• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

"Dýr og plantur í fjøruni" fæst aftur

29.10.2015
Henta og væl umtókta handbókin "Dýr og plantur í fjøruni", sum hevur verið útseld, er nú aftur at fáa.

Bókin er ætlað fólkaskúlanum, men øll, sum hava áhuga fyri lívinum í fjøruni, kunnu nýta bókina, sum er í lítlum formati við plastviðgjørdum bløðum, sum tola betur vætu enn vanligt pappír.

Í sambandi við endurprentið eru - umframt smávegis málsligar ábøtur og rættingar - gjørdar onkrar broytingar. Dýrini ´Trælsrassur´ og ´Grátt undir steini´ eru lýst millum hini dýrini, og bókin hevur fingið leitorðalista.

Tað var Sólgerð Andreassen, sum týddi og lagaði upprunaligu útgávuna frá 2005 til føroysk viðurskifti úr norskum.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019