fjendin helt í enda. 

 

4 Magnus var sá yngri bróðir,  

gjørdur av fullgóð treysti,  

mjáur um miðju og herðabreiður,  

so er hann Magnus reysti. 

 

5 Tað leið har um nakra tíð,  

inntil tað sama ár,  

tað var sjálvur Jorsalands kongur,  

hann legðist við tunga trá. 

 

6 Tí svaraði Jorsalands kongur,  

tá ið hann gav upp ond:  

"Hoyr tú, Magnus, sonur mín,  

tú ráð fyri ríki og lond!" 

 

7 Magnus so til orða tekur,  

hann tók við krúnu og gavni:  

"Gevi Gud faðir av himmiríki,  

eg var mín faðirs javni!" 

 

8 Magnus so til orða tekur,  

hann tók við krónu og ríki:  

"Gevi Gud faðir av himmiríki,  

eg var mín faðirs líki!" 

 

9 Tað var enntá Grimmar illi,  

hann gongur for systur sín:  

"Hvar veitst tú so væna jomfrú,  

ið vera kann drotning mín?" 

 

10 Svaraði hansara sæla systir,  

hon skeyt tað upp við gavni:  

"Tað er so mangt eitt ótýggi,  

mær tykist at vera tín javni." 

 

11 Hann hevði upp sína høgru hond,  

hann gav henni høgg á tenn,  

blóðið dreiv í barmin niður,  

sóu tað mangir menn. 

 

12 Magnus leyp um borðið fram,  

hann kundi tað ikki tola:  

"Vart tá ikki bróðir mín,  

hvørt bein skuldi eg í tær mola." 

 

13 Magnus stendur á hallargólvi,  

hann talar við móður sín:  

"Hvar veitst tú so væna jomfrú,  

ið vera kann drotning mín?" 

 

14 Svaraði hansara sæla móðir,  

hon sló tað í ein gleim:  

"Mangar eru innan Jorsaland,  

tú kjós tær eina av teim!" 

 

15 "Hoyr tú tað, mín sæla móðir,  

tú eyka mær ei tann harm,  

hon er eingin innan Jorsaland,  

ið sova skal á mín arm!" 

 

16 Svaraði ein av sveinunum,  

ið honum stóð íhjá:  

"Kongins dóttir av Upplondum  

hon er tær sámi at fá. 

 

17 Tað er hon Svanhild, kongins dóttir,  

føgur er hon í eygum,  

flættað hár á herðar lá,  

við silkibondum reyðum. 

 

18 Tað er hon Svanhild, kongins dóttir,  

hana hava teir menn við orði,  

hennar stólur av gulli gjørdur  

fram mót kongins borði." 

 

19 "Hon veri so væn og tekkilig, 

sum tit siga frá, 

hagar streingi eg eiti mítt, 

hana skal eg fá." 

 

20 So letur hann Magnus kongur 

byggja skipin sín, 

bæði letur hann á tey laða 

virtur og so vín. 

 

21 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin brand,  

strykar ikki á bunka niður  

fyrr enn við Uppland. 

 

22 Kasta sínum ankørum  

á so hvítan sand,  

fyrstur steig hann Magnus kongur  

sínum fóti á land. 

 

23 Magnus gekk frá strondum niðan,  

var hann við ærum klæddur,  

reyðargullhjálm á høvdi bar,  

hann var fyri ongum ræddur. 

 

24 Úti í miðjum grasgarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann  

tær høgu hallir inn. 

 

25 Tað var enntá Magnus kongur,  

hann steig har inn um dyr,  

har kom Grimmar, bróðir hans,  

hann sást har ikki fyrr. 

 

26 Magnus stendur á hallargólvi,  

hann ber fram bønarorð síni:  

"Sit væl, raski Upplands kongur,  

gev mær dóttur tína!" 

 

27 Grimmar so til orða tekur,  

gull bar sær á hand:  

"Kongurin, gev mær tína dóttur  

ella rýma av land!" 

 

28 Tað var enntá Upplands kongur,  

tykist vera komin í vanda,  

hvussu hann skuldi brøðrum svara,  

fyri breiða borði standa. 

 

29 Tað var enntá Upplands kongur,  

hann læt síni orð so fara:  

"Leið mína dóttur í hallina inn  

sjálva for seg at svara!" 

 

30 Uppi vóru sveinarnir,  

ið eftir frúnni gekk,  

Magnus stendur á hallargólvi,  

hann ymsar litir fekk. 

 

31 "Ver vælkomin, mín sæla dóttir,  

ið biðlum hevur at svara,  

síðan kanst tú kjósa tær,  

hvønn tú vilt kappan hava!" 

 

32 "Takk havi mín sæli faðir, 

korið gavst tú mær, 

Magnus tann hin yngra bróður 

vil eg kjósa mær. 

 

33 Magnus tann hin yngra bróður  

hann vil eg mær kjósa,  

Grimmar ikki við eygum síggja,"  

segði tann liljan ljósa. 

 

34 Grimmar rendi av durum út, 

hann mundi ilskur tróta: 

"Illa verði tær eyðið 

frú Svanhild at njóta!" 

 

35 Tað var frægi Magnus kongur,  

hann fell upp á síni knæ,  

meðan hann Svanhild, kongins dóttur,  

til ektar festi sær. 

 

36 Drukkið varð teirra brúdleypið,  

kátt var teirra lív,  

gingu bæði í eina song  

Magnus og hans vív. 

 

37 Silki og so perlur 

tað var eftir vegnum breitt, 

so varð Svanhild, kongins dóttir  

niður til strandar leidd. 

 

38 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin brand,  

tað var Hergeir, kongins son,  

hann fylgdi til Jorsaland. 

 

39 Kasta sínum ankørum  

á so hvítan sand,  

fyrstur steig hann Magnus kongur  

sínum fóti á land. 

 

40 Fyrstur steig hann Magnus kongur 

sínum fóti á land,  

og hon Svanhild, kongins dóttir,  

upp undir hans høgru hand. 

 

41 Gingu tey til hallar heim,  

sum moyggjar fyri teim stóðu,  

úti stóð Signild, systir hans,  

hon favnar væl sín bróður. 

 

42 Magnus so til orða tekur  

í tí mikla geingi:  

"Vilt tú henda riddara lova,  

so raskur yvir allar dreingir?" 

 

43 Svaraði Signild, systir hans,  

í fyrsta orði tá:  

"Eg hevði unnað Hergeiri,  

áðrenn eg hann sá." 

 

44 Tað var Hergeir, kongins son,  

hann fell upp á síni knæ,  

meðan hann Signild í Síggjaríki  

til ektar festi sær. 

 

45 Tey 'vuntu’ saman í Síggjaríki,  

so er sagt ífrá,  

gat við Svanhild, kongins dóttur,  

raskar synir tvá. 

 

46 Tey 'vuntu’ saman í Síggjaríki  

eina so lítla tíð,  

gat við Svanhild, kongins dóttur,  

raskar synir trí. 

 

 

 

Annar táttur 

 

 

47 Eftir var tá Grimmar illi  

eftir í Upplands ríki,  

leitar hann ráð við Upplands kong  

bróður sín at svíkja. 

 

48 "Sendisvein, far til Jorsalanda, 

tú legg tær væl í minni, 

áðrenn jólini komin eru, 

tá vil eg hann finna!" 

 

49 Sendisvein leyp á gangaran,  

hann goymdi væl á orði,  

hann kom ikki fyrr í hallina inn,  

fyrr enn Magnus sat við borðið. 

 

50 "Ver vælkomin, sendisvein, 

higar í dag til mín,  

drekk nú, hvat tær betur líkar, 

mjøðin ella vín!" 

 

51 "Lítið er mær um mjøðin tín, 

hálva minni um vín, 

tað var sjálvur Upplands kongur, 

hann sendi meg til tín." 

 

52 Sendisvein so til orða tekur,  

hann legði so væl í minni:  

"Áðrenn jólini komin eru,  

og tá vil hann teg finna." 

 

53 Svaraði Svanhild, kongins dóttir,  

í fyrsta orði tá:  

"Eingin ríður til Upplanda  

í hetta sama ár." 

 

54 Sendisvein leyp á gangaran,  

hann goymdi væl á orði,  

hann kom ikki fyrr í hallina inn,  

fyrr enn kongurin sat við borðið. 

 

55 "Ver vælkomin, sendisvein, 

aftur higar til mín, 

hvussu tók hann Magnus kongur 

við ørindunum tínum?" 

 

56 "Svaraði Svanhild, dóttir tín, 

í fyrsta orði tá: 

Eingin ríður til Upplanda 

í hetta sama ár." 

 

57 "Rið tær aftur, mín sendisvein, 

legg tær væl í minni, 

áðrenn jólini komin eru, 

tá vil eg hann finna!" 

 

58 Sendisvein leyp á gangaran,  

hann goymdi væl á orði,  

hann kom ikki fyrr í hallina inn,  

fyrr enn Magnus sat við borðið. 

 

59 "Ver vælkomin, sendisvein, 

aftur higar til mín, 

drekk nú, hvat tær betur líkar, 

mjøðin ella vín!" 

 

60 "Lítið er mær um mjøðin tín, 

hálva minni um vín, 

tað var sjálvur Upplands kongur, 

hann sendi meg til tín." 

 

61 Sendisvein so til orða tekur,  

hann legði sær væl í minni:  

"Áðrenn jólini komin eru,  

tá vil hann teg finna." 

 

62 Magnus stendur á hallargólvi,  

hann tók tey orð við vreiði:  

"Tó skal eg til Upplanda,  

eg komi ikki aftur í teirri." 

 

63 Svaraði Svanhild, kongins dóttir,  

stóð sveipt í hvíta lín:  

"Far tær ikki til Upplanda,  

eg kenni faðir mín!" 

 

64 "Samson og hann Haraldur  

teir skulu fylgja mær,  

Sniolvur er so lítil drongur,  

tú goym hann eftir hjá tær!" 

 

65 So letur frægi Magnus kongur  

byggja skipin sín,  

bæði letur hann á tey laða  

virtur og so vín. 

 

66 Vindur hann upp síni silkisegl,  

gull við vovin brand,  

strykar ei á bunka niður  

fyrr enn við Uppland. 

 

67 Teir hildu upp undir Upplandar  

eina morgunstund,  

alt var sum í bál at líta,  

teir hoyrdu skeiðadund. 

 

68 Kasta sínum ankørum  

á so hvítan sand,  

fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum fóti á land. 

 

69 Fyrstur steig hann Sniolvur  

sínum fóti á land,  

tá var sjálvur Upplands kongur  

riðin niður til strand. 

 

70 "Ver vælkomin, Magnus kongur, 

besti vinur mín, 

lidnir eru fimtan vintur, 

síðan eg bíðaði tín!" 

 

71 Borgin stendur á grønum vølli, 

takt við dýrar steinar, 

har skuldi Magnus inni sova 

við allar sínar sveinar. 

 

72 Falsarin tann mjøðin skeinkir  

teimum aftur í vín,  

fyrstur sovnaði Magnus kongur  

fram úr sessi sínum. 

 

73 Falsarin tann mjøðin skeinkir  

teimum inn í høll,  

fyrstur sovnaði Magnus kongur,  

síðan hirðin øll. 

 

74 Falsarin gongur for Grimmar illa,  

hann sigur honum frá:  

"Nú svevur Magnus, bróðir tín,  

við alt tað lið, hann ár." 

 

75 Grimmar so til orða tekur,  

meðan hirðin sovnar:  

"Harðan skalt tú deyðan tola,  

letur tú mjøðin dovna." 

 

76 Aftur mintist Grimmar illi,  

hvat verið hevði fyrr,  

hann legði eld í borgina  

og stokkar fyri dyr. 

 

77 Hann legði eld í borgina,  

stokkar fyri dyr,  

brendi inni bróður sín  

og alt hans valdra lið. 

 

78 Fyrstur vaknaði Magnus kongur,  

hann klappar saman hendur:  

"Sova tykur nú longur inni,  

so eru tit allir brendir." 

 

79 Tað var enntá Magnus kongur,  

hann fyrstur á múrin vágdi,  

feldi meiri enn tvey hundrað  

niður pá hvørja hond. 

 

80 Bardust teir á breiðum múri  

bæði við angist og sút,  

hann feldi meiri enn tvey hundrað,  

og tá slapp Magnus út. 

 

81 Magnus tokar í herin fram,  

so hvørt sum dagurin lýsir,  

har sum hansara høggið kom,  

har var deyðin vísur. 

 

82 Magnus tokar í herin fram,  

søgur ganga frá,  

Grimmar var á baki hans,  

hann gav honum banasár. 

 

83 Aftur vendi Magnus kongur  

bæði av ilsku og bræði,  

tá rýmdi Grimmar, bróðir hans,  

hann tordi ikki fyri vera. 

 

84 Tá rýmdi Grimmar, bróðir hans,  

hann tordi ikki fyri vera,  

tí hann visti, at bróður sínum  

var lítið til ills at gera. 

 

85 Magnus tokar í herin fram,  

søgur ganga frá,  

Grimmar var á baki hans,  

hann kleyv hann í lutir tvá. 

 

86 Tað var enntá Harald ungi,  

aftur á múrin vágdi,  

feldi meir enn tvey hundrað  

niður pá hvørja hond. 

 

87 Bardust teir á breiðum múri  

bæði við sorg og sút,  

hann feldi meiri enn tvey hundrað  

men ikki slapp hann út. 

 

88 Tað var enntá Grimmar illi,  

sínum svørði brá,  

síðan kleyv hann Harald unga  

sundur í lutir tvá. 

 

89 Grimmar hevði sínum brandi upp  

so blóðigan upp á loft:  

"Her skalt tú, Samson, síggja tað blóð,  

ið teg má ryggja ofta." 

 

90 Tað var enntá Samson ungi,  

aftur á múrin vágdi,  

feldi meiri enn tvey hundrað  

niður pá hvørja hond. 

 

91 Bardust teir á breiðum múri 

bæði við sorg og sút, 

hann feldi meiri enn tvey hundrað 

og tá slapp Samson út. 

 

92 Kongurin hann brynjar út  

fjøruti lið,  

Samson reið har ein ímót,  

allar kleyv hann niður. 

 

93 Tí svaraði Upplands kongur, 

tár á kinnur rjóta: 

"Latið ikki dóttursonin 

Upplands ríki njóta!" 

 

94 Grimmar so til orða tekur  

í fyrsta orði tá: 

"Eins mans hálsi vildi eg nátt,  

áðrenn eg reið herfrá." 

 

95 Samson so til orða tekur  

í annað orðið tá:  

"Hvørjum hálsi vildi tú nátt,  

áðrenn tú reiðst herfrá?" 

 

96 Grimmar so til orða tekur  

í triðja orði tá:  

"Tínum hálsi vildi eg nátt,  

áðrenn eg reið herfrá." 

 

97 Samson so til orða tekur,  

lært hevði tukt og sinni: 

"Tað verður ikki av tínari ævi,  

tú við makt meg vinnur." 

 

98 Samson tokar í herin fram,  

hann gevur nú ikki bøtur,  

hann sló Grimmar, sín faðirbróður  

niður for sínar føtur. 

 

99 Grimmar stoyttist í jørðina niður  

alt for uttan ekka:  

"Hoyr tú, Samson, mín bróðurson,  

tú gev mær vatn at drekka!" 

 

100 Samson gekk at kelduni  

honum vatn at fá,  

Grimmar var á baki hans,  

hann kleyv hann í lutir tvá. 

 

101 Tí svaraði Samson ungi, 

tá ið hann fell á knæ: 

"Síggja tað allir Upplandsmenn, 

við svikum vanst tú meg." 

 

 

Triði táttur. 

 

102 Boðini fóru til Jorsalanda  

gott er at taka til evna:  

"Fallin er hann Magnus kongur,  

um tit vilja hann hevna." 

 

103 Svaraði Svanhild, kongins dóttir,  

av tí tunga stríði:  

"Berið mínum faðir boð,  

at hevndir skulu teir blíva!" 

 

104 Tað var Svanhild, kongins dóttir,  

sveipar hon seg í skinn,  

so gekk hon í hallina  

fyri Sniolv unga inn. 

 

105 So gekk hon í hallina,  

inn fvri sín sæla son:  

"Ótíð bar eg teg í heim,  

betri vart tú ein kona. 

 

106 Hoyr tú tað nú, Sniolvur,  

tað mundi tú altíð venta,  

ótíð bar eg teg í heim,  

betri vart tú ein genta." 

 

107 Sniolvur so til orða tekur, 

tað kundi hann ikki tola: 

"Vart tú ikki móðir mín, 

hvørt bein skuldi [eg] í tær mola." 

 

108 Svaraði Signild, hans føðursystir,  

stóð sveipt í hvíta lín: 

"Tú bør ongar hevndir gera  

eftir sæla faðir tín." 

 

109 Sniolvur so til orða tekur,  

hann kundi hendis mál væl skilja:  

"Eg eigi hvørki vinir ella frændur,  

ið mær til Upplands kann fylgja." 

 

110 Svaraði Hergeir, kongins son:  

"Nú má tað so vera,  

tær skal fylgja Ringur, sonur mín,  

men eg skal eftir vera." 

 

111 So letur hann Sniolvur 

byggja skipin sín, 

bæði letur hann á tey laða 

virtur og so vín. 

 

112 Skipini løgdu í havið út  

mót teirri bylgju blá,  

Ringur og hann Sniolvur  

teir riðu til Upplands báðir. 

 

113 Tað var hesar báðu kempur,  

heim í garðin fór,  

úti hin ungi Harra-Svein  

fyri teimum stóð. 

 

114 Tí svaraði Harra-Svein,  

hann tyktist hava kent:  

"Krist signi teg, hin ungi Sniolvur,  

hvør hevur teg higar sent?" 

 

115 "Hoyr tú, hin ungi Harra-Svein, 

tað spyrji eg teg at, 

hvat er hetta for mikla fólk, 

ið her heldur seg so glatt?" 

 

116 "Hoyr tú, hin ungi Sniolvur, 

tað sigi eg nú tær, 

hetta er hann Grimmar illi, 

sín dóttur brúdleyp ger!" 

 

117 "Mítt skæra fingurgull 

tað vil eg geva tær, 

hoyr tú, hin ungi Harra-Svein, 

brúðrina vís tú mær!" 

 

118 "Behalt tú sjálvur títt fingurgull, 

bjóð tað ikki mær, 

hoyr tú, hin ungi Sniolvur, 

brúðrina vísi eg tær!" 

 

119 Tí svaraði Harra-Svein  

hvørki av ilsku ella bræði:  

"Hoyrið tykur, ungir menn,  

tit havið ókend klæði!" 

 

120 Tað var enntá Harra-Svein,  

úr grasgarði hann var,  

hann kom aftur skundiliga,  

teimum klæði bar. 

 

121 Stóðu teir í grasgarði, 

teir løgdu saman ráð, 

hvussu teir skuldu ta bjørtu brúður 

av hallini fá. 

 

122 "Ringur, tú skalt ganga inn fyrst, 

eg skal dura goyma, 

Sniolv skal sæta brúðrini, 

so skulu vit leikin royna! 

 

123 Ringur, tú skalt ganga inn fyrst,  

prýði manst tú njóta,  

báðum skalt tú høvdingunum  

bukka og so lúta!" 

 

124 Harra-Svein gekk í hallina inn,  

kátur for uttan vanda,  

so gekk hann at breiða borði  

for Óluvu at standa. 

 

125 So gekk hann at breiða borði  

for Óluvu at standa:  

"Nú er komin kappin tann,  

ið tú hevur eftir langað. 

 

126 Hoyr tú tað nú, Óluva, 

tað sigi eg tær vist, 

tað er hann Sniolvur, frændi tín, 

ið seinni kemur inn!" 

 

127 Ringur gekk í hallina inn,  

prýði mundi hann njóta,  

hvørgum vildi hann høvdingunum  

bukka ella lúta. 

 

128 Sniolvur gekk í hallina inn,  

prýði mundi hann njóta,  

báðum mundi hann høvdingunum  

bukka og so lúta. 

 

129 Júst tá læt hann sær hattin síga 

niður for gulan lokk, 

uttarlaga sær sessin tók 

ytst við duragátt. 

 

130 Óluva tekur sítt fingurgull,  

søkkir í drykkju niður:  

"Berið mær hasum fátæka sveini,  

sum ytst við dyrnar situr!" 

 

131 Óluva tekur sítt fingurgull, 

hon lokar yvir ker, 

sendir so inn for Sniolv unga, 

Harra-Svein hann ber. 

 

132 Sniolvur tekur sítt fingurgull,  

hann lokar yvir ker,  

sendir so aftur for Óluvu,  

hann Harra-Sveinin ber. 

 

133 Harra-Svein hann reikar víða 

uttar og innar í pøllum, 

títt teir tendra, hann sløkkir ljós, 

hann gjørdi myrkt í høllum. 

 

134 Sniolvur hann tók brúðrina,  

hann skundaði sær av durum,  

Ringur hann tók brúðgómin,  

hann vríggjaði hálsin sundur. 

 

135 Sniolvur hann tók brúðrina,  

hann hevði ei fleiri orð,  

so bar hann ta bjørtu brúður  

innan snekkjunnar borð. 

 

136 Ljósið kom í hallina inn,  

tað lýsir í hvørs mans sæti,  

horvin er annar komumaður,  

burtur er brúðurin mæta. 

 

137 Tí svaraði Upplands kongur  

í tí mikla geingi:  

"Sveinar, gevið kalli ljóð,  

um hann man kenna dreingir!" 

 

138 "Eg kenni væl Sniolv, tín dótturson,  

tann avrekskappan ríka,  

hartil Ring, tín sonarson,  

so fáar finna vit slíkar. 

 

139 Tí svaraði Upplands kongur,  

í fyrsta orði tá:  

"Ringur ungi skal lata lív,  

meðan Sniolvur er ikki hjá." 

 

140 Ringur stendur á hallargólvi  

kongins lið hann fellir,  

tað hoyrdi Sniolvur langan veg,  

at svørð á brynjum gellir. 

 

141 Ringur stendur á hallargólvi,  

tá var hann komin í vanda,  

sundur gekk hans góða svørð  

millum hans beggja handa. 

 

142 Tað var enntá Harra-Svein,  

snarur hann var í vending,  

búgvin brand av slíðrum dró,  

hann Ringi unga sendi. 

 

143 Sniolvur gongur frá strondinn niðan,  

hann hevði ei við sær fleiri,  

so troðar Ringur hallargólvið,  

sum tað hevði verið leirur. 

 

144 Sniolvur talar til Upplands menn  

tógva ella tríggja:  

"Lovið mær í hallina inn 

frænda mín at síggja!" 

 

145 Svaraði ein av sveinunum,  

hann heldur á brúnum knívi:  

"Tú sleppur ikki í hallina inn,  

so leingi eg eri á lívi." 

 

146 Sniolvur talar til Upplands menn:  

"Um tit vilja meg hoyra,  

nú taki eg mín búgvin brand,  

eg spari hann ei at koyra." 

 

147 Tað var enntá Sniolvur,  

við búgvin brand ið hann streyk,  

hvør tann maður, ið fyri stóð,  

hans høvur av herðum feyk. 

 

148 Sniolvur gekk í hallina inn  

glaður for uttan sút,  

síðan hjálpti hann frænda sínum  

av hallardurum út. 

 

149 Aftur mintist Sniolvur,  

hvat verið hevði fyrr,  

hann legði eld í borgina  

og stokkar fyri dyr. 

 

150 Hann legði eld í borgina,  

stokkar fyri dyr,  

brendi inni Upplands kong  

og alt hans valdra lið. 

 

151 Tí svaraði Upplands kongur,  

login leikar so hátt:  

"Hvat havi eg til saka gjørt,  

hví eri eg brendur á nátt?" 

 

152 Sniolvur so til orða tekur,  

hann fram við báli fer:  

"Tað visti tú, Upplands kongur,  

at faðir átti eg mær." 

 

153 Tí svaraði Upplands kongur,  

login leikar um bein:  

"So er seggur í verðini,  

ið eigur ein trúgvan svein." 

 

154 Stóðu teir í grasgarði,  

hvørki fleir ella færri,  

liðið kom frá strondum niðan,  

nú gerast leikir verri. 

 

155 Tá hevði hann Grimmar illi  

brynjað út hundrað tólv,  

Sniolvur við sínum liði  

hann reið har ímót. 

 

156 Sniolvur við sínum liði  

hann reið har ímóti,  

líka so glymur á jørðini,  

sum teir kasta gróti. 

 

157 Sniolvur ríður í herðin fram,  

hann gevur nú ikki bøtur,  

hann sló Grimmar, sín føðurbróður,  

niður for sínar føtur. 

 

158 Grimmar stoyttist í jørðina niður  

alt for uttan ekka:  

"Hoyr tú Sniolvur, mín bróðurson,  

tú gev mær vatn at drekka!" 

 

159 Ringur so til orða tekur,  

hann tordi í tí vága:  

"Lat hann ikki svíkja teg,  

sum hann sveik hinar báðar!" 

 

160 Tí svaraði Grimmar illi  

við so fullgott mak:  

"Hoyr tú, Ringur, kongins son,  

hatta var ikki tín sak!" 

 

161 Ringur leyp á vølli fram, 

ið øllum tykti undur, 

tað var mær á sanni sagt, 

hann reiv hann kykan sundur. 

 

162 Sniolvur so til orða tekur  

av tí tunga stríði:  

"Hví tókst tú mín faðirbróður  

so bráðan burtur av lívi?" 

 

163 Sniolvur so til orða tekur  

av tí tunga stríði:  

"Forgloym tú ikki Harra-Svein,  

tú gev honum systur tína!" 

 

164 Tað var enntá Sniolvur,  

til Jorsalanda hann reið,  

honum fylgdi Harra-Svein  

tríggjar dagar á leið. 

 

165 Sniolvur ríður til Jorsalanda, 

tað sigist í hesum tátti, 

Ringur settist í ríkið tað, 

ið Upplands kongur átti. 

 

Orlov biðjum vær!  

Ærligir menn,  

dans skulum vær fremja,  

er ikki dagur enn.  

Orlov biðjum vær! 

 

CCF 92 C 

TSB E 99 

 

Handrit: Savn Jakob Jakobsens. Føroya Landsbókasavn JJ B III [1, No. 7.] 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (Chr. Matras  greiddi til útgávu, 1946) Band  IV, Teil 1, s. 132. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 21. bind, s. 46. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Andreas Djurhuus á Høgugeil (1840-1933), Sumba. 1904. 

 

E 99 Snæúlvs ríma (Man is killed by brother and father-in-law but is revenged by son)

Kongur í Jorsalandi liggur á deyðastrá og ger av, at yngri sonur hansara, Magnus, skal taka við eftir hann, tí Grimmar, eldri sonurin, er illavorðin maður.

Eftir ósemju sendir Magnus Grimmar av landinum. Seinni biðja báðir brøðurnir um Svanhild, dóttur Upplands kongs. Hon kjósar sær Magnus, og tey giftast. Tey fara aftur til Jorsalands og hava við sær beiggja Svanhild, sum giftist systur Magnusar.

Grimmar, sum enn er í Upplondum, og faðir Svanhild leggja saman ráð um at drepa Magnus. Kongur bjóðar honum at halda jól hjá sær. Hóast Svanhild ávarar hann, tekur Magnus við innbjóðingini og fer til Upplands við tveimum av sonum sínum og letur tann triðja, Sniolv, vera eftir.

Magnus og menn hansara fáa so mikið at drekka, at teir detta av, og so setir Grimmar eld á húsini. Tað eydnast Magnusi og sonum hansara at sleppa út úr húsunum, sum standa í ljósum loga. Teir stríðast manniliga fyri lívinum, men við svikaráðum drepur Grimmar teir.

Svanhild frættir tíðindini og eggjar Sniolvi til at hevna teir. Sniolvur fer til Upplands saman við systkinabarninum Ringi. Tá ið teir koma, hitta teir mann, sum eitur Harra-Svein, sum sigur teimum, at Grimmar heldur brúdleypsveitslu hjá dóttrini. Hann hjálpir teimum á veitsluna í dularbúna.

Teir sløkkja ljósini, og tað eydnast Sniolvi at sleppa av stað við brúðrini, meðan Ringur kemur upp í bardaga. Sniolvur kemur aftur og hjálpir honum at sleppa út úr húsunum. So setir hann eld á húsini, og abbi hansara, Upplands kongur, kolast í hel.

Sniolvur og Ringur hitta Grimmar og berjast við hann. Við svikaráðum roynir Grimmar at drepa Sniolv, men Ringur bjargar honum og drepur Grimmar. Sniolvur fer aftur til Jorsalands, og Ringur verður kongur í Upplondum.

á føroyskum: CCF 92 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019