• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Altjóða støddfrøðidagur

14.10.2015
Altjóða støddfrøðidagurin, sum UNICEF skipar fyri, fellur í ár á 14. oktober. Eini 5 milliónir næmingar úr fýra árum upp í 18 ár úr 240 londum taka lut.

Næmingarnir velja millum 10 ymisk torleikastig og kunnu sjálvir velja, um teir kappast innanhýsis í flokkinum, í sínum skúla ella lata skipanina velja sær upp í fýra aðrar luttakarar í senn úr øðrum londum kring allam heim. Næmingarnir kunnu skifta ímillum allar møguleikarnar, samstundis sum teir eisini kunnu kappast við seg sjálvar at sláa egin met. Av og á koma heiðursmerki fram á skýggjan við frámerkjum sum t.d. “speed demon”, “human calculator” ella “almost Einstein” sum herðaklapp til næmingarnar. Vikuna undan sjálvum degnum hava næmingarnir høvi í spølum og uppgávum at venja tey kjarnaøki í støddfrøðini, sum tey higartil hava lært.

Í Frískúlanum í Havn er tað vorðið siðvenja at taka lut. Vikuna frammanundan venja næmingarnir dúgliga fram til sjálvan dagin og eftir áhuga eisini eftir skúlatíð. Sjálvan kappingardagin gleða tey seg tó mest til. Tá sita øll saman og hugna sær við støddfrøði, samstundis sum tey eisini hava tað stuttligt.

Frískúlin í Havn hevur góðar royndir við tiltakinum, sum roynist stak væl millum næmingarnar. Tað vísir seg, at hvør einasti næmingur ger stór framstig bæði at rokna skjótari og rættari, siga tey. Somuleiðis gevur skipanin læraranum innlit í, á hvørjum økjum næmingarnir eru sterkir, og á hvørjum økjum teir eru veikir. Lærarin kann eisini fáa neyvari upplýsingar um, hvussu nógv hvør einstakur næmingur hevur roknað, hvussu nógv var rætt og hvussu skjótt tað gekk. Skipanin kann so statt verða brúkt sum amboð, men í Frískúlanum í Havn hava tey tó valt at lata næmingarnar sjálvar avgera støði, innihald og hvussu nógv teir leggja fyri. At seta roknigleðina í hásæti er í sjálvum sær okkara mál, siga tey.  

 “World Maths Day” er partur av “World Education Games”, sum eisini fevnir um “World Literacy Day” og “World Science Day”, sum allir eru dag um dag. Tiltøkini eru ókeypis og verða hildin tvær ferðir um árið í oktober og í mars. Í ár fall støddfrøðidagurin í heystfrítíðini, men av tí at tiltakið er so væl umtókt millum næmingarnar, valdi Frískúlin í Havn kortini at skipa fyri tiltakinum fyri teir næmingar, sum ynsktu at taka lut, hóast heystfrí er. At lærari og næmingar úr fleiri árgangum umframt fyrrverandi næmingar eisini úr fleiri árgangum, og sum nú ganga í øðrum skúlum, hava leitað saman í dag av egnum huga, sigur ikki sørt.

Til ber at melda til bæði sum skúli/flokkur og sum einstaklingur. Meiri kunning á: www.worldeducationgames.com

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019