• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

9 ára gamla Simona vann 1. umfar av teknikappingini

28.04.2009
Vinnararnir av 1. umfari av teknikappingini, Tekna ein granskara, eru nú funnir. Tær innsendu myndirnar hava ligið á netinum, har møguleiki hevur verið at givið teimum atkvøður. Nú 1. umfar er runnið, so er greitt, at 9 ára gamla Simona hevur fingið flestar atkvøður. Nummar tvey gjørdist 11 ára gamla Elisabet Andrea og 8 ára gamli Árni gjørdist nummar trý.

Vinnaramyndin hjá Simonu vísir granskaran, Doktor X, ið hevur granskað í 20 ár, og hevur luttikið í nógvum granskarakappingum. Og hann hevur havt nóg góð úrslit, sigur Simona í viðmerking til myndina.

Granskarin hjá Elisabet Andreu ger ymiskar royndir við Frankenstein og Árni sigur um sín granskara, sum er gubbi hansara, at hann granskar eitt blomstur.

Teir hepnu vinnararnir fáa bøkur frá Føroya Skúlabókagrunni.

Seinasta freist at lata myndir til 2. umfar er í dag, 27. apríl. Myndirnar verða allar lagdar á netið í morgin, 28. apríl. Seinasti møguleiki at atkvøða fyri myndunum í 2. umfari er 29. mai.

Myndir til 3. umfar kunnu sendast inn til og við 2. juni.

Vinnararnir fáa boð frá Granskingarráðnum fyrsta dagin.

Allar myndirnar frá 1. umfari kunnu síggjast á http://www.heilagrunnurin.fo/teknikapping/.

Tíðindaskriv frá Granskingarráðnum, www.gransking.fo

 

|
Atknýtt tíðindi
Teknikapping fyri børn og ung - Tekna ein granskara Nú skulu vinnararnir finnast av 1. umfarinum í Tekna ein granskara
Atknýttar fílur
Vinnaratekningin - Simona 9 árNummar tvey - Elisabeth Andrea, 11 árNummar trý - Árni 8 ár
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019