• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Barnasangirnir spældir 500.000 ferðir!

12.06.2019
Sangirnir í Barnasangbók Føroya hava nú verið spældir meira enn HÁLVA MILLIÓN ferðir á YouTube!

Nógvir nýggir sangir eru seinastu tíðina komnir út. Av teimum 114 sangunum í bókini mangla nú einans 4 sangir á YouTube rásini hjá Námi.

Millum teir nýggju sangirnar eru fleiri sangir við teknmáli.

Her er ein nýggj upptøka av sanginum Lítli Snar, sum 10 ára gamla Naomi syngur, og mamman Laila spælir klaver til. Leiklutin sum Lítli Snar hevur hundur teirra Nala.

Árni Øregaard filmaði, klipti og setti saman.

Lurta eftir sanginum her

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019