• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Saka táttur

 

Saka táttur

 

CCF 195 B

Einki TSB-nr.

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

fallið ikki í fátt,

meðni eg gangi upp á gólv

at kvøða Saka tátt!

 

2 Jógvan fór í stovuna oman,

talar til Hanus Saka:

“Tú skalt teg undir fjallið yvir

sjúka ær at taka.”

 

3 Tað var um ein fríggjamorgun,

ælingin stóð,

tá fór hann at penta

saman um skarvsfót.

 

4 Tá ið hann hevði pentað

saman um skarvsfót,

tá fór hann á Seyðberg yvir,

bogin í knæsbót.

 

5 Tá ið hann kom á heygin yvir,

stendur hann og grín:

“Hvar man hon vera,

vinkona mín?”

 

6 Ærin stendur í lágni,

stendur og hellir vanga:

“Hetta er ikki rættur seyðamaður,

her er vanur at ganga.”

 

7 Ærin stendur í lágni,

stendur hon so høll:

“Hvør hevur ført tann drunnhvíta

higar norð í fjøll?

 

8 Fyrr skal eg leypa á lítla Pól,

lata hann meg taka,

enn henda kettubøðil,

øll munnu kenna Saka.

 

9 Tú kjósaði tær mørin,

tá ið tú fórt ástað,

tú . . . . . . ikki gallið,

tað sigi eg tær í dag.

 

10 Tú kjósaði tær mørin,

tað sigi eg tær,

tú fært ikki . . .

Hanus grupulær.

 

11 Halt teg við títt foriga handverk,

tú manst eftir stunda,

tað er at vera kettubøðil,

at kasta oman hundar.”

 

12 Snúðist hann av heygnum niður

við so ‘hødli laug’,

krøkir í við króktá,

hælar við breiðum fót.

 

13 Hann kom aftur í Leynastovu

bæði við sorg og sút:

“Eg skal ikki í Føroyum vera,

eg skal geva meg út.”

 

14 Til tað svaraði Jógvan:

“Nú er aftur at venda,

hetta kalla vit Saka tátt,

nú er komin til enda.”

 

CCF 195 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Koltursbók I, s. 4, nr. 1. (Fróðskaparsetur Føroya).

 

Útgávur:

 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 327.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 85.

 

Heimild: Úr Koltri. Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908), Koltri, 1848.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019