• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Børn og ung læra at forrita

18.09.2014
Bókasavnið við Løkin bjóðar børnum úr øllum landinum at læra seg at forrita

Nú verður møguleiki hjá børnum og ungum at luttaka í einum skeiði, har tey læra seg at forrita, – ella at programmera, sum vit ofta siga. Luttakararnir kunnu m.a. læra um, hvussu man byggir eitt spæl, eina heimasíðu, eina app ella annað.

 

Skeiðið er skipað sum ein KT-verkstova fyri børn og ung, har tey kunnu læra grundleggjandi um forritan á ein stuttligan og kveikjandi hátt. Børn og ung úr 6. til 10. flokki kunnu tilmelda seg verkstovuna, sum verður hildin á Bókasavninum við Løkin. Luttakararnir møtast einaferð um vikuna, 2-3 tímar hvørja ferð, og samanlagt uml. 30 tímar fram til desembur. Næmingar á skúlum í Eysturoynni hava fingið innbjóðing, men onnur aðrastaðni frá eru eisini vælkomin. Tað kostar 200 krónur at luttaka. Pláss er fyri 20 luttakarum. Tilmeldingarfreistin er 15. septembur. Og byrjað verður hósdagin 25. septembur. Tilmelding er umvegis teldupost á: svend@runavik.fo

 

Les meira á heimasíðuni hjá bókasavninum við Løkin

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020