• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Felag fyri støddfrøðilærarar

14.04.2009
Mikudagin 15. apríl 2009 verður skipað fyri einum fundi í samkomuhøllini í Studentaskúlanum í Hoydølum.
Endamálið er at skipa eitt felag fyri støddfrøðilærarar og onnur, ið starvast við støddfrøði.

Á skránni verða eisini fyrilestrar um støddfrøðilig evni, m.a. fer Søren Eilers, professari og instituttleiðari fyri undirvísing á Institut for Matematiske Fag, Københavns Universitet, at halda ein fyrilestur um LEGO. Um hendan fyrilestur sigur Søren sjálvur:

"For nogen tid siden blev jeg opmærksom på at det var ukorrekt når LEGO oplyser at antallet af måder at kombinere seks 2x4-dups legoklodser er 102981500. Ambitionen om at bestemme det korrekte tal førte mig ud i et større projekt med mange interessante aspekter om at lave matematik på computer, om matematiske tællemetoder, om matematisk fysik, og om at tale matematik med pressen."

Fyribilsskráin er:

15:20-15:45 Primtøl, kontonummur og strikukotur (Gunnar Restorff)
15:45-16:00 Uppskot um at skipa eitt støddfrøðifelag - orðaskifti og val av fyrireikingarbólki
16:00-16:15 Kaffisteðgur
16:15-17:00 Seks og flere legoklodser (Søren Eilers)

Øll áhugað eru vælkomin.

Vinarliga,

Petur Zachariassen, peturz@skulin.fo
Gunnar Restorff, gunnarr@setur.fo

Lagt út: Rói Joensen

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019