Shakespeare á filmi
Hóast 400 ár eru liðin síðani Shakespeare doyði, er hann enn at síggja á spildurnýggjum filmi. Á netstaðnum Internet Movie Database er Shakespeare nevndur sum skrivliga upphavið til 1151 filmar.
Nýggjasti biograffilmur, sum byggir á sjónleikarahandrit hjá Shakespeare, er Macbeth (2015). Hesin filmur varð gjørdur í Skotlandi, og kann tí hugsast at hava skotskar undirtónar um makt og frælsi. Ein annar leikritatekstur hjá Shakespeare, sum er gjørdur til ein modernaðan og eksperimenterandi ungdómsfilm um kærleika, er Romeo + Juliet (1996). Hesin fæst í Námi. Í báðum førum hava kendir leikarar spælt við.
Danski Filmsgrunnurin og C:NTACT hava gjørt spennandi skúlatilfar og uppgávur til filmin Romeo + Juliet.
Sigast kann, at Shakespeare er lívsseigasti handritahøvundur á filmi, tí tey evni, sum hann viðgerð, eru æviga viðkomandi.
Sjálvur er hann eisini leiklutur í filminum Shakespeare in love (1998).
Nettænastan Filmstriben hevur tríggjar filmar, sum byggja á handrit hjá Shakespeare. Teirra millum er klassikarin Hamlet, sum Sir Laurence Olivier gjørdi til film í 1948.
Úr røðini av filmum, sum eru gjørdir eftir teksti hjá Shakespeare, kunnu hesir nevnast í tíðarrøð:
Hamlet (1948) (Laurence Olivier)
The Taming of the Shrew (1967) (Franco Zeffirelli)
Romeo and Juliet (1968) (Franco Zeffirelli)
Macbeth (1971) (Roman Polanski)
Hamlet (1990) (Franco Zeffirelli)
Much Ado About Nothing (1993) (Kenneth Branagh)
Romeo + Juliet (1996) (Baz Luhrmann)
Hamlet (1996) (Kenneth Branagh)
Hamlet (2000) (Michael Almereyda)
The Merchant of Venice (2004) (Michael Radford)
Much Ado About Nothing (2012) (Joss Whedon)
Macbeth (2015) (Justin Kurzel)