• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Finka byggir brúgv

12.05.2020
Læraraskeið um Finku

Í dag er læraraskeið í Námi við nýggja upprunatilfarinum Finka, sum gevur móðurmálsfakinum nýtt flog longu í øðrum flokki.

Høvundur er Marianna Skarðenni Poulsen, ið vann skúlabókakappinga, sum Nám útskrivaði í 2016, til tess at finna nýtt tilfar og fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur.

Bókaheildin Finka, sum umframt lesibók fevnir um tvær arbeiðsbøkur, eina ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við ástøðisparti og vegleiðingarparti, er nú komin á marknaðin.

Sissal M. Rasmussen hevur viðgjørt tilfarið lesifrøðiliga.

Ritstjórarnir, sum í Námi hava varað av nýggja tilfarinum, eru Gunvá Magnussen og Marjun Ziskason. Tær báðar siga, at endamálið við Finku er at byggja brúgv millum holla ljóðarbeiðið, sum er gjørt í fyrsta flokki, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing, sum væntað verður í triðja flokki.

Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið Finka, hevur verið grafikari. Hon starvast hjá Grafia, sum hevur havt bókagerðina um hendi.

Á myndini síggjast frá vinstru Marjun Ziskason, Marianna Skarðenni Poulsen og Gunvá Magnussen.

 

 

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020