• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Eitt uppiborið andarúm í rokmikla gerandisdegnum

26.06.2015
Skúlarnir fara í dag í summardvala. Vársins pisur eru floygdar og lærarar og næmingar kunnu eftir eitt skúlaár við nógvum nýggjum - tó við einum munadyggum ísletti av tí kenda og gamla - enn einaferð leggja at landi við góðum andaligum førningi í lastini. Hóast rokið í skúlaverkinum í ár hevur verið munandi minni enn tað, ið myndar politiska landslagið í hesum døgum, er andarúmið ikki minni uppiborið millum fólkið í skúlaverkinum.

Í skúlaárinum, ið vit hava lagt aftur um okkum, eru hópatals taligldar royndir hildnar. Við betri og betri úrslitum skal sigast. Skúlafólk hava í rættiliga stóran mun tikið til sín svar.fo, og hetta arbeiðið heldur fram eftir sama leisti komandi ár. Øll skeiðini, ið hildin hava verið, eru eftirmett, og nýtt skeiðsumfar liggur í skrá. Lærarar hava fingið boð um, hvørji skeið, teir eru slopnir, á og leiðslur hava fingið yvirlit yvir luttakarar og bíðilistar. Harafturat verða allir lærarar í fólkaskúlanum og miðnámi bodnir til ráðstevnu ein av døgunum í viku 44 um skúlan í talgilda samfelagnum. Um 200 luttakarar eru við hvønn dagin. Hetta gleða vit okkum til.

Fleiri spennandi útgávur eru á veg, og nýggi Fleksbókaplatformurin fer av bakkastokki eftir summarsteðgin. Fyrsta fleksbókin í Námi er nýskrivaða upprunaføroyska søgubókin til 4. Flokk – ein søguferð. Hon er eitt slag av markamóti í okkara útgávuvirksemi. Talgildingin hevur rokkið bókina, og ferðin verður bara størri. Tí siga vit í Námi eisini, at allar okkara útgávur framyvir eru á pappíri, á iPad, á ActivBoard og á Firefox. Hetta skulu vit øll venja okkum við.

Roknibókarøðin heldur fram við somu ferð. Roknibøkur til 2. flokk verða tøkar frá skúlaársbyrjan og til 3. flokk á jolum. Arbeitt verður við at gera Snar sjónligari. Nýggj LMS-skipan má setast í verk so ella so. Um hetta verður í kervi.fo, svar.fo ella heilt aðrari skipan, vita vit ikki enn, men arbeitt verður yvir háls og herðar við hesum.

Spennandi tíðir liggja fyri framman í Námi og skúlaverkinum, men fyrst repa vit seglini fyri summarið.

Vit øll í Námi ynskja eitt gott summar og takka fyri enn eitt gevandi, ríkt og rokut skúlaár. Vit gleða okkum at herja á aftur saman við tykkum eftir ólavsøkuna.

Regin Marnersson

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020