• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Børn og ung finna virðir í ruski

11.03.2015
Í ár hava føroysk børn og ung møguleika at finna virðir í ruski og burturkasti í FIRST Lego League kappingini, sum er byrjað.

Tíðindaskriv 10. mars 2015

Avbjóðingin í kappingini fyri 2015 eitur TRASH TREK og snýr seg um at finna virðir í øllum liðum í ruski og burturkasti. Avmarka rusk, innsavning, skiljing, endurnýtsla, - hvussu kunnu vit við nýhugsan loysa avbjóðingar í framtíðini?

Eini 290.000 børn og ung í aldursbólkinum 10 til 16 ár frá fleiri enn 80 londum luttaka í kappingini og skulu leita eftir møguleikum í ruski og burturkasti.  Endamálið við kappingini er at geva børnum og ungum áhuga og íblástur til náttúru og tøknilig evni.

Kappingin hevur fleiri fjøltáttaðar uppgávur innan gransking, tøkni og marknaðarføring. Liðini skulu programmera ein lego-robott, so hann er førur fyri at loysa ávísar uppgávur á einum bana. Afturat hesum skulu børnini og tey ungu finna eina loysn á einum trupuleika, sum í ár skal snúgva seg um rusk og burturkast.

Øll áhugaði børn og ung kunnu manna lið til FIRST Lego League kappingina, sum gevur møguleika fyri spennandi læring innanfyri eins væl og uttanfyri skúlagátt. Nógv av liðunum í kappingini koma úr skúlum, tí kappingin gevur góðar møguleikar fyri tvørfakligum samstarvi innan allar lærugreinar.

Kappingin hóskar seg væl til flokkar, sum hava serligar avbjóðingar og eisini væl til menning av skúla-heim samstarvinum, har lærarar og foreldur í felag kunnu stuðla flokkinum í kappingini.

Fleiri skúlar hava longu boðað frá luttøku, og rúm er í løtuni fyri 8 luttakandi liðum afturat.

Tann 7. november verður stóra kappingin í føroysku FIRST Lego League, sum aftur í ár verður hildin í hølunum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Vinnandi liðið í kappingini fer víðari til finaluna í norðurlendsku kappingini. Upplýsingar um FIRST Lego League-          Kunnleikakapping fyri børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár

-          Kappingarnar hava verið hildnar í Skandinavia síðan 2000

-          Føroyar hava luttikið í kappingunum síðan 2005

-          Endamálið við kappingini er at stimbra hugin hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði og vekja áhuga teirra at gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar.

-          Heimasíða hjá FIRST Lego League Scandinavia: [ www.hjernekraft.org ]www.hjernekraft.org

Fjølmiðlar fáa nærri kunning og samband við fyriskiparar við at venda sær til stýrið:First Lego League Føroyar-          Lis Mortensen, samskipari, [ Lis.Mortensen@(if you can see this please update your browser)jardfeingi.fo ]Lis.Mortensen@jardfeingi.fo.

-          Kurt Madsen, [ kurt.madsen@(if you can see this please update your browser)skulin.fo ]kurt.madsen@skulin.fo

-          Harriet Hansen, [ harrieth@(if you can see this please update your browser)skulin.fo ]harrieth@skulin.fo

-          Jón Svein Heinesen, [ jonsvein@(if you can see this please update your browser)kvf.fo ]jonsvein@kvf.fo

Facebook: FIRST Lego League Føroyar Høvuðsstuðul hjá føroysku FIRST Lego League kappingini er Føroya Tele.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020